Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108 Áki Bertholdsen Fýra dagar var Annika Olsen, løgtingskvinna, limur i Framsókn. Í gjár boðaði hon frá, at hon hevði tikið eina skeiva avgerð og meldaði seg úr aftur flokkinum og er nú leysagangari í Løgtinginum – ja, burtursæð frá, at hon júst nú er farin í farloyvi. Annika Olsen fekk annars væl burturúr, meðan hon hesa stuttu tíðina var limur í nýggjasta tingbólkinum. Tá ið val var til ting– nevndirnar hósdagin, var hon fyrst vald í fíggjar– nevndina og harvið eisini formaður í nevndini, men sum tann einasta nevndin, so skipaði fíggjarnevndin seg ikki hósdagin við formanni og næstformanni. Um tað hevði nakað við ivan hjá Anniku Olsen at gera er óvist, men hon hevur brúkt vikuskiftið at gera status og niðurstøðan er heilt greið: Trýstið er so nógv á henn– ara persón, at hon hevur valt at fara úr Framsókn og taka farloyvi úr tinginum, samstundis sum hon niður– leggur formanssessin hjá sær í fíggjarnevndini. Visti av ongum Tað kom óvart á almenn– ingin, men so sanniliga eisini á formannin í Framsókn, tá ið eitt tíðindaskriv í gjárkvøldið tikkaði inn um at Annika Olsen tók seg úr Framsókn – Eg visti av ongum og havi ikki tosað við Anniku Olsen síðani fríggjadagin. Vit vóru vælnøgd við nevnd– arvalini og alt var í lagi tá, so okkurt er hent, men tað er ikki millum Anniku Olsen og Framsókn, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn. Enn er ógreitt hvat sam– gongan fer at gera, men Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at samgongan hevur 16 limir umframt at Sonja Jógvansdóttir stuðlar sam– gonguni. Hóast tað, so eru tað fleiri praktiskir spurningar, sum skulu loysast. Hvør kemur í fíggjarnevndina í staðinfyri Anniku Olsen? Verður tað Jóan Magnus Rasmussen, sum fær sessin ella verður tað valbólkurin, sum valdi Anniku Olsen í sessin? Ring byrjan Samgongan hevur fingið eina ómetaliga buldruta byrjan. Tann dagin samgonguskjalið var undirskrivað boðaði Sonja Jógvansdóttir, Javn– aðarflokkurin, frá, at hon tók seg úr flokkinum. Hon segði tó samstundis, at hon framvegis stuðlar sam– gonguni. Síðani hendi tað, at Annika Olsen, sum herfyri meldaði seg úr Fólkaflokk– inum eftir at vera vald við á leið 1000 atkvøðum, fór uppí Framsókn sum triði tinglimurin hjá flokkinum. Men tað vardi stutt. Í gjár boðaði hon frá, at trýstið var so ógvusligt, at hon tók seg úr aftur flokk– inum. Annika Olsen vil fegin hava frið og vil tí ikki gera viðmerkingnar til tíðinda– skrivi. Andstøðan Andstøðan stendur sterkari í dag enn í seianstu viku, hóast Sonja Jógvansdóttir enn stuðlar samgonguni. Bæði Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, og Jørgen Niclasen, Fólka– flokkurin, harmast um, at Annika Olsen kennir seg so hart trýstað, at hon noyðist at taka seg aftur. – Vit ætla í hvussu so er at geva samgonguni fair play, tá ið nú nýggjur formaður skal finnast til fíggjarnevndina, sigur Jørgen Niclasen, sum samstundis vísir á, at tað gjørdi samgongan ikki, tá ið nevndarvalini vóru hós– dagin. – Tá fekk samgongan Nýtt Sjálvstýri við í val– bólkin og eg haldi, at hetta er bert gjørt einaferð fyrr í føroyskum politikki, sigur Jørgen Niclasen. Bárður Nielsen sigur, at tá ið tað kemur