mánadagur 21. september 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagfinn Olsen
Føroya virknasti klovnur
er í hesum døgum á ferð
á søguligum gøtum. Bubu
er nevniliga á ferð í Ísrael í
hesum døgum. Har ger hann
tað, ið hann altíð ger: hann
spælir klovn.
Bubu er ikki einsamallur.
Við sær hevur hann eitt
ferðalið, tí upptøkur skulu
gerast til ein film, og til
adventsløtur.
Gamalt hugskot
Í fjør kom filmur við Bubu
út. Og síðani er eittnú eisini
bók at lita, og sangirbók við
akkordum, komin.
– Vit vóru óroyndir og
vistu onki. Vit hava síðani
gjørt okkum royndir, sigur
maðurin
handan
Bubu
maskuna, Finn Johannessen,
ið sum heild er væl nøgdur
við ta framgongd, sum hev–
ur verið Bubu fyri, síðani
trilvandi byrjanina.
–
Fyri
nøkrum
árum
síðani búðu Niclas Heri
Jákupsson eitt skifti her í
Vági, greiðir Finn Johannes–
sen frá, og sostatt vóru teir
tveir klaksvíkingar í Vági.
– Vit vóru nógv saman,
og nógv varð prátað. Millum
annað um hetta við at
verða trúgvur mótvegis sær
sjálvum, og teimum virðum,
ið ein stendur fyri. Eg hevði
tá bestan hug at gevast við
klovnarínum, men Niclas
Heri eggjaði mær til, sigur
Finn.
– Og hann segði enntá, at
tað skuldi ikki undra hann,
um eg fór at taka upp í Ísrael,
tá eg einaferð fór at gera film,
minnist Finn Johannessen.
Einaferð klovn,
altíð klovn
Finn
byrjaði
aftur,
og
Bubu var við á Summar–
festivalinum fyri trimum
árum síðani. Og síðani hevur
bert gingið framá, og Finn er
sera nøgdur við gongdina, ið
millum annað hevur havt
sið sær samstarv við donsku
Sigurd Barret og Pjerrot, og
so filmin, sum kom í oktober
í fjør.
Og nú hevur Finn fleiri
samstarvsfelagar
afturat
sær, tá sangir, ljóð og myndir
skulu framleiðast. Ein teirra
er Eyðbjørn Jacobsen.
– Og ein dagin sigur
Eyðbjørn so við meg, at vit
burdu farið til Ísraels, og
gjørt upptøkur har. Men eg
var ikki so vísur í hesum,
sigur Finn Johannessen.
Men hugskotið var ikki
gloymt, og støðugt kom
Finn í samband vð fólk,
ið hildu Bubu hava ment
seg, og við fólk, ið spurdu
eftir tilfari til undirvísing í
kristni. Og í práti við eittnú
Birnu og Terja Vestergaard,
og við Jógvan Zachariassen,
samkomuleiðara,
mentist
hugskotið, og ein ætlan
byrjaði spakuliga at síggja
dagsins ljós.
Ferðamaðurin
ordnaði alt
Fyrst vóru tað Eyðbjørn,
Finn og Jógvan, men í hesum
døgum eru tey eini 8 fólk, ið
eru í Ísrael sum partur av
ætlanini, har Bubu sigur
bíbliusøgur, og vitjar kendu
støðini úr Bíbliuni.
Tilvildin vildi tó, at verk–
ætlanin fekk eitt spark rætta
vegin, tá ein ferðamaður úr
Ísrael stakk innar á gólvið
hjá Finn Johannessen í Vági.
Hesin frætti um ætlanina
um at fara til Ísrael. Og
eftir hálvtalað orð hevði
hann lovað at taka sær av
ferðaliðnum hjá Bubu, og
øllum praktiskum, so sum
gisting og øðrum.
Og so var bara at halda
avstað.
Gera okkurt rætt
– Hetta hevur verið lang–
tíðarætlan, og so kostar
hetta eisini pengar. Men vit
hava fingið góðan stuðul frá
fyritøkum, kommunum og
einstaklingum, sigur Finn
Johannessen.
– Og eg haldi vit fáa
ábendingar um, at vit gera
okkurt rætt. Vit stovnaðu
BUBU Á FERÐ Í HEI
Í hesum døgum er klovnurin Bubu í Ísrael, har filmsupptøkur eru á
skránni. Hugskotið hevur verið frammi fleiri ferðir millum ár og dag,
tó at høvuðspersónurin ikki altíð hevur trúð uppá tað. Men alt byrjaði
av álvara, tá ein ferðamaður úr Ísrael stakk innar á gólvið í Vági.
FILMUR