Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-17, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. september 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. september 2015 sosialurin 107 38 Ikki við: Hørður Askham (langtíðarskaddur) Ivasamur: Høgni Eysturoy (lærkrikin) Ikki við: Pál M. Joensen (knæið, langtíðarskaddur), Arnbjørn Hansen (knæið, langtíðarskaddur), Andrew av Fløtum (hælsinan, óvist) Ikki við restina av árinum: Súni Olsen (Brotið armin), Filip Djordjevic (Knæskaði), Hanus Jacobsen (Knæskaði), Bárður Hansen (Knæskaði), Hans Jørgen Djurhuus (Økslin) og Finnur Justinussen (Fluttur av landinum) Ikki við: Árni Frederiksberg (leikbann) Andras Frederiksberg (lærkrikin, restina av árinum) ikki við: Tóki Johannesen (restina av árinum), Ólavur H. Ejdesgaard (lyska). Við aftur: Árni G. Olsen (eftir leikbann) Jóannes Hansen S unnudagin varð tað staðfest, at B36 er besta liðið í 2015 og harvið føroyameistari. Hetta er 11. FM heitið, sum árstals­ felagið í Gundadali vinnur, og sum tað so ofta aftur og aftur er víst á, so er hetta fyrsta ferðin, at tað er eydn­ ast B36 at vinna FM tvey ár á rað. HB hevur vunnið 22 FM, KÍ hevur vunnið 17 FM, og B36 er á triðja plássi við 11 FM heitum. Síðani 2000 hava fimm feløg verið meistarar: HB (7), B36 (5), EB/Streymur (2), VB (1) og NSÍ (1). FM steypið hevur staðið í Gunda­ dali trý tey seinastu árini. Í 2012 vann EB/Streymur FM, og nú er greitt, at tað ikki verður sunnudagsfótbóltur við Margáir næsta kappingarár. Sambært støðutalvuni eru tey bæði feløgini uttanfyri høvuðsstaðin, sum eru best før fyri at bjóða meistarunum av, NSÍ og Víkingur. Tey hava saman við meistarunum í B36 tryggjað sær rætt næsta summar at lut­taka í europeisku kappingunum. Í B36 er lagið av fleiri orsøkum í toppi. Ein er, at FM longu er innan­borðs. Síðani 2005 hevur landskappingin verið 27 umfør. Síðani tá er tað ongantíð komið fyri, at tað er eydnast einum felag at vinna FM heitið longu í 24. umfari. Ein onnur orsøk til góða lagið í B36 húsinum er, at felagið undan kappingarbyrjan ikki hevði roknað við, at tað skuldi eydnast at vinna FM. Málið var aftur í 2016 at vera við í europeisku kappingini, sum fýra tey fremstu eiga rætt til. Triðja orsøkin til góða lagið millum tey svørtu og hvítu er, at tað í hesi vikuni eydnaðist at fáa undirskriftina frá meistaravenjaranum Eyðuni Klakstein uppá, at hann eisini verður B36 venjari í 2016, og at Jákup á Borg hevur skrivað undir uppá, at hann – umframt at spæla – eisini verður hjálparvenjari í 2016. Og fjórða orsøkin til góða B36 lagið er, at felagið nú fær meiri enn hálva fjórðu millión á konto frá UEFA. Meiri enn sjey milliónir í tvey ár er ikki hissini pengar. Stóra fíggjarliga inn­spræningin ber við sær, at B36 er skuldarfrítt, og at felagið eigur tøkan pening. Harvið er tað so nógv lættari hjá felagnum at arbeiða. Fokus á 2016 Tað er lítið sannlíkt, at støðutalvan verður serliga nógv broytt frá tí, sum hon sær út nú, og til sum hon fer at síggja út leygardagin 3. oktober, tá ið síðsta bríksl hevur verið í 27. umfari. Tveir týdningarmiklir spurningar bíða eftir at verða formliga svaraðir. Annar er, um tað verður AB ella FC Suðuroy, ið fer at flyta niður. Hin er, um tað verður KÍ ella HB, sum skal vinna síðsta europeiska atgongu­ merkið. Eftir 24 umfør er FC Suðuroy á veg úr bestu deildini, og HB hevur kós í europeisku kappingina. HB formaðurin, Finnbogi Arge, segði í vikuni við in.fo, at spurn­ing­ urin um europeisku luttøkuna skal svarast, áðrenn felagið fer at skriva undir sáttmálar fyri næsta kapp­ ingar­ár. Í fyrrakvøldið varð sáttmáli undir­skrivaður við 18 ára gamla Bartal Wardum. Hann er ein av ungu