Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Eyðstein Poulsen býráðslimur, Klaksvíkar Býráð Hvar bleiv góða samstarvsstevið av hjá meirilutanum í Klaksvíkar býráð? Umboðini fyri Tjóðveldið í Klaks– víkar býráð eru einasti umboð í landinum, ið hava tikið stuðulin aftur til sín egna kommunala sam– starvsleiðara – eftir valið. Vit í býráðsminnilutanum í Klaksvíkar Býráð lata okkum ikki brúka í borgarstjóramálinum fyri at loysa trupulleikarnar millum Tjóðveldið og Nýtt Sjálvstýri í Klaksvíkar Býráð. Í gjár sóu vit bæði Javnaðar, og Tjóðveldis borgarstjórar taka sæti á tingi. Einasti borgar–stjóri, ið ikki fekk stuðul frá sínum samstarvsfelagum, var borg– arstjórin í Klaksvíkar Býráð. Tjóðveldisumboðini í Klaksvíkar býráð ynskja ikki eina borgarliga umboðan úr Norðoyggjum á ting- - Meira er ikki í tí søguni. Vit í minnilutanum, hava síðsta árið verið hildin uttanfyri ávirkan í býráðnum. Tá fíggjar- ætlanarviðgerðin fyri ári 2015 byrjaði, møttu vit einum ófrávíki– ligum kravi um eina ógrundaða skattahækking fyri árið 2015. Við hesum skuldi Fólkflokkurin haldast uttan fyri fyri einhvønn prís. Hendan útihýsan var ein beinleiðis avleiðing av, at vit í Fólkaflokkinum, í stóran mun, settu okkara fingramerkir á fíggj– arætlanina fyri árið 2014. Borg– ararnir í Klaksvík fingu skatta– lætta, barnafrádrátturin bleiv hækkaður, eins og vit saman við meirilutanum stóðu saman um lættar í barnaansingarskipanini. Vit í Fólkaflokkinum fingu eisini boygt meirilutan til at styrkja systkinaavslátturin í barnaans– ingarskipanini. Hesi borgarligu fingramerki hóvaðu ikki meiri– lutanum. Eftir stórt trýst frá okkum í minnilutanum, hevur meirilutin nú givið seg og hevur boða frá, at skatturin verður lækkaður kom– andi ár. Borgarstjórin í Klaksvíkar býráð hevur í verandi setu valt vinstravenda samstarvið í býráðnum. Borgarstjórin hevur ferð eftir ferð upplýst almenningin um góða samstarvið í býráðs– meirilutanum. Við hesum hevur borgarstjórin lyft vinstravendu flokkarnar í Klaksvík. Tað er okkara greiða fatan, at borgarstjórin, Jógvan Skorheim eigur at venda sær til sín egna meiriluta í býráðnum, ella teir flokkar, ið hann ynskir at virka saman við í býráðnum, tá hann ynskir undirtøku til at virka bæði sum borgarstjóri og løgtingslimur. Tað er sjónligt, at samstarvið millum Nýtt Sjálvstýri og Tjóð– veldið í Klaksvíkar býráð, ikki stuðlar undir týdningin av, at vit í Norðoyggjum hava so nógv løgtingsumboð sum g djørligt, ið kunnu tala okkara søk. Samstarvið millum Tjóðveldið og Nýtt Sjálvstýri í Norðoyggjum hevur við hesum víst sítt virði. Sum sagt, so vilja vit 5 í býráðsminnilutanum í Klaksvíkar Býráð ikki lata okkum brúka sum kitt í borgarstjóramálinum fyri at loysa trupulleikarnar millum Tjóðveldið og Nýtt Sjálvstýrið í Klaksvíkar býráð. Býráðspolitikkur og landspolitikkur Marjus Dam fyrrverandi løgtingslimur fyri Sambandsflokkin »1 millión krónur er ein lítil piparnøt í hesum høpi”«, segði Kaj Leo, nú fyrrverandi løg– maður. Hann hevði fingið minka brake fee avtaluna frá 10 milliónum til 1 millión krónur. Eins og svong rovdjór leypa á ein verjuleyst smálamb, vóru nakrir kritiskir og óheftir journalistar í KVF eftir løgmanni: Hvat hann billaði sær inn at kalla 1 millión fyri eina piparnøt. Hevði tað ikki gjørt stóran mun hjá einum svangum lesandi, einum køldum pensionisti, ella einum barni í fátækravága o.s.v. At kalla eina millión krónur fyri eina banala piparnøt , tað líktist svarta ongum, tá so stór neyð var mangar staðir. Spunnið var dugliga uppá piparnøtina og vóru hetta stór– tíðindir