mánadagur 21. september 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Í morgin er ein vika síðani,
at 17 fólk í trimum flokkum
skipaðu nýggja samgongu,
sum
skuldi
»endurskapa
álitið á politisku skipanina«.
Men ongantíð áður hevur so
stórt rumbul verið í so stutta
tíð hjá eini so nýggjari sam
gongu.
Tað er ein undarliga støða
– fyri ikki at siga ein pínlig
støða, sum tær báðar, Annika
Olsen og Sonja Jógvans
dóttir, hava sett ta politisku
skipanina í. Fyrst var tað
Annika Olsen, sum 9 dagar
eftir valið boðaði frá, at hon
tók seg úr Fólkaflokkinum.
Har var hon so illa viðfarin
í sambandi við formansvalið
fyri fýra ásum síðani, segði
hon – hóast hon hevur um
boðað flokkin í landsstýri
num síðan – og sambært
Jørgen Niclasen hevur for
mað politisku valskránna í
sambandi við løgtingsvalið.
Beinanvegin varð gitt,
at hon fór upp í Framsókn.
Men fyri ta tíð, var tað Sonja
Jógvansdóttir,
sum
stjól
myndina við at melda seg úr
Javnaðarflokkinum – sama
dag, sum løgtingið hevði
valt Aksel V. Johannesen til
løgmann, og sama dag sum
hann hevði tilnevnt sær sjey
landsstýrisfólk.
Tað
sigst,
at
Sonja
Jógvansdóttir gav floksfor
manninum boðini umvegis
eini sms-boð 10 minuttir áðr
enn tíðindafundin, har sam
gonguskjalið skuldi undir
skrivast. Tað ljóðar ógvuliga
óbúgvið – men tað sum
er hent síðan bendir á, at
tilgongdin í hesum málinum
hevur verið stak óbúgvin og
sera illa umhugsað hjá Sonju
Jógvansdóttir, sum hevur
handlað í óðum verki uttan
at hugsa um avleiðingarnar,
tað kann fáa fyri tey mál,
sum hon bjóðaði seg fram at
verja.
96 tímar í
nýggjum flokki
Á fyrsta tingfundi, sum varð
hildin eftir at nýggja sam
gongan varð skipað, boðaði
Annika Olsen frá, at hon
nú ikki longur var uttan
flokkatingfólk, men partur
av tingmanningini hjá Fram
sókn. Hetta var 17. september.
Men tíðin hjá Anniku Olsen í
Framsókn var ikki drúgv, tí
longu fýra dagar seinni – í
gjárkvøldið, boðaði hon frá,
at hon nú ikki longur er part
ur av Framsókn.
Tá hon seinast skifti
flokk – altso fyri 12 døgum
síðani – sløkti hon telefon
ina og krógvaði seg fyri
fjølmiðlunum. Hesa seinnu
ferðina hon skiftir flokk
biður hon í tíðindaskrivi
um
frið
fyri
fjølmiðlu
num. Hetta ber boð um,
at hon eisini hevur handl
að í óðum verkum – helst
báðu ferðirnar. Tá hon ikki
setir seg føra fyri at greiða
almenninginum frá fløkju
ni, hon hevur koyrt alla ta
politisku skipanina út í, so
er støðan ikki góð. Vit kenna
ikki tað trýst, ið hevur ligið
á henni. Men tað man uttan
iva vera trýst frá fyrrverandi
floksfeløgum í Fólkaflokki
num.
Tí
sambært
Poul
Michelsen hevur einki stríð
verið um ella við hana, teir
96 tímarnar, hon var partur
av Framsókn.
Aksel fekk meiriluta
Hósdagin kundi Aksel V.