til við– gerð av fíggjarlógini, so er Sambandsflokkurin sjálv– andi til reiðar at bera lógina gjøgnum tingið. – Men tað er sjálvandi treytað av, at skil er á fíggj– arlógaruppskotinum sum vit skulu viðgera, leggur hann afturat. BUMBUR UNDIR SAMGONGUNI LONGU Í FYRSTU VIKUNI Annika Olsen, sum bert var limur í Framsókn í fýra dagar, er farin í farloyvi og hevur sagt formanssessin í fíggjarnevndini frá sær Fíggjarnevndin 1. Annika Olsen 2. Helena Dam á Neystabø 3. Kristin Michelsen 4. Pauli T. Petersen 5. Jacob Vestergaard 6. Bill Justinussen 7. Bárður Nielsen Uttanlandsnevndin 1. Annita á Fríðriksmørk 2. Bjørt Samuelsen 3. Heðin Mortensen 4. Kári P. Højgaard 5. Jákup Mikkelsen 6. Kaj Leo Holm Johannesen 7. Magni Laksáfoss Landsstýris– málanevndin 1. Bárður Kass Nielsen 2. Annita á Fríðriksmørk 3. Magnus Rasmussen Vinnunevndin 1. Bjarni Hammer 2. Bárður Kass Nielsen 3. Bjørt Samuelsen 4. Magni Arge 5. Jørgen Niclasen 6. Jákup Mikkelsen 7. Bjørn Kalsø Trivnaðarnevndin 1. Katrin Kallsberg 2. Óluva Klettskarð 3. Djóni Nolsøe Joensen 4. Sonja Jógvansdóttir 5. Elsebeth M. Gunnleygs– dóttur 6. Jenis av Rana 7. Kaj Leo Holm Johannesen Mentanarnevndin 1. Hanna Jensen 2. Kristianna W. Poulsen 3. Jónleif Johannesen 4. Óluva Klettskarð 5. Katrin Kallsberg 6. Jógvan á Lakjuni 7. Bjørn Kalsø Rættarnevndin 1. Kristin Michelsen 2. Sonja Jógvansdóttir 3. Ruth Vang 4. Magni Arge 5. Elsebeth M. Gunnleygs– dóttur 6. Edmund Joensen 7. Magnus Rasmussen Ruth Vang, Framsókn, og Jenis av Rana, Miðflokkurin, skulu umboða Føroyar í Norðurlandaráðnum. Og hesi umboða Føroyar í Útnorður– ráðnum: 1. Kári P. Højgaard 2. Annika Olsen 3. Bjørt Samuelsen 4. Jørgen Niclasen 5. Bill Justinussen 6. Magni Laksáfoss Løgtingsgrannskoðarar eru: 1. Jónleif Johannesen 2. Óluva Klettskarð 3. Magnus Rasmussen 4. Jørgen Niclasen Tingnevndirnar »Taki meg úr Fram– sókn« Við hesum verður boðað frá, at eg í dag havi tikið meg úr fíggarnevndini og úr Framsókn. Eg eri sostatt frá í dag at rokna uttanflokka á Løgtingi. Eg havi seinastu dagarnar verið undir ómetaliga stórum persónligum trýsti og ásanni, at tann tíð eg havi havt at umhugsa meg í, hevur verið alt ov stutt. »Sum støðan er, vóru mínar avgerðir at innlima meg i Framsókn og at lata meg velja til formann í fíggjarnevndini ikki rættar. Tískil eiga hes– ar avgerðir at verða rættaðar beinanvegin. Hetta er eftir míni bestu og innastu sann– føring. At nú so stutt eftir valið at gerast p a r l a m e n t a r i s k a grundarlagið undir samgonguni er ikki rætt og er at svíkja mínar veljarar. Mín avgerð at taka meg úr Fólka– flokkinum stendur tó við. Orsøkin til hesa avgerð er, at eg ikki kann taka undir við konservativa struk– turinum í flokkinum. Eftir valúrslitið brast vónin fyri nakrari broyting í førda poli– tikkinum hjá Fólka– flokkinum. Eg fari inniliga at biðja øll, serliga mínar veljarar, um umbering fyri, at eg á løgtingsfundinum seinasta hósdag leyp framav. Fyribils ætli eg mær ikki at gera fleiri viðmerkingar til málið, og fari inniliga at biðja fjølmiðlarnar um at virða hetta. Eg ynski komandi dagarnar at fáa frið saman við mínum nærmastu. Skriv er tí sent Løgtinginum við umbøn um farloyvi.« Annika Olsen POLITIKKUR Annika Olsen