spælarunum, sum tað í øðrum feløgum er áhugi fyri. Tí hevur HB tryggjað sær, at hann heldur fram í felag­num, og at hann ikki verður at síggja í øðrum felag. Eitt nú hevði tað kenst meint, um hann næsta kapp­ ingarár var í B36! Í fyrrakvøldið skrivaðu Sámal Erik Hentze og Víkingur undir sátt­ mála, sum ber við sær, at Sámal Erik verður Víkinga venjari í 2016. Tað var ikki gamalt, at ein venjari, sum hevur ábyrgdina av einum liði í tríggjar dystir aftrat, varð almanna­kunn­ gjørdur í einum øðrum felag. Soleiðis er tað nú, hóast AB framvegis stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting. Tað eru nýggjar tíðir. Dreymurin hjá steypavinnarunum fýra tey seinastu árini í Víkingi er at vinna fyrsta FM heitið til felagið. Sámal Erik hevur áður vunnið FM við bæði HB og B36. Samstarvið millum Víking og Sámal Erik, ið hevur Sorin Anghel við sær í Sarpugerði at vera hjálparvenjari, leggur upp til, at nú skal Víkingur av álvara bjóða høvuðsstaðarfeløgunum av. B36 og HB hava vunnið FM seks av sjey teim­ um seinastu árunum. Síðani summarsteðgin og ser­liga síðani sunnudagin er nógv trolað, men í fleiri feløgum er venjara­spurn­ ingurin ikki svaraður – í hvussu so er ikki formelt. Umframt Eyðun Klakstein í B36 og Sámal Erik Hentze í Víkingi er sáttmáli fyri 2016 millum Páll Guðlaugsson og TB og Paula Poulsen og Skála. ÍF, NSÍ, B68 og AB ella FC Suðuroy arbeiða við at loysa venjara­spurningin. Tá ið Mikkjal Thomassen og KÍ síðsta heyst skrivaðu undir, var talan um eitt ára sáttmála, men tað lá í kortunum, at talan skuldi verða um samstarv í fleiri ár. Milan Cimburovic og HB hava sáttmála fyri tað, sum er eftir av hesum árinum. HB formaðurin hevur givið ábendingar um, at ætlanin er í 2016 at halda fram við samstarvinum. Tá ið feløgini skulu leggja ætlanir fyri næsta kappingarár og harvið finna nýggjar spælarar, sum kunnu vera við til at styrkja um liðið, er tað heilt avgerandi, at hetta verður gjørt í samráði við venjararnar. Tað sigur seg sjálvt, at tað er fyrimunur fyri nevnd og venjara og eisini møguligar nýggjar spælarar, at samstarvið millum nevnd og venjara er komið upp á pláss, áðrenn spælarasáttmálar verða undirskrivaðir. TB skal reisa seg eftir sjey rakar dystir TB - NSÍ Kári J. á Høvdanum Sunnudagin klokkan 15.00 Sunnudagin vísti TB framúr hugburð í Gundadali ímóti B36, sum at enda vann 2-1 og harvið tryggjaði sær FM heitið. Í sjey umførum á rað er TB farið av vøllinum, uttan at tað er eydnast at vinna fulla úrtøku. Tað er merkisvert, at TB av sjey teimum seinastu ferðunum bara hevur spælt tvær ferðir á heimavølli. Í báðum førum er tað endað 1-1, og í báðum førum hevur TB javnað í evstu løtu – KÍ sjálvmál til 1-1 í 86. minutti, og Patrik Johannesen til 1-1 ímóti ÍF í 91. minutti. Umframt í báðum heimadystunum er tað seinastu ferðirnar endað við tveimum javnleikum á útivølli. Síðsti TB sigurin var á heimavølli 27. juni, tá ið tað á jóansøku endaði við 3-2 sigri á EB/Streymi. Síðani kappingin í 2005 varð víðkað til 27 umfør, er NSÍ seks ferðir endað á fjórða plássi. Umframt FM heitið í 2007 er besta endastøðan bronsuplássið í 2010. Tað er longu greitt, at NSÍ í hvussu so er fer at vinna bronsu í ár. NSÍ er á øðrum plássi – trý stig og betri málmun framman­fyri Víking – og úrslitið við Stórá hevur stóran týdning fyri enda­ støðuna. At Árni Frederiksberg sá reytt í LIÐ TÍÐINDI B36 HB Víkingur NSÍ EB/Streymur Fótbóltur Ongantíð áður, síðani kappingin varð víðkað til 27 umfør, hevur FM spurningurin verið so tíðliga svaraður, sum hann er tað í 2015, nú tað er lítið sannlíkt, at tað fara at verða serliga stórar broytingar Upptakt til Effodeildina ítróttur Nú er fokus á næsta kappingarári