Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Zakarias Wang Nú er alt Europa á gosi, tí milliónir av fólkum flýggja úr Miðeystri og Afrika til okkara. Hesum flótta– fólkum er synd í. Tey fara heim– anífrá tí umstøðurnar eru so vánaligar, at tey ikki síggja nakran møguleika fyri at fáa eitt sømiligt lív heima hjá slekt og vinum. So leita tey sær til onnur lond. Vón teirra er at fáa betri kor, og hjá summum eydnast tað. Onnur doyggja á ferðini og summi koma ongantíð fyri seg í nýggja land– inum. Men hví eru korini so ring í teirra egnu londum? Hetta er ikki tí at londini eru fátæk. Mong av teimum hava náttúrurríkidømi og gott veðurlag. Nei, orsøkin til armóðina er, at tey eru vanstýrd. Mangt kann sigast at hava sín uppruna fyri langari tíð síðani, men annað er rættiliga nýtt. Eitt nú verður ført fram, at orsøkin til at londini í Afrika klára seg so illa er tann, at tey hava tikið við stuðli frá ríku londunum. Tað sær so meinaleyst út at fáa stuðul frá øðrum londum, men avleiðingarnar eru ræðuligar. Vanlukkan er, at tá eitt land fær stuðul uttanífrá, sleppa teir ráðandi frá at krevja upp skattir frá landsins egnu borgarum. Harvið missa borgararnir takið á stýrinum, og tað kann stýra ímóti áhugamálum borgaranna. Hugurin hjá stýrinum at menna vinnulívið minkar. Tað, sum um ræður hjá teimum stýrandi, er at fáa vápn at berja tey misnøgdu niður við. At hetta er vegurin til vesaldóm hjá fólkum flest er eyðsæð. Men um so er, at tey misnøgdu gera uppreistur, verður enn meir útlendsk uppílegging. Tað hava vit havt nógv dømi um, og frá teimum síðstu árunum kunnu vit nevna útlendska uppílegging í Irak, Libya og Sýria. Her er tað hent, at onnur lond hava lagt á. Tað er einki brotsverk, sum kann samanberast við tað at leggja á eitt annað land. Vit royna at hava lóg og landaskil innanlands, men millum lond er fólkarætturin galdandi, og eftir fólkarættinum er tað bannað at leggja á onnur lond. Tann, sum hetta ger, hevur mist allan rætt. Hetta kunnu týskarar tosa um av royndum. Tann 22. juni 1941 løgdu teir á Russland. Fýra ár seinni fall Berlin, og týskinum var vátt undir føti. Húski reikaðu heimleys runt, og konur vórðu neyðtiknar. Tann, sum leggur á eitt annað land, hevur bjóðað lagnuni av, og sum mæti herovastin von Moltke segði við jarnkanslarin Bismarck: Einki er so lætt sum at byrja eitt kríggj, men tað er altið óvist hvussu tað endar. Nú eru europeisku londini farin undir kríggj í Miðeystri og Afrika. Har verða hús og heim bumbaði í sor, og tey heimleysu noyðast at fara onkrastaðni at fáa sær skýli. Hvat er so meir natúrligt, enn at tey leita til tey lond, sum hava oyðilagt tilveru teirra? Eitt av hesum londum er Danmørk. Nú standa fólk í hópatali við danska markið og krevja at sleppa innum. Tey eru flýdd undan donskum bumbuflogførum, men fáa ikki friðskjól í Danmørk. Tað kríggj, Danmørk er farið útí, er ólógligt. Danmørk er limur í ST, Felagskapi Sameinda Tjóða. Sum limalandi er Danmørk bannað at fara í kríggj uttan so at talan er um sjálvverju. Tey sum búgva í Sýria hava ikki lopið á Danmørk, og tí er tað brot á ST-sáttmálan, at Danmørk fer í kríggj har. Harnæst fremur Danmørk enn eitt brot á fólkarættin við at fara í kríggj sum hetta. Danmørk hevur gjørt ein sambandssáttmála við tað ríki, sum fevnir um Føroyar og Grønland. Ein áseting í hesum sáttmála er, at Føroyar og Grønland skulu hava sína egnu stjórn, sum er javningi við stjórn Danmarkar. Fyri at fara í kríggj skulu báðar stjórnirnar samtykkja at fara undir hetta váðaverk. Tað er eingin