hósdagur 17. september 2015síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
37
Nógvar broytingar til
komandi kappingarár
Fótbóltur Longu áðrenn kappingarenda er greitt, talan verður um fleiri broytingar til komandi
kappingarár í føroyskum fótbólti. Hesa vikuna er tað serliga Víkingur, sum snúningspunktið
Tróndur Arge
S
ámal Erik Hentze er nýggjur
venjari hjá Víkingi. Søgurnar
siga, at felagið skal hava
nýggjar profilar, sum spæla
við feløgum sum B36, Víkingi og HB.
Tú kundi eisini sagt, at “Silly Season”
er byrjað í Føroyum.
Víkingur vil hava profilar
Víkingur skal komandi ár spæla uttan
Finn Justinussen, sum er fluttur av
landinum í útbúgvingarørindum.
Til hetta kappingarárið fór Hallur
Hansson eisini av landinum, men
Víkingur valdi ikki at fáa nakran í
hansara stað.
Nú er líkt til, at Víkingur ynskir
at fáa tveir profilar til felagið til
komandi kappingarár. Hans Pauli
Samuelsen er í samráðingum við
Víking, og hevur ikki longt sáttmálan
við B36. Hann váttaði fyri Norð
lýsinum, at hann møguliga er á veg
til Víking.
Eitt annað pláss, sum skal fyllast
er álopið. Her ljóðar, at Páll A. Klett
skarð og Arnbjørn Hansen eru bestu
boðini.
– Eg kann siga so mikið, at teir
hava víst áhuga, men at eg havi ikki
tikið nakra avgerð um komandi
kappingarár enn. Sum nú er, so spæli
eg við KÍ og havi tað øgiliga gott her
norði. Vit hava eitt lið í menning og
eitt gott venjaratoymi. Eg havi verið
sáttmálambundin síðani 2012. Nú
verður arbeitt uppá hvat skal henda
til komandi ár. So tað má tíðin bara
vísa, sigur Páll A. Klettskarð.
Eisini Arnbjørn Hansen hevur
áhuga úr Víkingi. HB hevur ikki
gjørt sáttmálar fyri komandi ár, og tí
er framvegis ikki greitt um Arnbjørn
spælir har komandi ár.
– Eg havi onga avgerð tikið um
komandi ár. Eg hugsi mest um at
fáa knæið í ordan, so eg sleppi at
spæla fótbólt aftur, sigur Arnbjørn
Hansen, sum hevur sitið uttanfyri við
skaða síðani ólavsøkudystin móti FC
Suðuroy.
Bæði Páll A. Klettskarð og
Arnbjørn Hansen hava havt skaðar
at dragast við hetta kappingarárið.
Símun Rógvi til NSÍ
Símun Rógvi Hansen hevur eftir
øllum at døma gjørt sáttmála við
NSÍ. Símun Rógvi hevur í ár spælt við
B71, men hevur árini frammanundan
spælt í bestu deildini við góðum
úrslitum.
Sum skilst, so leitar NSÍ eftir at
styrkja sær um málmanspostin og
møguliga verjuna. Hóast Tórður
Thomsen og Kristian Joensen báðir
hava sín uppruna í NSÍ, so verður tað
helst heimasandsmaðurin Símun
Rógvi Hansen, sum kemur at verja
málið hjá NSÍ.
Símun Rógvi vil ikki vátta, at hann
skiftir til NSÍ, men váttar at hann
ikki heldur fram í B71. Hann er 28 ára
gamal og hevur umframt B71, eisini
spælt við HB og AB.
Í 2013 stóð hann seg so væl í AB,
at hann bleiv úttikin til landsliðið á
fyrsta sinni. Í 2014 fór hann niður í
lestrarørindum, men kom í ár aftur
til føroyskan fótbólt.
B36 boðaði í dag frá, at Tórður
Thomsen ikki heldur fram í felagnum,
so hann endar eftir øllum at døma í
KÍ. Kristian Joensen hevur í ár spælt
við 07 Vestur, men eitt skifti til NSÍ
hevur ikki veið upp á tal.
NSÍ liggur í løtuni á øðrum plássi
í Effo-deildini.
Tórður Thomsen
gevst í B36
– Tað hevur ikki eydnast okkum at
leingja sáttmálan við Tórð Thomsen,
sum nú fer at roynaseg aðrastaðni
Tað eru greiðu boðini frá B36, nú
tað er vist, at málmaðurin, Tórður
Thomsen, ikki heldur fram hjá B36.
Tað er tó ikki við einum góðum vilja,
at B36 nú letur málmannin fara.
