hósdagur 17. september 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
39
Ikki við: Sørmundur Kalsø
(skaddur í økslini),
Páll A. Klettskarð
(langtíðarskaddur)
Ivasamur: Tórur Justesen
(vøddaksaddur)
Ikki við:
Hallgrím G. Hansen (Skaddur),
Predrag Markovic (Givin),
Ari Ellingsgaard
(Burturstaddur í skúla)
Ivasamir: Bartal Eliasen (Baklær)
John Daniel Guðjónsson (Baklær)
Ikki við: Bárður Olsen
(knæ, restina av árinum)
Ivasamur: Dion Splidt(økslin),
Kristin R. Mouritsen (skinnabeini)
Ikki við: Martin Tausen
(karantenu)
Við: Kofi Appiah (fingið arbeiðs-
og uppihaldsloyvi)
Ikki við: Høgni Madsen (leikbann)
og Heri Kjærbo (leikbann)
steypafinaluni kemur illa við. Um
framt at hann hevur skorað níggju
mál, hevur hann lagt upp til nógv av
teimum 21 málunum, sum Klæmint A.
Olsen hevur skorað. Í málleysa javn
leikinum ímóti HB sunnudagin var
saknur í Árna, sum eisini sunnudagin
verður leikbannaður.
TB: NSÍ (h), EB/Streymur (ú)
og Víkingur (h)
NSÍ: TB (ú), KÍ (h) og AB (ú)
Atgongumerkið hongur
fyri nøsini á AB
AB - ÍF Alex Troleis
Sunnudagin klokkan 15.00
Tvey av feløgunum, sum hetta kapp
ingarárið hava skift venjara, hittast
á Argjum. Við 1-1 á heimavølli ímóti
KÍ síðsta sunnudag tryggjaði ÍF sær
mest sum plássið í fremstu røð. Tað
skal ganga verri enn illa hjá Jákupi
Mikkelsen og hansara monnum, um
fuglfirðingar fara at flyta niður.
Eftir tepra 2-1 heimasigurin í
lyklauppgerðini ímóti FC Suðuroy
sær tað ljósari út hjá AB, enn tað
hevur gjørt fyrr í ár:
– Nú er tað upp til okkum sjálvar
at gera av, um vit skulu varðveita
plássið. Enn er setningurin ikki lokin,
og tað vita spælararnir væl, sigur
Sámal Erik Hentze, sum í tríggjar
vikur aftrat verður venjari á Argjum.
Tvær ferðir fyrr í ár er tað endað
javnt millum hesi bæði feløgini: 1-1 á
Argjum og 3-3 í Fuglafirði, har AB var
frammanfyri bæði 2-0 og 3-1.
AB: ÍF (h), B36 (ú) og NSÍ (h)
ÍF: AB (ú), FC Suðuroy (ú) og B36 (h)
Soltið ár og góðtikin úrtøka
HB - EB/Str. Petur Reinert
Sammett við tað, sum tað undan
kappingarbyrjan varð roknað við, er
hetta kappingarárið kiksað hjá HB, ið
av teimum flestu varð roknað at vera
størsti FM favoritturin.
Burtursæð frá totalt kiksaða
2011 er úrtøkan hjá HB í 2015 tann
soltnasta í 24 umførum, síðani kapp
ingin í 2005 varð víðkað úr 18 og til 27
umfør. Kortini er tað framvegis upp
til HB at gera av, um europeiskur fót
bóltur eisini verður á dagsskrá í 2016.
Fleiri ferðir seinastu vikurnar
hava europeisku atgongumerkini
hingið í klønum tráði, men nú eru
tey tætt undir borðinum. Tað er meiri
enn góðtikin úrtøka, tá ið havt verður
í huga, hvussu gongdin annars hevur
verið.
Hjá EB/Streymi er dagsskráin
at siga bestu deildini farvæl upp so
sannførandi, sum tað á nakran hátt
ber til. Sunnudagin eydnaðist tað at
vinna 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi.
Tann sigurin er góður íblástur hjá
ungu monnunum og Eliesari Olsen,
sum næsta ár fara at stríðast fyri at
spæla seg upp aftur í bestu deildina.
HB: EB/Streymur (h), Víkingur (ú)
og FC Suðuroy (h)
EB/Streymur: HB (ú), TB (h)
og KÍ (ú)
Víkingar ganga á høkjum
Víkingur - FCS: Erlendur Eiriksson
Sunnudagin klokkan 15.00
Stóra avbjóðingin hjá Sigfríði
Clementsen í Sarpugerði verður hesar
síðstu vikurnar í venjarastarvinum at
fáa spælararnar at hava fokus á upp
gávunum, sum standa fyri framman.