umbering fyri Danmørk, at eingin stjórn er fyri Føroyar og Grønland, tí tað er Danmørk sjálvt, sum hevur forðað at nøkur slík stjórn er komin í lag. At Damørk hóast tað fer í kríggj uttan at hava fingið játtan frá okkum ger tí brotsverkið enn størri. Men tað at kríggini eru ólóglig, sleppur okkum ikki undan teimum avleiðíngum, sum kunnu standast fyri okkum, av at ríkjasamband okkara fer í kríggj. Okkara stjórnmálamenn hava skyldu til at verja okkum fyri vandum, og teir hava tí eisini skyldu til at ansa eftir, at vit ikki við at tiga verða drigin upp í slík óneyðug og ólóglig kríggj, við teimum avleiðingum, sum vit síggja í hesum døgum. Tann støða, sum nú er komin, er eftir øllum at døma bert ein ávaring um tað sum henda kann um vit ikki krevja okkara rætt og útinna okkara skyldu til at verja okkara ríki fyri útlendskum yvirgangi. Kríggj og flóttafólk Tá tú bjóðar teg fram sum flokkur at stjórna einum landi, er umráðandi, at tú hevur dirvið og hugsjónir, sum vísa hvat fyri samfelag, tú ynskir at skapa. Tíverri valdi Javnaðarflokkurin enn einaferð at boyggja seg fyri teimum, sum ikki vilja, at allir borgarar skulu javnsetast. Enn einaferð varð politikkurin lagaður eftir snævurskygdu hug– burðinum hjá nøkrum fáum. Vit eru ógvuliga vónbrotin av Javnaðarflokkinum fyri ikki at vísa í verki, hvat javn– aðarhugsjónin veruliga snýr seg um. Nemliga at tryggja øllum samfelagsborgarum góð, virðilig og javnsett kor. Tað hevði tænt flokkinum og hugsjónini, at vit gingu á odda í stríðnum fyri at tryggja javnsetan í hjúna– bandslógini. Um vit sum javnaðarfólk ikki í felag vísa brøðralag við minnilutarnar í samfelagnum og tryggja teimum somu rættindi sum onnur í samfelagnum, hvør skal so gera tað? Umframt hetta, eru vit serstakliga hørm um ta viðferð, Sonja Jógvans– dóttir hevur fingið í Javn– aðarflokkinum. Tað er fullkomiliga óhoyrt, at ein politikari, ið hevur fingið yvir 1000 persónligar at– kvøður, verður settur uttan fyri ávirkan. Tað er at halda veljaran fyri gjøldur. Tað hevði ikki kostað nakað, at nevnt borgarliga vígslu í samgonguskjalinum. Ein hevði enntá kunnað nevnt borgarliga vígslu av samkyndum, og samstundis loyvt løgtingsfólki at atkvøða eftir egnari sann– føring. Ístaðin hava sam– gonguflokkarnir valt at senda eitt statement við at strika borgarliga vígslu úr samgonguskjalinum. Vit vilja ikki longur vera partur av einum flokki, sum ikki tekur neyðugu uppgerðina við homofobisku hugsanirnar, sum ávísir politikkarar leggja fyri dagin, og sum binda flokkin niður, so hann ikki eins og í øðrum málum fær tikið eina felags støðu. Javnaðarflokkurin heitti á Sonju um at stilla upp, og flokkurin hevur vunnið nógvar atkvøður við at loyva henni framat. Atkvøður, ið møguliga ikki annars høvdu farið til Javnaðarflokkin. Vit vóru vónrík valnáttina og sóu fyri okkum, at nú var tíðin endiliga komin, har homofobarnar høvdu mist takið. Men vit síggja í dag, at so er tíverri ikki. Tí enn er tað teir, sum seta dagskránna í Javnaðarflokkinum, tá tað kemur til rættindi hjá sam– kyndum. Vit hava tí tikið avgerð um, at vit ikki longur eru partur av flokkinum. Vit kenna ikki, at javnaðarhugsjónin verður umboðað soleiðis, sum hon eigur og skal í einum Javn– aðarflokki. Við javnaðarkvøðu Oda Kjartansdóttir Strøm, forkvinna Barbara Gaardlykke Apol, kassameistari Katrin Jógvansdóttir, limur Guðrið Guðjónsson, limur SU limir taka frástøðu Erik Ludvigsen Aalborg De danske medier nævner ikke for– delingen af de 33 valgte mandater på Færøerne. Blot, at javnarflokkurin har