Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108 Áki Bertholdsen – Nú skal ætlanin at gera undirsjóvartunnil til Suður– oyar, setast á politisku dags– skránna. Tað sigur nývaldi lands- stýrismaðurin í innlendis– málum, Henrik Old. Hann heldur, at tað hevði verið ein fantastiskur, politiskur boðskapur til suðuroyingar, at givið teimum útlit fyri at um eitt ávíst áramál kunna teir ferðast ímillum Suðuroyar og Havnina, akkurát sum teir vilja, uttan at hugsa um ferðatlanina hjá Smyrli. Og tað er nettupp tað, hann ætlar at gera. Hugsa langt Smyril er longu 10 ára gamalur, og longu um 15 ár, í 2030 ár, eru hann 25 ára gamal. – Eg ivist í um hesin Smyril livir líka leingi sum undanfarni Smyril og at byggja nýggjan Smyril á sama stigi sum hesin her, kostar eina milliard, heldur Henrik Old. Og tað dugir hann ikki at síggja nakað sum helst vit og skil í. – Hvat Suðuroynni við– víkur verða vit noydd at hugsa langt fram í tíðina og tá ið tað er koyrandi í Sandoynna, letur tað heilt aðrar møguleikar upp, sum ikki hava verið áður, sigur nýsetti landsstýrimaðurin. Tí heldur hann, at tað er rætt at fara at hugsa um fast samband til Suðuroyar longu nú. Hann vísir á, at í næstum eru tvær dýrar undirsjóvar– verkætlanir í umbúna, nevniliga tunnilin inn í Eysturoynna fyrst, og síðani tunnilin í Sandoynna. – Eftir ætlan verður tunnilin í Sandoynna lið– ugur í 2021 og tí miðjar Henrik Old ímóti, at fara undir at fyrireika tunnilin til Suðuroyar beinanvegin. Hann vísir á, at tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, eru allar tær heilt stóru tunnilsverkætlanirnar lidnar, so tá ið er ikki so nógv eftir at hugsa um, enn tunnilin til Suðuroyar. Fólkatalið í Suðuroynni minkar alsamat og Hendrik Old heldur, at tað júst ein undirsjóvartunnil er tað, sum skal til fyri at venda gongdini. – Tað, sum er framt higartil, hevur ikki hjálpt. Fyri at skapa fólkavøkstur, vísir tað seg ikki at vera nóg mikið til at skapa nógv arbeiði í fiskivinnuni, tí tann tíðin er helst farin, tá ið fólk flutti aftaná fiskaarbeiði, leggur hann afturat. – Skal gongdin vendast, krevst okkurt heilt serligt. Og útlitini til, at tað verður koyrandi til meginøkið um nøkur ár, hevði bøtt um gongdina og kundi fingið yngri fólk at búsett seg í oynni, tí so hava tey tað at gleða seg til, heldur Henrik Old. Skal jarðast beinanvegin Røddir hava eisini verið frammi um, at tá ið Sand– oyartunnilin er gjørdur, skal ferðasambandið ímillum Suðuroy og meginøkið, leggjast um Sandoynna. Sostatt skulu suður– oyingar sigla ímillum Hvalba og Sand, og tey, sum skulu longur inn á meginlandið, kunnu so koyra við egnum bili, ella við Bygdaleiðum. – Hjá summum í politisku skipanini er hetta tann lætt– asta loysnin, men tað prátið skulu vit jarða alt fyri eitt, sigur Henrik Old. Men sjálvur heldur hann, at tað er meiningsleyst at byggja eitt skip fyri eina milliard, umframt at gera stórar ferjulegur á Sandi og í Hvalba fyri hundraðtals milliónir. Hann ivast heldur ikki í, at verður talan um at sigla ímillum Suðuroy og Sand, fer kravið at koma um, at talan skal vera um eitt minni og bíligari skip enn Smyril. – Og tað kann undir ongum umstøðum verða talan um. Tað er nettupp Suðuroyarfjørður sum er tað ringasta strekkið at sigla, og tí kann skipið ikki vera minni enn Smyril. Tá ið tú ert komin undir Sandoynna, er gott at sigla, tí tá verður siglt eystanfyri ella vestanfyri, sum ættin er. Henrik Old sigur, at tískil skulu vit longu nú seta okkum at hugsa um, hvussu vit best skipa tað fasta sam– bandið til Suðuroynna. Í hesum sambandi skulu vit fáa greiði á, hvønn veg skal tunnilin borast, um hann skal upp í Skúvoy ella í Dímun, ella hvat er besta loysnin? – Tá ið Sandoyartunnilin er liðugur hevði tað verið fantastiskt at kunna boða suðuroyingum frá, at nú verður hildið fram suður– eftir, heldur Henrik Old. FERÐASAMBAND So hava tey tað at gleða seg til Vit eiga longu nú at fara at hugsa um at fyrireika fast samband til Suðuroyar, sigur Henrik Old, nýsettur landsstýrismaður í innlendismálum FANTASTISK BOÐ TIL SUÐUROYINGAR Nú skal undirsjóvartunnilin til Suðuroyar setast á politisku dagsskránna, sigur nývaldi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Hendrik Oldarleysir Roynir at fram– skunda Hvalbiar– tunnilin Tað átti at borið til at framskunda arbeiðið at gera tann nýggja Hvalbiartunnilin. Tað heldur Hen–rik Old, nýsettur lands– stýrismaður í inn– lendismálum. Eftir íløguætlan– ini hjá landsstýrinum skuldi Viðareiðis– tunnilin gerast fyrst, og hann skuldi vera liðugur á vári í 2017. Síðani skuldi so smátt farast undir Hvalbiartunnilin og serliga í 2018 skuldi byrjast av álvara, og tunnilin skal vera lið– ugur í 2021. Men arbeiðið at gera Viðareiðistunnilin hevur gingið nógv betri enn ætlað, so verður seinasta fígg– ingin framskundað, ber til at gera tunnilin lidnan longu næsta vár. Og Hendrik Old sigur, at tað er alt, sum bendir á, at fíggingin til Viðareiðistunnilin verður framskundað. – Hendir tað, er nattúrligt, at eisini Hvalbiartunnilin verð– ur framskundaður, sigur hann. Men so má semja fyrst fáast um at fram– skundað fíggingina og so er spurningurin um, hvørja ávirkan alt hetta fer á allar aðrar íløgur eisini. Annars hava røddir verið frammi um at broyta ætlanina, og at gera tunlarnar norður um Fjall beinanvegin, eftirsum maskinurnar eru har á leiðini kort– ini. Men Hendrik Old segði í Sosialinum mikudagin, at hildið verður fast um upp- runaligu raðfylgjuna og sostatt skal Hval– biartunnilin gerast beint eftir Viðareiðis– tunnilin. Hann vil ikki seta nakra tíðarfreist fyri Hvalbiartunlinum, men hann heldur, at hvør mánaði, hann verður framskundaður ger ófatiligan mun.