– Vit vilja tó sláa fast, at hetta
verður ikki gjørt fyri ein og hvønn
prís. Vit hava roynt at funnið eina
semju við Tórð um nýggjan sáttmála,
men hetta hevur ikki eydnast, skrivar
B36 á teirra heimasíðu og leggja
aftrat.
– Takk fyri trý framúr ár, Tórður,
og framhaldandi góða eydnu, skrivar
felagið at enda.
Tórður Thomsen hevur vart málið
hjá B36 síðani 2013. Áðrenn hann
skrivaði sáttmála við B36, hevði hann
umboðað eina langa røð av feløgum,
harímillum AB, ÍF, B68, HB og NSÍ.
In.fo skrivaði fyrr í vikuni, at tað
vóru, umframt B36, tvey onnur feløg,
ið kappast um undirskriftina hjá
Tórða Thomsen, nevniliga KÍ og NSÍ.
Nú tá Símun Rógvi Hansen helst
hevur skift til NSÍ, so er bara KÍ eftir
fyri Tórð Thomsen. Skiftur hann til
KÍ, so verður KÍ tað sjeynda liðið í
føroyskum fótbólti, ið hann umboðar.
HB í bíðistøðu
Í løtuni hevur HB ikki sett venjaran
fyri komandi kappingarár. At kalla
allir spælararnir hava sáttmála, ið
endar við kappingarlok í ár. Arbeitt
verður við málinum, men tað er
avgerandi um HB røkkur evropa
luttøku.
– Vit hava boðað spælarunum
frá, at vit eru sinnaðir at fara til
samráðingar. Men tað ber ikki til hjá
okkum, at binda felagið til meiri enn
tað klárar at svara fyri. Tí er umráð
andi at vita, um vit koma í Evropa ella
ikki, sigur Finnbogi Arge, formaður í
HB.
Í vikuni hevur ljóðað, at felagið
hevur verið í samband við Sámal
Erik Hentze um at taka við venjara
starvinum. Tað kennir formaðurin
einki til, men vísir á, at teir eru sera
væl nøgdir við Milan Cimburovic og
Jan Dam.
– Tað kenni eg einki til. Eg kann
siga, at vit hava verið sera fegnir um
arbeiði hjá Milan og Jan. Vit trúgva
upp á okkara egnu venjarar. Nú taka
vit hetta árið fyrst, so taka vit tað
harfrá, sigur formaðurin í HB.
Fyrstur av spælarunum at gera
sáttmála fyri komandi kappingarár,
er U21 landsliðsspælarin Bartal
Wardum. Hann uppvaksin í felagnum,
og hevur í ár spælt ikki færri enn 20
dystir fyri besta liðið hjá HB.
HB er í løtuni í harðari kapping við
KÍ um fjórða plássið, ið gevur atgongd
til Evropa – og ein kekk upp á næstan
tvær milliónir krónur.
Koyringin ov nógv
fyri Markovic
ÍF boðaði mikudagin frá, at serbiski
málverjin, Predrag Markovic, er givin
í felagnum. Felagið skrivar soleiðis
um avgerðina hjá Perdrag Markovic:
– Sum slaturin hevur ljóðað,
so skal tað hervið verða váttað, at
Predrag Markovic er givin í felagnum.
Predrag, sum hevur spælt 20 dystir
fyri okkum í ár, valdi eftir dystin móti
TB at takka fyri seg. Høvuðsorsøkin
var hon, at koyringin millum Havnar
og Fuglafjørð fór við ov nógvari tíð.
Vit skulu nýta høvið at takka Predrag
fyri tíðina í Fuglafirði, og ynskja
honum alt tað besta framyvir, skrivar
felagið á heimasíðuni.
Til dystin móti KÍ, sum endaði
1-1, stóð 19 ára gamli Tóri T. Traðará
í mál. Hann hevur fyri tað mesta
hevur spælt við 2. deildar liðnum.
Hann hevur í kvøld skrivað undir
sáttmála, sum er galdandi fyri restina
av kappingarárinum.
– Tóri er úr Fuglafirði. Tað sostatt
ein av okkara egnu leikarum, ið vit
seta við nú. Tað skal hervið verða
ynkst Tóra hjartaliga tillukku við
sáttmálanum, og somuleiðis verður
hon ynskt góða eydnu, skrivar felagið
á heimsíðuna.
ÍF spælir sunnudagin móti AB í
Effo-deildini. Ein dystur, sum Rás2
sigur frá.
trondur@sosialurin.fo