Johannesen smílast á ting
fundinum, tá flytingin hjá
Anniku Olsen hevði við sær,
at samgongan aftur var heil,
eftir at Sonja Jógvansdóttir
legði fyrstu torpedoina undir
samgonguna. Soleiðis sum
talvið hevur ligið seinastu
fýra dagarnar, so hevði Sonja
Jógvansdóttir
telvað
seg
út í ein myrkan krók í løg
tinginum, har hon als onga
ávirkan fær yvirhvøur. Hon
sigur, at hon fer at gera vart
við síni hjartamál. Men uttan
mandat í samgonguni, so er
tað einki vert. Tá kundi hon
tað sama sitið saman við fak
felagsleiðarum og rópað var
skó uttanfyri, tí tann støðan,
hon kom í hósdagin, er einki
verd í einum politiskum
samanhangi.
Aksel misti meirilutan
Men hetta er nú eisini broytt
nú. Aksel V. Johannesen
og Javnaðarflokkurin taka
uttan iva glaðbeint ímóti
henni, um hon biður lova sær
inn í hitan aftur. Tí tey hava
brúk fyri hennara atkvøðu.
Álitið á hana verður so sum
so. Hon skal prógva rættiliga
nógv, um hon skal takast fyri
fult aftur. Men tann støðan,
hon nú er í sum 17. atkvøðan í
samgonguni kann brúkast til
at gera tað gott aftur millum
hana og Javnaðarflokkin.
Sonja offrar
hjúnabandslógina
Alternativ eru sjálvandi. Eitt
er at fáa Nýggja Sjálvstýrið
upp í samgonguna. Har eru
helst ov stórar ósemjur um
fiskivinnunýskipan – og so
málið um at broyta hjúna
bandslógina, so samkynd
kunnu giftast borgarliga. Tað
hevði helst farið í vaskið í
eini slíkari samgongu – og so
kundu tey samkyndu takk
að Sonju Jógvansdóttir fyri
bragdið.
Hin møguleikin er, at ein
breið samgongu nú verður
skipað saman við Sambands
flokkinum. Men tá má helst
eitt nýtt samgongugrundar
lag gerast, og tað verður ein
størri kollvelting. Men ikki
ómøguligt.
Pínligar kvinnur
Tað er í øllum førum ein
keðilig støða, sum Aksel V.
Johannesen er komin í –
eisini fyri alla ta politisku
skipanina. Men fyri tær
báðar Anniku Olsen og Sonju
Jógvansdóttir er tað bein
leiðis pínligt. Eitt er, at tær
svíkja sínar 2000 veljarar.
Men tær – ella serliga Sonja
Jógvansdóttir – snýta eisini
øll, sum hildu, at hesi 17 fólk
ini, sum vildu broytingar í
Føroyum – sum søgdu seg
vilja, at valdið og virðini
skuldu út til fólkið, og sum
søgdu seg vilja skapa einar
sterkar, samhaldsfastar og
sjálvbjargnar Føroyar.
Tað stendur á gomlum
nøglum, tí at tann politiska
skipanin stedur og fellir við
trúvirðinum hjá tveimum
kvinnum, sum báðar hava
svikið sínar veljarar og sínar
flokkar. Spurningurin er, um
politiska skipanin kann liva
í óvissuni, nú tær hvør sína
ferð hava rykt teppið undan
samgonguni.
Tá tær sjálvar hava brotið
niður sítt egna trúvirði so
skjótt og effektivt, hvussu
kann eitt heilt land so stóla
upp á tær?
Ber tað til at stýra Føroyum við tveimum óstýriligum
løgtingskvinnum sum avgerandi grundarlag?
GREINING
Fakta:
1. september:
Løgtingsval
9. september:
Annika Olsen boðar frá, at hon tekur
seg úr Fólkaflokkinum
15. september:
Sonja Jógvansdóttir boðar frá, at hon
meldar seg úr Javnaðarflokkinum
17. september:
Annika Olsen boðar frá, at hon er
partur av Framsókn
20. september:
Annika Olsen boðar frá, at hon hevur
meldað seg úr Framsókn og farin í
farloyvi úr løgtingum
Nú stendur á
gomlum nøglum
hjá Akseli