mánadagur 21. september 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
POLITIKKUR
Andstøðan mannar nú
landsstýrismálanevndina
Valbólkasamstarvið millum Nýtt Sjálvstýri og samgonguna ger, at andstøðan
hevur formann og meirluta í landsstýrismálanevndini
Árni Gregersen
Landsstýrismálanevndin
verður ikki altíð so nógv
vird, men serliga í seinasta
valskeiði fekk hon stóra
ávirkan.
Tað var landsstýrismála–
nevndin, sum kravdi at ein
kannignarstjóri var settur
at kanna handfaringina av
tunnilsmálinum.
Andstøðan hevði tá for–
mansskapin í nevndini, með–
an samgongan hevði tveir av
trimum limum.
Nú er Bárður Kass Niel–
sen, Nýtt Sjálvstýri, valdur til
formann í nevndini, meðan
hinir báðir limirnir koma
ávikavist úr samgongu og
andstøðu.
Anita
á
Fríðriksmørk,
Tjóðveldi, umboðar sam–
gonguna, meðan Magnus
Rasmussen,
Sambands–
flokkurin umboðar andstøð–
una.
Landsstýrismálanevndin
skal hava eftirlit við lands–
stýrisfólkunum.
Í
stýris–
skipanarlógini stendur:
§ 38. Løgtingið setur eina
tríggja manna nevnd av løg–
tingsmonnum at hava eftirlit
við, at starv landsstýrisins
verður útint á lógligan hátt.
Stk. 2. Hevur nevndin
illgruna um, at óregluliga
hevur verið atborið, kann
hon krevja, at løgtings–
formaðurin setur ein kann–
ingarstjóra, sum ikki hevur
dómsmyndugleika.
Hann
skal, eftir at hann hevur
kannað málið, gera eina
frágreiðing
til
løgtingið,
hvørt fyrisitingin í ávísum
máli er útint á lógligan
hátt. Tveir fimtingar av
løgtingsmonnunum kunnu
skrivliga seta fram sama
krav.
At
andstøðan
hevur
meirlutan í nevndini kann
gera, at nevndin fær størri
virðing, tí nú kann andstøðan
taka mál upp, um hon heldur,
at landsstýrisfólk ikki halda
teirra skyldu.
Andstøðan hevur so eisini
meirlutan og kann krevja, at
ein kanningarstjóri verður
settur.
Fingu nógv úr samsstarvi
við samgonguna
Hóast aftur–
gongd í prosent–
um av atkvøðum,
so fekk Nýtt
Sjálvstýri
tveir tinglimir.
Valbólkur við
samgonguna gav
teimum fleiri
nevndarsessir
Árni Gregersen
Tað kann virka eitt sindur
løgið, men Nýtt Sjálvstýri
hevði minni part av samlaðu
atkvøðunum á valinum 1.
september enn fyri fýra
árum síðani, men kortini
fekk flokkurin ein tingmann
afturat.
Upprunaliga var flokurin
við í samráðingunum um
samgongu, men eftir nakrar
dagar boðaði formaðurin
frá,
at
flokkurin
hvørki
kundi taka undir við ætlaða
fiskivinnupolitikkinum ella
við broytingum í hjúna–
bandslógini.
Jógvan Skorheim er farin
í farloyvi fyri at røkja starvið,
sum borgarstjóri í Klaksvík.
Býráðið vildi ikki geva hon–
um undantaksloyvi at røkja
báðar sessirnar.
Í hansara stað er Bárður
Kass Nielsen komin í ting–
bólkin saman við Kára P.
Højgaard.
Tá
ið
tingnevndirnar
skuldu mannast, valdi ting–
bólkurina t fara í valbólk við
samgonguni heldur enn við
andstøðuni.
Andstøðupolitikkararnir
vóru ikki serliga fegnir um
hetta, men tá ið velajst skuldi,
so fekk Nýtt Sjálvstýri sín
part av nevndarsessunum.
Bárður
Kass
Nielsen
verður formaður í lands–
stýrismálanevndini, meðan
Kári P. Højgaard verður
formaður í útnorðurnevnd–
ini.
Har afturat er Kári P.
Højgaard limur í uttan–
landsnevndini og Bárður
Kass Nielsen í vinnunevnd–
ini.
Lógaruppskot
Í avtaluni við samgonguna
hevur Nýtt Sjálvstýri telvað
seg til aðrar fyrimunir.
Ein av teimum er fyri–
mununum er, at samgongan
skal taka undir við einum
lógaruppskoti,
sum
Nýtt
Sjálvstýri fer at leggja fram.
Millum tingfólk ljóðar,
at talan er um eitt grønt
lógaruppskot. Uppskotið fer
at gera tað lættari at hita hús
við øðrum enn vanligari olju,
sum verður gjørt fyri tað
mesta í dag.
Helst snýr tað seg um, at
brúkararnir fara at sleppa
undan
at
gjalda
saman
avgjald av upphitingini, um
hon er alternativ í mun til
olju.
Sonja fekk
tveir sessir
Árni Gregersen
Tað kom óvart á sam–
gonguna og samgongu–
leiðaran, Aksel V. Jo–
hannesen, tá ið ein av
hansara
floksfeløgum,
Sonja Jógvansdóttir, boð–
aði frá, at hon tók seg úr
javnaðarflokkinum.
Samstundis
boðaði
hon tó frá, at hon tekur
undir við samgonguni.
Hendan fráboðan fekk
øði í mong fólk, kanska
serliga í javnaðarflokk–
inum.
Men at hon framvegis
stuðlar framgonguni ger,
at hon sleppur inn í hitan.
Tá ið val var tilting–
nevndirnar
vóru
tað
summi, sum væntaðu, at
hon ongan nevndarsess
fór at fáa, men soleiðis
gekk tð ikki.
Sonja
Jógvansdóttir,
sum altso nú er uttan–
flokka, fekk sæti í tveim–
um nevndum. Hon hevur
pláss í trivnaðarnevndini
og í rættarnevndini.
Annika Olsen er nýggjur formaður í fíggjarnevndini.
Ein formanssessur við stórum valdi
Kári P. Højgaard fekk formansskapin í útnoðurráðsnevndini.
Ein sessur hann er sera glaður fyri
Bárður Kass Nielsen er formaður í landsstýrismálanevndini,
har andstøðan nú hevur meirlutan
Sonja Jógvansdóttir fekk, hóast hon segði
seg úr Javnaðarflokinum, sess í bæði
trivnaðarnevndini og rættarnevndini