mánadagur 21. september 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Góðska á laksaflaki er av
stórum týdningi fyri at fáa
góðan søluprís. Fløk, sum
lætt detta sundur ella eru
bleyt, eru torfør at arbeiða
víðari við, um ætlanin er at
selja meira viðgjørda mat
vøru - og ikki bert heilan
laks ella heil fløk.
-
Tískil
verður
nógv
granskað í góðsku á alifiski,
veit Fiskaaling at siga.
Í greinini hjá Ásu, Jon
hardi og Hóraldi verður
greitt frá, hvussu ávísir
framleiðsluhættir í laksaal
ing kunnu ávirka góðskuna
á flakinum.
- Ein royndaruppseting
hevur verið gjørd í samstarv
við HiddenFjord, har tríati
laksar vórðu tiknir frá við
vanligari tøku. Í royndini
varð kannað, hvørja ávirkan
reinsingin
av
búkholuni
hevur, eins og køling frá
tøku til goymslu.
Fyrsta
royndardagin
vórðu ymiskar mátingar
gjørdar, og eftir sjey dagar
á goymslu vórðu aftur aðrar
góðskumátingar gjørdar.
- Royndin vísti, at týði
ligt samband er millum,
hvussu væl fiskurin verður
reinsaður fyri blóð og aðrar
kropsvætur og góðskuna
á flakinum. Laksur, ið ikki
varð reinsaður væl, hevði
bleytari fløk og fleiri hol og
rivur í flakinum - ella tað, ið
rópt verður ”gaping”.
Á Fiskaaling vísa tey á,
at hóast tað er eyðsæð, at
blóð og annað skal reins
ast burtur, áðrenn laksurin
verður koyrdur á kulda
goymslu, verður hetta ikki
altíð gjørt í nóg stóran mun.
Tað krevur nærlagni at
reinsa búkholuna nóg væl.
Lagt verður aftrat, at henda
vitanin eisini er av stórum
týdningi fyri granskingina
av góðsku á alilaksi sum
heild.
- Um hædd ikki verður
tikin fyri reinsingini, kann
tað ávirka úrslitini. Tískil
má reinsingin, ið ofta ikki
er nevnd í samband við
gransking á hesum øki,
heldur gerast ein fastur
partur at taka atlit til.
Umframt
Ásu
Jacobsen,
sum er høvuðsrithøvundur,
hava Jonhard Eysturskarð
frá Fiskaaling og Hóraldur
Joensen frá Náttúruvísinda
deildini á Fróðskaparsetri
num verið saman við Ásu
um at skriva greinina.
Arbeiði er partur av
eini Ph.D. verkætlan, ið
er stuðlað av Fiskaaling,
Granskingarráðnum
og
Fiskivinnugransking.
Ein grein um tað, sum rópt verður ”gaping” í laksi, er komin út í vísindaliga
tíðarritinum, Aquaculture Research. Ása Jacobsen, sum er Ph.D.lesandi, hevur
skrivað greinina saman við Jonhardi Eysturskarð og Hóraldi Joensen
Reinføri týdning fyri góðsku
Fletta í dag: - So er fyrsta gongan komin
til Krás. Fyri framman standa fimm vikur
við fullari ferð. Tað er lívið, sigur Alberg
Gaardlykke, leiðari á Krás í Hósvík
56 vilja búgva í Syðrugøtu
Vilmund Jacobsen
Í Eysturkommunu vita tey
at siga, at nýggi vegurin,
sum nú verður bygdur
oman
frá
Garðabrekku,
verður liðugur í ár og
letur upp fyri 17 nýggjum
grundstykkjum.
-
Tá
hesin
vegurin
er liðugur, verður enn
ein
nýggjur
vegur
bygdur
omanfyri
hin
fyrra, og tá verða átta
grundstykki
tøk
aftrat.
Hetta
gevur
tilsamans
25 nýggj grundstykkir í
Syðrugøtu í 2016 umframt
tey, ið longu eru tøk.
Lagt verður aftrat, at 56
fólk
standa
á
bíðilista
eftir at fáa grundstykki í
Syðrugøtu.
- Hetta er tekin um, at
fleiri fólk ynskja at flyta
til økið og byggja nýtt.
Í Eysturkommunu vita tey
eisini at siga, at samanlagt
standa 73 fólk á bíðilista
eftir at fáa grundstykki í
kommununi.
Virksemið á
Heilsudeplinum í
Vágum er økt, og nú
verða móttøkuhølini
nútímansgjørd, eins
og sjúkrarøktar
frøðingurin fær egið
viðtaluhøli
Laksur, ið ikki er væl reinsaður, hevur
bleytari fløk og fleiri hol og rivur í
flakinum - ella tað, ið rópt verður ”gaping”
Kanna nú
undirlendið
við Sjógv
Vilmund Jacobsen
- Tað sær út til, at
ein undirsjóvartunnil
millum Eysturoy og
Streymoy verður
veruleiki innan fá ár.
Tað veit Sjóvar
kommuna at siga,
nú menn seinasta
fríggjadag fóru í
holt við at kanna
undirlendið, har
undirsjóvartunnilin skal
koma upp við Sjógv.
- Sum skilst, er ætlanin
at byrja at bora tunnilin
næsta ár, siga tey í
Sjóvar kommunu.
Fyrst í komandi ári sleppa 17 húsarhald framat at
grava út og byggja sær sethús í Syðrugøtu