fået 8 mandater udaf 33 og formentlig danner landsstyret(regering). Jeg har måttet ringe til Færøerne for at få det oplyst, da det ikke fremgår af langtingets hjemmeside. Javnarflokkurin (S) .som sagt 8 mandater, Tjoðveldi( løsrivelses– partiet) : 6, Framsókn (Fremskridt) : 2, d.v.s 8 mandater, der altid er gået ind for løsrivelse, og falder godt i tråd med, at meningsmålingerne altid har ligget indenfor 25%. Sjålstyrið: 2 d.v.s. 18 mandater til venstre i salen. Folkaflokkurin (De konservative) : 6, Sambandspartiet, liberalt parti og særlig stærkt knyttet til rigsfællesskabet. Mið– flokkurin(De kristelige): 2 d.v.s. 14 mandater til højre i salen. Det bliver efter al sandsynlighed formanden for javnarflokkurin, der bliver lagmand(statsminister). Han er straks sprunget ud med følgende sensasionelle udtalelse: Vi skal lave en ny(?)færøsk grund– lov, at det er os færinger, der, skal beslutte, hvad der skal ske – ikke politikerne i Danmark. Han er advokat og udtaler, at han er politisk godt kørende, hvad angår færøsk politik. Han er ren novice, viser det sig, og jeg er overbevist om, at det ikke vil lykkes ham at få partiet med på den galej. Vedtagelse af en færøsk grundlov er ensbetydende med løsrivelse, der så skal til folkeafstemning, der givet vil resultere i ja –stemmer på langt under 25%. Noget andet er, at Danmark med rette for at beskytte mindretallet vil kræve kvalificeret flertal på f.eks. to– tredjedel af de afgivne stemmer og et krav om en mødeprocent på f.eks. 85% af de stemmeberettigde. I så skelsættende en afstemning er det katasrofalt, hvis der er tale om et simpel flertal på lad os sige på 55%. En deling af befolkningen i 2 halvdel. Dette krav kan Færøerne ikke modsætte sig. Så er der en masse andre for– hold, som løsrivelsesfolkene ikke gør sig klart. Danmark har gjort sin pligt ved, at redde. Færøerne ved 2 store økonom– iske kriser i 1952 og 1992. Hvor vil man hente hjælp? Færøerne er afskåret fra lån i udlandet uden en dansk garanti. Hvad med udenrigstjeneste og forsvaret, der er alt andet end gratis, hvad med retsvæsenet heller ikke gratis. Hvad med valutaen, der ikke kan stå alene? Glemmer man helt de stærke kulturelle bånd mellem Færøerne og Dan– mark. Der bor 30.00 færinger i Danmark. Mange ville vælge at beholde dansk statsborgerskab, man ved, hvad man har, selv om folketinget den 1. sept. tillader dobbelt statsborgerskab. Jeg havde en pudsig oplevelse i 2001, hvor en varm tilhænger af løsrivelse betroede mig, at hvis man oplevede løsrivelse ville han flytte til Danmark, hvor folke– pensionen var højere end på Færøerne, men det forudsætter, at han er dansk statsborger. Så er der noget særdeles vigtigt at gøre sig klart. Færøerne vil i givet fald kunne blive offer for Ruslands og USA-s interesse for Færøerne, der ligger på et stratetisk vigtigt sted på landkortet. Det er ret så overraskende, hvor dårligt færøske politikkere er i politisk tænkning. Det er ellers en rasende dygtig befolkning, der er rykket højt til vejrs, hvad angår højteknologi med 2 verdenspatenter. Rejepelleri og digital besked, når fiskenettet er fyldt. Kun 5% af befolkingen er fiskere i gammeldags forstand. Det kører på højteknologi. Kunst og musik på et særdeles højt stade. Det femtende rigeste land i verden og med en arbejdsløshedsprocent på 3. Uligheden er stor. De rige har fået skattelettelse og fødevarepriserne er høje, så det magtskifte, der er sket, er helt på sin plads, og har intet med løsrivelse at gøre. Godt det samme. Føroyska valið KJAK