Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. september 2015 sosialurin 107 30 Óli Jacobsen Maria Hansen: Skúli og sangur hjá Hans J. Højgaard Maria heldur áfram við síni frásøgn um, hvussu tað var at vera barn á Nesi og at fara til gongu til skyldfólkini í Gøtu 2. partur Vit gingu í skúla á Toftum. Vit fóru til gongu hvønn morgun inn til Toftir. Ofta var illveður og tískil ónossligt at ganga millum bygdirnar. Hetta var ein longri teinur, kanska 20 minuttur at ganga hvønn vegin. Tann lærarin, eg minnist best til, var Hans Jacob Højgaard. Hetta var jú tann kendi tónasmiðurin og sanglærarin, so vit sungu nógv. Eg minnist frá 3. flokki, at hann tá var byrjaður at hava barnakór. Umframt var tað eisini vaksnamannkór. Har sungu eisini beiggjarnir og pápi. Tað fóru sjey fólk av húsum um kvøldarnar at trena hjá Hans Jacob Højgaard. Øll skuldu fara í nýpussaðum skóm! Men pápabeiggjarnir hjá mær dugdu eisini væl at syngja. Tað mann vera gingið í arv. Eg havi ein bróðurson Petur Hans Hansen, uppkallaður eftir abbanum, sum plagar at syngja alment. Ein lærari var Jenny Danielsen, dóttir tann kenda vinnulívsmannin Símun á Høgabóli. Ein annar lærari var Johan Lamhauge, sum tá var blaðungur. Hann hevði okkum í landalæru. Ættin á Nesi Omma mín á Toftum, Manuella, sang eisini væl. Hon dugdi eisini væl at skipa vísur. Tá ið brúdleyp vóru úti á Nesi, plagdu tey at dansa í roykstovuni, og omma plagdi at skipa. Hon var systur D.P. Højgaard, sum hevði stórt handils- og reiðaravirksemi á Toftum. Tað vóru teir, sum í 1956 fingu fyrsta stállínuskipið, Vesturhavið Blíða. Hetta var byrjanin til línubátatíðina. Omma var ættað frá tí kenda danska prestinum í Kvívík, Niels Lassen Holm, hvørs eftirkomarar hava havt stóran týdning í Føroyum. Á vinnuliga økinum kann um– framt D.P. Højgaard nevnast Christian Holm Jacobsen. Á mentunnarøkinum kunnu nevnast brøðurnir Kristin í Geil og Petur Alberg, sum hvør í sínum lagi hava sett spor eftir seg. Petur var eisini tónasmiður og gjørdi 22 ára gamal lagið til okkara tjóðsang. Abbi mín var av teimum í Túni á Toftum. Teir eru eisini kendir sum framúr sjómenn og slóðarar. Sum hjá so mongum, so var henda ættin eisini rakt av vanlukkum. Ein teirra hendi »stóra skaðadagin« tann 30. apríl 1870, tá ið fleiri bátar gingu burtur og 32 mans druknaðu. Ein bátur á Toftum gekk eisini burtur við fimm monnum. Ein av teimum, “yngri Hanus”, var langabbi mín. Hann var abbi Andreas í Túni. Abbi mín, Johan, var bara trý ára gamal, tá ið hann misti pápan. Hann fór til fosturs hjá einum barnleysum hjúnum. Maðurin kallaðist Atu Jógvan. Konan var av Argjum. Til gongu til Gøtu At fara til gongu til Gøtu hjá Nesfólki, tað betýddi einki. Ein søga er, at tveir beiggjar hjá mær fóru til Gøtu eitt leygarkvøld í 1942. Teir skuldu vera faddrar hjá systkinabarninum, Jógvan Ranghamar. So sigur mamma tíðliga sunnumorgun, at hon hevði gloymt at koyra flippurnar hjá teimum í viðførið. Um vit ikki kundi fara til Gøtu við flippunum. Vit fóru avstað kl. 9 og vóru í Gøtu áðrenn klokkan var 12, tá ið