hósdagur 17. september 2015síða 40
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. september 2015
sosialurin 107
40
T
ey vóru fólkalig, ikki flótta
fólkalig, men bara fólka
lig, tey 4.000 flóttafólkini,
kvinnur, børn, tannáringar,
gomul og menn, sum flýddu til Dan
markar úr Føroyum fyrrapartin í níti
árunum.
Tey høvdu lært og dugdu, at í
øðrum londum galda tær lógir, sum
tað landið hevur gjørt, og tær eiga at
vera virdar. Føroyingar eru lóglýdnir.
So tey fóru ikki til gongu eftir
motorvegnum úr Kastrup. Tey leigaðu
sær hýruvogn.
Tey settu heldur ikki kósina suður
eftir eftir bygdarvegnum úr Hanst
holm.
Tey skuldu heldur ikki víðari, tí
tey vistu, at einki land í heiminum
var, ella er, betri enn Danmark.
Tey vóru bara fegin, tí Dan
mark skoytti um tey.
Tey vóru nógv. Men tey
gjørdu, sum teimum varð sagt,
trælalyndi ella ikki. Æra skalt
tú móður tína.
Og eingin er sendur aftur til Føroya,
hóast nú er friður í Føroyum. Tey
funnu skjól.
Nú er nýggjasta skotið hjá kaffe
lattefólkinum, at vit eiga at fáa
flóttafólk til Føroya, ikki bara
føroyingar í Danmark, men
eisini flóttafólk og immi
grantar (eingin veit,
hvør munurin er) úr
Langtburturistan.
Tey, sum ivast, ella bart út siga nei
takk, eru sjálvandi hjartaleysir rasistar.
Eg ivist, so eg eri rasistur.
Vit eiga bara at minnast til at
steingja Vágatunnilin og Eystaru
bryggju fyri bilum, tá tey koma í land
og fara til gongu, tí tey vilja til Íslands.
Flóttafólkainnrásin í Evropa steðgar
ongantíð. So leingi USA eru til, og allar
religiónir og allar teirra bøkur ikki er
grivnar í helviti, verða kríggj og kúgan
og yvirgangur og fólk, sum rýma úr
egnum landi.
Í Føroyum er eingin neyð. Øll hava
nóg mikið, eisini hálvgum foreldraleys
børn og fólkapensjónistar í stórum
húsum, so vit hava saktans ráð og um
støður at fáa flóttafólk higar og gera
teimum tað flótt eftir flóttan.
Kanska eru nakrir serlæknar mill
um flóttafólkini.
Føroyingar, sum grenja um, at ov
fáir serlæknar eru í Føroyum, velja teir
í løgtingið.
Tá flóttafólk eru komin higar og
hava fingið friðskjól her, eiga vit ikki
at krevja, at tey fara at góðtaka okkum,
bara tí at vit goðtaka tey og teirra krøv.
Tað fyrsta, tey læra í Føroyum, verður
at krevja. Tað duga føroyingar betur
enn tey flestu.
Er onkur IS maður uppií, fer hann
at krevja grindapass, licence to kill, og
neongulan vest, tí teimum dámar so
væl at skera á háls, hasum monnunum.
Og so torir Sea Shepherd heldur ikki at
koma aftur.
Í Føroyum verður flótt hjá flótta
fólkum.
Men ikki hjá nógvum øðrum er flótt
í Føroyum.
Tak suðringar til dømis, sum noyð
ast at gjalda heilar 80 krónur fyri at
sleppa til Havnar og suður aftur. Í Dan
mark, har sum alt, alt, er bíligari enn í
Føroyum, kostar ein slík ferð bara 400
krónur.
Ella tey, sum ikki sleppa at gifta seg,
sleppa ikki at skerja sítt egna frælsi,
tí tey viðurkenna ikki, at Bíblian er
grundlógin í Føroyum, ikki tann danska
grundlógin og ei heldur tann føroyska,
sum hevur ligið og andøvt nú í 20 ár, og
ein heil samgonga billar sær inn verður
liðug í oktober 2017.
Spyrt tú meg, og tað gert tú sjálv
andi ikki, tí eingin leggur í aðrar mein
ingar enn sínar egnu. Heldur ikki tey,
sum gremja seg um, at eingin kjak
mentan er í Føroyum.
So spyrji eg meg, og tað geri eg nú,
so svari eg mær, at USA eiga at taka øll
flóttafólkini, hvørt einasta eitt, tí USA
skaptu Taleban, Al Keida, næstan
navnan hjá forsetanum, IS og øll onnur
harkalið í Miðeystri og Fjareystri.
USA saman við sínum reyvar
sleikjarum Danmark og Bretlandi.
Har byrjaði alt í navni fólkaræðisins
og frælsisins, og nú kemur enn ein
rokning.
Allur sannleiki er lygn, so leingi ikki
er prógvað, at hann ikki er tað.
Flótt á flótta
Edmund Jacobsen
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
Mynd: heinesen myndir
Yrki: Festivalleiðari og journalistur
Bústaður: Esbjerg
Hvat ætlaði tú at blíva,
tá tú bleivst vaksin?
– Flogskipari
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– Vit menn kunnu ikki gera við, at vit eru svín. Vit vóru føddir
soleiðis. Tað er genetistk.
Hvat áttu børn at vita um at verða vaksin?
– Vit vaksnu vóru eisini óskikkilig sum børn.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
– At gerast festivalleiðari.
Enda setningin: Um eg tordi, hevði eg…
…so hevði eg.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– Um ongin átrúnaður fanst.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– At eg enn eri romantikari um ein háls. Helt, at tann fasan
langt síðani var farin í søguna fyri mítt viðkomandi.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
– At eg slett ikki eri vorðin so
kyniskur, sum eg helt meg verða.
Lívið er framvegis heilt fantastiskt
og kann taka meg á bóli – gera
meg ovfarnan uppá tann góða
mátan.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at eg…
…havi ov nógvar lastir. Sigarettir og alkohol gera ongum nakað
gott – tað er dýrt og ringt fyri heilsuna.
Enda setningin: Føroyingar áttu at…
…fevnt um fjølbroytni. Størri toleransa yvir fyri samkyndum,
fremmandum og øðrvísi menniskjum hevði ført til eitt meira
kreativt og hjartaligt samfelag, sum hevði gagna samfelagnum
stórliga.
baksíðan