Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Tað er enn ikki greitt um nevndirnar í tinginum nú verða valdar umaftur, eftir at Annika Olsen, sunnukvøldið tók seg úr Framsókn og legði frá sær, sum formaðurí fíggjarnevndini. Framsókn hevði tryggjað sær sessin, meðan flokkurin hevði tríggjar tinglimir. Nú eru bert tveir eftir. Flokkurin fekk tveir formanssessir, tí flokkurin hevðåi trý tingfólk. Nú eru tvey eftir og samgongan arbeiðir í løtuni við, hvat skal gerast við politisku støðuna. Frágreiðingin um nevnd– arvalini er gjørd áðrenn tíð– indaskrivið kom frá Anniku Olsen um at hon tekur seg úr Framsókn. Formaðurin í fíggjarnevnd– ini situr í mest týdningarmikla starvinum í Løgtinginum. Tí er tað óhugsandi, at ein flokk– ur hevði sett ein ógvuliga lítið royndan politikkara í for– manssessin – og hvørgin av hinum tingkvinnunum hjá flokkinum hava serliga drúgvar royndri á tingi. Hanna Jensen, sum nú er formaður í Mentanarnevndini, hevur verið inni á tingi nakrar ferðir í farna valskeiði, tá ið formaðurin hevur verið burt– urstaddur, meðan Ruth Vang fyri fyrstu ferð nú hevur tikið sætið á tingi. Kappast um sessirnar Men sjálvur dagurin, tá ið nevdarsessirnir verða býttir millum samgongu og andstøðu, hevði ikki bert eitt spæl um formannin í fíggj– arnevndini. Ein heilur dagur fór hjá flokkunum á tingi, tá ið arbeitt var við at fáa kabalina at ganga upp. Serliga verður tosað um tær tríggjar størstu nevndirnar. Hvør skal hava formannin í fíggjarnevndini, uttanlands– nevndini og vinnunevndini. Hesar tríggjar nevndirnar hava stórt vald og stórt samtarv við umsiting og vinnu. Framsókn fekk sum nevnt formansskapin í fíggjar– nevndini, meðan Tjóðveldi fekk uttanlandsnevndina og Javnaðarflokkurin fekk vinnu– nevndina. Anita á Fríðriksmørk fekk vegna Tjóðveldi formanssessin í uttanlandsnevndini. Hon sat ikki á tingi í farna valskeiðið, men hevur annars sitið á tingi fyrr, so hon hevur royndir. Uttanlandsnevndin er altíð við uppá ráð, tá ið samráðingar eru við onnur lond – til dømis strandalondini – um fisk og landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum og uttan– ríkismálum verða kallaðir til ráðførslu í nevndini. Stutt sagt kann sigast, at serliga samráðingarnar um makrel hesi seinnu árini, hava altíð verið tryggjaðar av Løgtinginum gjøgnum uttan– landsnevndina. Vinnunevndin er eisini ein nevnd, sum kappast verður um at fáa pláss í. Javnaðarflokkurin fekk formansskapin eftir telving í samgonguni og formaður í nevndini er nývaldi Suður– oyartingmaðarurin, Bjarni Hammer. Hann hevur ikki royndir úr landspolitikki, men er frammanundan næstformaður í Tvøroyrar býráð. Sterkt mannaðar Lætt er at siga, at hesar nevndirnar hava høga tign, men tað verður eisini váttað, tá ið hugt verður eftir, hvønn flokkarnir hava valt í nevnd– irnar. Hyggja vit fyrst at fíggj– arnevndini, so eru tað drivnir og royndir politikkarar, sum manna nevndina. Javnaðarflokkurin hevur tveir limir og teir eru Helena Dam á Neystabø og Kristin Michelsen. Bæði hava royndir úr Løgtinginum, og Helena Dam á Neystabø hevur eisini royndir sum landsstýriskvinna. Kristin Michelsen er býráðs– formaður á Tvøroyri og er vanur at arbeiða við fíggjar– ætlanum. Hinir flokkarnir hava bert eitt umboð hvør. Nývaldi Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, umboðar Tjóð– veldi. Hann hevur nakrar fáar ferðir havt sæti á tingi, men er annars eins og borgarstjórin á Tvøroyri vanur at gera fíggjarætlan. Sostatt hevur andstøðan fýra av sjey nevndarsessum, meðan andstøðan hevur tríggjar. Teir eru allir garvaðir og royndir politikkarar. Bill Justinussen, Miðflokkurin, hevur sitið leingi í fíggjar– nevndini og Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, var for– maður í nevndini í farna val- skeiði. STÓRI POLITIK NEVNDIRNAR V Tað er stríð millum samgongu og andstøðu, tá ið tingnevndirnar verða valdar, men tað er so sanniliga eisini stríð millum tingfólk innanfloks um nevndarssessirnar POLITIKKUR