Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108 eina youtube rás við til– farinum hjá BUBU, og har hava vit rundað 500.000 spælingar, sigur Finn Jo– hannessen. Adventsløtan eisini við Í komandi filminum eru tað mest Finn (Bubu) og Jógvan (Zachariassen), sum eru við, men møguliga verður annað tilfar eisini tikið við. - Eg havi eittnú havt samstarv við Moniku Staus Joensen, ið hevur lært innan mimik, og tað hevur riggað stak væl, og verið læruríkt, so kanska verður okkurt av hesum tikið við, greiður Finn frá. - Øll gongdin í filminum er ikki niðurskrivað til síðsta punktum, so rúm er fyri broytingum og tí óvæntaða, men vit hava sjálvsagt gjørt okkum nakrar hugsanir um, hvat skal við í filmin, sigur Finn. Á ferðini í Ísrael verður tilfar eisini tikið upp, ið skal nýtast til adventsløtur, sum Bubu aftur í ár fer at hava. Í fjør gjørdi Bubu stuttar adventssendingar, har jólahugni og vitjandi gestir vóru í hásætið. Minni í kuffertinum er gott tekin – Yvirhøvur eri eg fegin, tí tað hevur alla tíðina gingið framá við Bubu, og afturmeldingarnar hava verið góðar. Og eisini hava ymsu samstørvini verið gevandi, og eg havi lært nógv. Eg havi minni í kuffertinum nú, enn tá eg byrjaði, og tað er gott tekin, tí eg dugi og tori betri at lofta ymsu støðunum, og byggja á løtuna, ið er, sigur Finn Johannessen. ILAGA LANDINUM Eg dugi og tori betur at lofta ymsu støðunum, og byggja á løtuna, ið er FILMUR