Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108 POLITIKKUR Árni Gregersen Annika Olsen broytti polit– iska veruleikan í Føroyum, tá ið hon í gjár boðaði frá, at hon tók seg úr Framsókn og segði fíggjarnevndarsessin frá sær. Fyrisitingin í Løgtingin– um hevur kannað reglu– gerðina um, hvat so skal hendan við fíggjarnevndini. – Niðurstøðan er greið. Tann valbólkur, sum valdi Anniku Olsen í nevndina, eigur framvegis hendan sessin, so samgongan skal bert tilnevna ein nýggjan lim í fíggjarnevndina, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtings– formaður. Jóan Magnus Rasmussen kemur á ting nú, meðan Annika Olsen er í farloyvi, men hann fær ikki sæti í fíggjarnevndini. Tann sessin eigur smgongan, staðfestir umsitingin í tinginum. Jóan Magnus Ras– mussen er valdur á fólka– flokslistanum eins og Annika Olsen, áðrenn hon tók seg úr flokkinum. Í tíðindaskrivi sínum sigur Annika Olsen, at av– gerðin um at fara úr Fólka– flokkinum stendur við. SAMGONGAN FÆR NÝGGJA LIMIN Í FÍGGJARNEVNDINA Annika Olsen hevur sagt seg úr fíggjarnevndini, men tað verður samgongan sum fær nýggja limin Páll á Reynatúgvu, tingformaður, sigur, at umsitingin hevur staðfest, at tað verður samgongan sum skal tilnevna ein nýggjan lim í fíggjarnevndina.