Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108 Sands kommuna heitir á Økistænastuna fyri Sandoyar sýslu um at fáa gjørt eina køliskipan til lík í hølunum hjá Økistænastuni Vilmund Jacobsen - Orsøkin til, at eitt barn, ein ungur - ella ein vaksin - fær skrubb, er, at tú hevur fingið eina “scabies-midu” á húðina. Midan borar seg niður í húðina, har hon síðan kann leggja egg og nørast. Tað siga tey í Gigni, ið er stovnur, sum veitir heilsufrøði til børn og ung. - Skrubb kemur ikki av vantandi reinføri. Øll kunnu fáa skrubb, men skrubb kann eisini fyribyrgjast og lættliga viðgerast. Lagt verður aftrat, at skrubb skriðar sera illa, serstakliga um náttina. - Tað ganga einar tvær til tríggjar vikur frá tí, at tú ert smittaður, til skriðin byrjar, men eisini í hesum tíðarskeiði kanst tú smitta onnur. Í Gigni vita tey at siga, at tann, sum hevur skrubb, skal viðgerast skjótast tilber, og samstundis skulu øll í húsinum viðgerast. Hvat er at gera? Men, hvussu gerast fólk so varug við, at tey hava fingið skrubb? Jú, skrubb skriðar sera illa, og orsøkin til, at skriðin er mestur um náttina, er, at hitin undir dýnuni aktiverar miduna. - Skrubb smittar við nærsambandi - og heilt einfalt flytir midan seg frá einum persóni til annan. Í Gigni vita tey at siga, at midan kann liva í upp til 72 tímar uttanfyri mannakroppin - í klæðum, seingjarklæðum, pútum og á handkløðum. Tey, sum vilja vita meira um skrubb, kunnu lesa faldara, sum liggur á heimasíðuni www.gigni.fo. Vilmund Jacobsen Seinstu árini hevur Sands kommuna keypt tríggj­ ar hjartastartarar. Ein er í barnagarðinum, ein í skúla­ num og ein er í kom­mu­nu­ bygninginum á Mørk­ini Miklu. Sands kommuna heitir nú á borgararnar um at legg­ja sær í geyma, at kom­ mu­nan hevur keypt eitt uttanduraskáp til hjarta­ start­ar­an á Mørkini Miklu. - Hjartastartarin hong­ur beint uttanfyri inn­gongd­ ina til kom­mu­nu­skriv­ stovu­na. Kommunan vísir á, at vónandi verður ongan­tíð brúk fyri hjarta­startar­ unum. - Men, vert er kortini at leggja sær í geyma, at á hesum staði - við kom­ munu­bygningin á Sandi - er ein slíkur, sum altíð er til taks, sigur Sands kommu­ na. Gigni, sum veitir heilsufrøði til børn og ung, veit at siga, at í seinastuni eru nakrir tilburðir av skrubb (scabies) staðfestir í Føroyum Vónandi verða teir ongantíð brúktir, men í neyðstøðu kunnu teir bjarga mannalívi Nakrir tilburðir av skrubb í Føroyum Atkomi­ ligur hjarta­ startari Í sjónleikinum - Veitslan - hava tríggir og ein hálvur nólsoyingur ymiskar leiklutir, Barbara, Hilmar, Gunnvør og Lítli Hilmar Soleiðis gongur veiðan Trý línuskip eru undir Ísland og koma helst at landa síðst í vikuni. Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu, upsa og so nakað av kongafiski. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt línuskip undan Eysturgrønlandi kemur inn at landa í dag. Skipið hevur mest av brosmu og toski. Tvey línuskip fiska á Íslandsrygginum. Tey fáa mest av toski og svartkalva og so eitt sindur av blálongu og lira. Hesi bæði línuskipini landa helst miðskeiðis í vikuni. Eitt línuskip roynir eisini eystanfyri og fær mest av brosmu og longu. Hetta skipið landar helst ikki fyrr enn í næstu viku. Sjey partrolarapør fiska upsa, meðan restin antin liggja við bryggju ella fiska makrel. Fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur, tó at tað bragdar hjá onkrum pari. Umframt upsan, fáa partrolararnir eisini naka av longu og toski sum hjáveiði. Partrolararnir koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Um djúpatnstrolararnar verður sagt, at ein fiskar upsa og kemur helst inn at landa síðst í vikuni - og ein fiskar svartkalva. Hinir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, men helst fer onkur útaftur í næstum. Tveir trolbátar royna vestanfyri, og ein er eystanfyri. Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og nakað av upsa. - Væntandi landar ein trolbátur í dag, og hinir koma inn at landa seinni í vikuni, verður lagt aftrat. vilmund@sosialurin.fo - Skrubb smittar við nærsambandi - og heilt einfalt flytir midan seg frá einum persóni til annan, sigur Gigni Hjartastartari í uttanduraskápi í kommunubygninginum á Sandi Mynd: Vilmund Jacobsen