Síðsta sunnudag dumpaði Víking
ur á útivølli ímóti EB/Streymi:
– Spælararnir vildu fegnir dríva
á og vinna, men teir megnaðu tað
ikki. Eftir langt kappingarár og
europeiskar uppgávur í summar
steðginum og sigur í steypafinaluni
tykist orkan at vera uppi, staðfestir
Sigfríður Clementsen. Hann varð
venjari í Sarpugerði á sumri í 2013,
og síðani hevur hann verið við til at
vinna tríggjar steypafinalur og eitt
bronsumerki í landskappingini.
Um tað í ár verður silvur ella
bronsa valdast eitt nú um úrtøkuna
ímóti FC Suðuroy, sum fyrr í ár
tapti 4-0 í Gøtu. Eftir tepra sigurin á
Argjum sunnudagin er tað ikki bara
upp til FC Suðuroy at gera av, um liðið
eisini í 2016 skal verða partur av bestu
deildini.
FC Suðuroy skal vinna trý stig
og betri málmun inn á AB í trimum
teimum seinastu umførunum, sum
liðið skal sleppa undan niðurflyting.
Víkingur: FC Suðuroy (h), HB (h)
og TB (ú)
FC Suðuroy: Víkingur (ú), ÍF (h)
og HB (ú)
Meistararnir í Klaksvík
KÍ - B36 Páll Augustinussen
Sunnudagin klokkan 15.00
Sunnudagin var rómur í Gundadali, tá
ið B36 og Eyðun Klakstein tryggjaðu
sær FM heitið. At talan er um sann
førandi FM verður undirstrikað av,
at tað ongantíð áður er komið fyri, at
FM vinnarin er funnin eftir 24 umfør.
Avbjóðingin hjá B36 er, um tað ber
til at halda fokus, nú FM er komið til
høldar:
– Vit tosaðu um hetta undir venj
ing mánakvøldið. Tað var hugaligt, at
spælararnir góvu til kennar, at teir
eru sinnaðir at runda kappingarárið
av við manér. Tað ber ikki til at røkka
2011 úrtøkuni, sum var 67 stig og met.
Vit hava 57 stig, so tað ber til at røkka
fram ímóti metinum. Ítróttarliga er
tað eisini rættast ímóti hinum feløg
unum, at vit fokusera fult og heilt á
avbjóðingunum, sigur B36 venjarin
Eyðun Klakstein.
Tað er greitt, at Tórður Thomsen
ikki verður B36 málverji í 2016, og at
Trygvi Askham fer at halda fram í
felagnum. Tí er tað ikki óhugsandi, at
Trygvi fer at fáa møguleikan millum
stólparnar í onkrum av dystunum,
sum eru eftir.
Í Klaksvík iðra teir seg um, at tað
ikki er eydnast at taka fjórða plássið
frá HB. Møguleikarnir hava verið til
tað, men KÍ hevur ikki tikið av.
Í fjør kendist tað vera vónbrot, at
úrtøkan var sætta pláss og 36 stig.
Tað er longu greitt, at KÍ fer at enda á
fimta ella kanska fjórða plássi. Í stiga
posanum eru 35 stig. Hvussu nógv
fleiri stig enn í fjør vera í posanum, tá
ið hetta kappingarárið verður liðugt,
er millum annað treytað av, hvussu
tað fer at roynast ímóti meistarunum
í B36 og gamla KÍ venjaranum Eyðuni
Klakstein.
KÍ: B36 (h), NSÍ (ú)
og EB/Streymur (h)
B36: KÍ (ú), AB (h) og ÍF (ú)
KÍ
ÍF
AB
TB
FC Suðuroy
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
B36
24
17
6
1
54
20
+34
57
2
NSÍ
24
14
5
5
66
34
+32
47
3
Víkingur
24
12
8
4
60
32
+28
44
4
HB
24
9
10
5
33
28
+5
37
5
KÍ
24
9
8
7
41
35
+6
35
6
ÍF
24
5
11
8
39
46
-7
26
7
TB
24
4
12
8
32
41
-9
24
8
AB
24
4
10
10
30
37
-7
22
9
FC Suðuroy
24
5
4
15
33
61
-28
19
10 EB/Streymur
24
2
4
18
24
78
-54
10