í nógvar dagar í KVF. Ein kann siga at piparnøtin varð ógvuliga stór at enda. Tað skert ikki burtur at 1 millión av 2000 milliónum er ein lítil upphædd sæð í mun til 2000 milliónir. MEN Til løgtingsvalið nevndi Magni Arge, Tjóðveldisvalevni og nú løg– tingslimur, at »800 milliónir var ein lítil pirra í tí føroyska búskapinum«. Tá nú fyrrverandi løgmaður fekk so harða viðferð fyri pipar– nøtina, vildi ein rokna við, at óhefti og kritiski journalistikkurin gjørdi pirruna fyri 800 milliónir krónur ÁRLIGA til eina tornado í tíðindaflutninginum. Hvat við svongum, køldum, heilsuverki, pensionistum, fátækravága o.s.v. Um 10 ár er piparnøtin fram– haldandi 1 millión, ímeðan pirran er vaksin til eina ógvuliga stóra pirru og ein miss uppá 8000 milliónir fyri føroyska samfelagið. Hendan pirran fekk ongan óheftan kritiskan KVF journalist at seta ein einasta kritiskan óheftan spurning. Tað man tykjast undarligt fyri mong. Hetta var so ein lítil søga um eina lítla piparnøt og eina lítla pirru. Pirran og Piparnøtin Hilbert Elisson Nú Javnaðarflokk– urin hevur fingið landstýrissessin í innlendismálum at røkja, er tað gleðiligt at hoyra Henrik Old landstýsismann boða frá, at játtanin til viðlíkahaldspartin hjá Landsverki, skal hækkast aftur í komandi árum. Eg havi fleiri ferðir undan løg– tingsvalinum, gjørt vart við hendan trupulleikan, sum eingin annar tykist at hava havt serligan áhuga fyri. Eg hoyrdi heldur ongan annan nevna hetta málið í valstríðnum - yvirhøvur. Men nú hendir hendir nakað. Landsstýrismaðurin hevur um dagarnar boðað frá, at nú skal annað skil koma á. Viðlíkahaldsjáttanin til Lands– verk, er serstakliga lítið raðfest av Løgtinginum seinastu nógvu árini. Úrslitið er, at vegir og bygningar hjá landinum, eru í sera ivasamum standi nógvastaðni. Hendan gongdin kann ikki halda áfram, og tað ásannar landstýrismaðurin. Veruleikin í dag er, at hendan játtanin er alt ov lítil hvørja fer, hon verður latin. Støðan bara versnar ár undan ári, og tað verður sera kostnaðarmikið fyri eftirtíðina. Hetta hava vit snøgt sagt ikki ráð til. Men nú verða raðfestingarnar á fíggjarlógini øðrvísi, boðar Henrik Old landstýrismaður frá. Og tað er bara at fegnast um. Játtanin hjá Landsverki Magnus Rasmussen borgarstjóri og tingmaður Forsøgan er long til hetta mál, og nógvar kanningar, útrokningar og metingar eru gjørd– ar av serkønum fólki um øll hugsandi viðurskifti í sambandi við so stóra verkætlan, sum tað er at byggja tveir undir– sjóvartunlar. Endaliga úrslitið varð, at fyri umleið tveimum árum síðani gjørdu allir teir politisku flokkarnir á Føroya løgtingi semju um, at hesir tunnlar skulu byggjast. Felag varð stovnað, sum til hendan dag hevur arbeitt og framvegis arbeiðir eftir hesum greiða arbeiðssetningi. Í samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni verður skriv– að, at semjan skal haldast. Har stendur: »...og hildið verður fast um semjuna um Eysturoyar- og Sandoyartunnilin.« Tí hugsi eg, at tað er skeivt, tá røddir nú eru frammi í politisku skipanini, sum seta spurnartekin við undirskrivaðar avtalur. Lagt verður upp til breiðar semjur í politikki, m.a. fyri at fáa mál veruliga og breitt kjølfest, soleiðis at tey verða framd í verki, eisini tvørtur um valskeið. Í hesum máli er veruliga ein breið politisk semja gjørd – semja millum allar teir politisku flokkarnar - og eg fái meg ikki at trúgva, at semjan nú verður brotin, tí um so skuldi verið, hvar er so politiska trúvirðið? Nei, latið okkum halda gjørdar avtalur! Eysturoyar- og Sandoyartunnilin – tann breiða semjan