farast skuldi í kirkjuna. Tá vóru teir við at gera veg, og hann var komin inn til skriðurnar í Søldarfirði. Men fyri tað varð gingið allar vegin. Vit høvdu matpakka við, og har settust vit at eta hann. Vegurin var heldur ikki tá liðugur millum Nes og Toftir. Gamla bygdin í Norðragøtu Eg var nógv og ferðaðist í Gøtu sum smágenta. Tí minnist eg rættliga væl bygdina, sum hon var tá. At eg kom til Gøtu komst mest av tí, at vit búðu nokk so nógv fyri okkum sjálvi úti á Nesi. Í gomlu Norðragøtu vóru húsini trunkað meira saman og øll komu at kennast. Tá fekk eg eisini nógvar vinkonur í Norðragøtu um Halldóru á Geilabø, sum seinni giftist við Christian Haraldsen, Bassi, í Fuglafirði og Jónhild hjá Jóan Símun, sum giftist út á Strendur við Erhard Johansen. Abba, Jóhan Símuni, dámdi eisini væl, at eg kom, so eg kundi gera smávegis ørindi fyri hann. Tí eri eg frá barnsbeini av so væl kend í Norðragøtu. Eg kendi allar stovurnar. Tær eru ella vóru ellivu, sum Pállstova, Mortan– stova, Tjørnustova, Frammistova, Súnastova, Blásastova, har fornminnissavn er í dag, tvær Jørundstovur og tvær Jákupsstovur. Fleiri av hesum stovum eru burtur nú, meðan aðrar eru fluttar. Tær stovur, sum standa í sama stað, sum tær hava staðið í øldir, eru Tjørnustova, Jákupsstova, Blásastova og Mortanstova. Eg minnist eisini ein stóran køst, sum stóð har niðanfyri Mortanstovu. Beint við hesar stovur vóru eisini tvey hús, sum vóru kallað á Brúnni. Úr øðrum teimum húsunum var lærarin, Jákup Simonsen, ættaður. Tá eg minnist búði har ein gomul genta, Malena, ættað úr Frammistovu. Næsta húsið hjá henni var Pállstova. Tað var bara eina smoga millum húsini. So trongt var, at eina ferð teir skuldu reka ein tarv millum hesi húsini, stóð hann fastur! Á hini Brúnni búðu Hansina og Jóan Jakku á Brúnni. Hansina var systir kenda løgtingsmannin, Jákup Frederik Øregaard, hon hevði handil fyri hann í aðrari stovuni. Omma og abba í Gøtu fluttu, tá tey giftust, inn til tvey ella trý eldri systkin, sum vóru óhjálpin. Hetta var í gomlu Pállstovu. Tá livdi Elspa í Súnastovu, sum m.o. var omma Elsu Jacobsen, sum var trúboðari í Etiopia. Hon kom ofta inn um kvøldarnar at bíða til breyðini vóru bakað. Tey vóru so nógv fólk í húsi, at tey bakaðu breyð hvønn dag. Beint niðanfyri húsini hjá ommu og abba í Gøtu, har búði Líggjas í Jørundstovu. Hann var abbi m.o. Oddfríð Gregersen. Eg minnist, at Líggjas plagdi at koma til okkara um morgnarnar. Hann hevði ein stóran stein framman fyri úthurðina at halda henni aftur. Tá hann kom út bankaða hann á rútin hjá ommu og abba um at fáa kókað vatn. Tað vóru tvær Jørundstovur, hin var longri niðri. Har búði Símun í Jørundstovu. Eg var seks ár, tá ið eg búði í gomlu Pállstovu. Tá fluttu tey inn í húsini hjá Georg, mammabeiggja. Tá skuldi vegurin breiðkast í gomlu bygdini. Tí máttu nøkur av gomlu húsunum í gomli bygdini takast burtur, og tey vórðu bygd upp aðra staðni í bygdini. Men tey hildu kortini sítt gamla navn. Siðsøga Nes Hans Jacob Højgaard var lærari hjá Mariu D. P. Højgaard var ommubeiggi Mariu