hósdagur 17. september 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
36
ítróttur
Ambitiónirnar tiltala meg
Fótbóltur Sámal Erik Hentze er tiltalaður av ambitióninum í Sarpugerði,
men vil ikki tosa um FM. Felagið skal gjarna blíva betri enn tað er í dag, men tað
er a vøllinum – og ikki í miðlunum – at felagið skal vinna sínar dystir
Tróndur Arge
Í
nøkur ár hevur Víkingur meld
að greitt út, at felagið hevur
sum mál at vinna FM. Hetta
eru tað summi, sum haldi er
púra beint at gera. Onnur halda, at
hetta kann skapa eitt óneyðugt trýst
á spælararnar og felagið.
Mikukvøldið bleiv Sámal Erik
Hentze settur sum venjari hjá Víkingi.
Hann vil ikki tosa um FM, men ynskir
heldur at hava fokus á tí einstaka
dystinum. Síðani verður hugt eftir
hvussu langt tað røkkur.
Einki krav um FM
Sámal Erik Hentze og Sorin Anghel
eru nýggja venjaraparið hjá Víkingi.
Tað bleiv greitt mikukvøldið. Sámal
Erik, sum hevur vunnið FM við HB
og B36, er ikki settur til at vinna
meistaraheitið – men tað er málið.
– Felagið hevur einki krav sett
fram um at vinna FM. Vit hava eitt
mál um at blíva betri, og tað eru bara
tvey ella trý pláss eftir at blíva betri
í, sigur Sámal Erik Hentze.
Farnu árini hevur Víkingur ikki
fjalt, at felagið ynskir at vinna FM.
Tað verður tó ongin so greið útmeld
ing í ár.
– Vit skulu ikki vinna FM í miðl
unum í januar, men vit skulu vinna
stóru dystirnir á vøllinum. Vit taka
ein dyst í senn. So telja vit saman,
tá árið er liðugt, sigur Sámal Erik
Hentze.
Sámal Erik ásannar tó, at tað er ein
motivatión, at vinna FM við Víkingi.
– Tað er sjálvandi eitt mál og ein
av orsøkunum til, at eg valdi Víkingi,
sigur nýggi venjarin hjá Víknigi.
Í staðin fyri at skula vinna FM,
so hevur felagið hesa ferð eitt ynski
um at verða í FM stríðnum. Ov oftani
hevur Víkingur ikki megnað at fylt
við oddaliðunum, tá FM skal avgerast.
– Fyrsta stig verður, at blíva ein
partur av oddinum, tá avgerandi
umførini verða spælt. So vit ikki
spæla okkum av møguleikan tíðliga
í kappingarárinum, vísir Sámal Erik á.
Tiltalaður av ambitiónum
Sámal Erik Hentze er tiltalaður av
Víkingi sum felag. Tí hevur hann valt
at taka uppgávuna sum venjari á seg.
– Eg haldi, at Víkingur, sæð útifrá,
sær út sum eitt sunt og vælskipað
felag. Spælararnir hava verið har í
fleiri ár. Tað er ikki neyðugt at byrja
av nýggjum hvørt ár, greiðir Sámal
Erik Hentze frá.
Hann og nevndin í felagnum eru
á einum máli um, at nýggjur íblástur
skal í hópin. Tí verður talan um onkra
tilgongd, men tað verður við skili.
– Nevndin hevur játtað, at ganga
nøkrum ynskjum á møti, men
Víkingur hevur eisini nakrar grund
steinar, ið felagið er bygt á. Teir má eg
eisini laga meg eftir, sigur Sámal Erik
Hentze og leggur afturat:
– Tað er brúk fyri nýggjum íblásti í
hópinum, so tað betri ber til at skifta
út, sigur nýggi venjarin hjá Víkingi.
Hann leggur afturat, at tað er
hugaligt at stjórna einum liði, har
tað ikki skal byjast á nýggjum hvørt
ár. Her hevur Víkingur í fleiri ár havt
somu stammu við spælarum sum
Bárði Hansen, Atla Gregersen, Erlingi
Jacobsen, Hanusi Jacobsen, Hans
Jørgen Djurhuus, Sølva Vatnhamar
og Heðini Hansen.
Tíð at vera venjari
Tá Sámal Erik Hentze gavst sum
venjari í B36 í fjør, segði hann, at hann
ikki hevði tíð at vera venjari. Hann
sigur, at tað verður ikki ein trupul
leiki.
– Støðan hjá mær broytt, so eg nú
havi tíð at hugsavna meg um at verða
venjari aftur, sigur Sámal Erik Hentze
at enda.
trondur@sosialurin.fo