Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108 KKDAGURIN TÁ ERÐA VALDAR Triði limurin er Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin. Hann var landsstýrismaður við fiskivinnumálum í farna valskeiði og er vanur at møta til fundar í uttanlandsnevndini og eisini í fíggjarnevndini. Fíggjarnevndin fær øll lógaruppskot, sum kosta pen– ing, til viðgerðar, umframt at øll fíggjarnevndin fær viðgerð har. Í ár gerst valdið uppaftur størri, tí val hevur verið og tí hevur landsstýrið onga tíð at gera nýggja fíggjarlóg. Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2016 skal vera umsitingini í tinginum í hendi síðst í hes– um mánaðinum, so talan verður bert um eina tekniska framskriving av fíggjarlógini – eitt sindur justerað í mun til samtyktu fíggjarkarmarnar. Reelt vil tað siga, at tað verður fíggjarnevndin, sum ger fíggjarlógina fyri næsta ár og tað verður fíggjarnevndin, sum setir politisku fingramerkini á, hvussu samfelagið skal rekast í 2016. Tí áliggur formanninum í nevndini ein stór ábyrgd at fáa nevndina at virka. Eitt samstarv millum samgongu og andstøðu byrjar oftast í fíggjarnenvndini. Uttanlands- og vinnunevndin Uttanlands- og vinnunevnd– irnar eru eisini sterkt mann– aðar. Í uttanlandsnevndini eigur Tjóðveldi tveir limir. Um–framt Anitu á Fríðriksmørk er Bjørt Samuelsen limur. Hon hevur drúgvar royndir sum bæði tingkvinna og landsstýris– kvinna. Javnaðarflokkurin hevur valt Heðin Mortensen, bý– ráðsformann í Havn í vinnu– nevndina, meðan andstøðan hevur fýra limir. Kári P. Højgaard hevur fingið sæti í nevndini, tí Nýtt Sjálvstýri gjørdi valbólk við samgonguna. (sí meira um tað á síðuni) Hinir tríggir andstøðulim– irnir eru Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin, Kaj Leo Holm Johannesen og Magni Laksá– foss, Sambandsflokkurin. Jákup Mikkelsen var formaður í nevndini í farna valskeiði. Kaj Leo Holm Jo– hannesen var løgmaður og var mangan til ráðførslu í nevndini og Magni Laksáfoss hevur royndir sum tingmaður og landsstýrismaður. Vinnunevndin fekk Bjarna Hammer, sum formann. Bjarni Hammer, Javnað– arflokkurin, er nýggjur í landspolitikki, men Javn– aðarflokkurin, sum fekk for– mansskapin í nevndini, valdi at vísa nýggja tingmanninum álit við at lata honum for- manssessin í vinnunevndini. Tjóðveldi fekk tveir limir í nevndina – Magna Arge og Bjørt Samuelsen. Bjørt Sam– uelsen hevur áður sitið við vinnumálum í landsstýrinum, meðan Magni Arge er nývaldur. Hann hevur í sínum borgarliga yrki tikið lut í føroyska vinnulívinum og hevur verið nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Partvís verður nevndar– sesssurin hjá magna Arge røktur av Ingolfi Iolsen, sum kemur á ting, tá ið Magni Arge er í Fólkatinginum. Eisini í vinnunevndini fekk samgongan bert tríggjar limir, orsaka av valbólkinum við Nýtt Sjálvstýri. Limur í vinnunevndini fyri Nýtt Sjálv– stýri er Bárður Kass Nielsen, sum kom á ting fyri Jógvan Skorheim, sum hevur farloyvið so leingi hann situr sum borg– arstjóri í Klaksvík. Hinir tríggir limirnir í vinnunevndini eru Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum og Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum. Allir tríggir royndir politik– arar. POLITIKKUR Rokan var hendan dagin, tá ið tingnevndirnar skuldu mannast →