mánadagur 21. september 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108
Pedersen Weyhe. So doyði hon, og Johan
Henrich giftist við Annike Hedevig Djurhuus,
1773-1809, prestadóttir á Nesi í Eysturoynni.
Tey fingu 4 børn.
Um Johan Henrich Egholm lesa vit:
»Johan Henrich Egholm var gift to gange.
Hann var bonde i Hvalvík, og han blev gift
sidste gang med en præstedatter fra Næs,
der hed Annike. Hun var en særdeles dygtig
husmoder. Men sandelig var deres ægteskab
alt andet end lykkeligt. Johan Henrich
Egholm var en højkulturel mand, hann
var lægekyndig, [dugdi fleiri mál, verið 3 ár
skipslækni í tí russiska herflotanum] han
viste nærmest ingen interesse for bonde–
gården. Hans interesser lå andre steder, og
gården blev ikke drevet, som den skulle,
idet han ustandselig rejste til Tórshavn
for at være sammen med de lærde dér.
Dette utålelige i, at gården ikke blev drevet
således, som Annike mente rigtigt, pinte
hende meget. Hun sagde ikke meget, bar sin
nød med tålmodighed, men tænkte så meget
mere. Og slutningen var den sørgelige, at
hun druknede sig i en dam i Hvalvík, som
endnu kaldes »Annike dam«….. Efter Annikes
sørgelige død flyttede Johan Henrich Egholm
til Tórshavn at bo. En bestemt tid på året
besøgte han igen Hvalvík….han havde for
vane hver aften at tænde sin pibe og gå ned
der, hvor hans hus havde stået…da han kom
hjem igen alene, så han altid forgrædt ud…«
Í Suðurstreymoyar kirkjubók er skrivað:
»10. juni í 1761 døbt Niels Sørensens, som nu
formodentlig er i København, hans U?ægte
barn nomin, Samuel, D. 20. sept. 1761….«
Í einum brævi frá fútanum til general
krigs-commisare Hansen, dagfest 6. juni 1761,
er skrivað:
»Hvad Egholm Affaire angaard (ulæselige
ord) at komme eller fare ved jeg intet om.«
Eftir hesum at døma hava Niels Sørensen,
hattamakarin, og kona hansara, Armgard
Marie, ikki drigið somu línu.
Í 2007 gav Jørgen Svensson, føddur 7. dec. 1934,
8. ættarlið, út ættarbókina Efterslægtsbog for
Niels Sørensen Egholm og Armgard Maria
Weyhe. Fyri bókina – sera áhugaverd og
virðismikil – hevur hann uppiborið rós og
tøkk.
Aftast í bókini er ein aforisma:
Mange kunne have gjort det bedre,
alle kunne have gjort det anderledes,
men sådan har jeg nu gjort det,
og hvis jeg ikke havde gjort det.
var det måske aldrig blevet gjort.
Jørgen Carstens Bloch (1717-1773)
Armgard Marie Egholm og
Jørgen-Frantz Jacobsen
Føddur og uppvaksin úti á Reyni kendi
Jørgen-Frantz Jacobsen (1900-38) seg óivað
hoyrandi til tað søguliga umhvørvið úti í
Havn. Aðramáta hevði hann ikki verið førur
fyri – leinkjaður, sum hann var til sóttarsong
í Føroyum og í Danmark við blýanti í hond
– at skriva heimskendu skaldsøgu sína
BARBARA, sum William Heinesen útgav
posthum 1939.
Fýra mánaðar áðrenn Jørgen-Frantz
Jacobsen doyði, skrivaði hann:
»Mit mozartske livssyn skal du sgu ikke
nære nogen bekymring for… Min styrke
ligger i, at jeg ikke stræber efter lykke og
velvære, men på godt og ondt er forelsket i
min egen skæbne.«
Nakað seinri, undan tí seinastu, hættisligu
skurðviðgerðini, skrivaði hann: »Det er en
prøvelse, dette her, men vil man have det
gode, må man tage det onde med. Dør jeg,
vil man kunne skrive på min grav: »Her
hviler en, der lærte meget menneskeligt
at kende og altid var harmonisk lykkelig.
Tilsidst opnåede han endog at føle et pust af
alderdommens molest«.
Um BARBARU er sagt: »Hon er frumkend,
alskbitin; hjálparleys í girnd; góðvarðin,
hættisliga gandað. Eitt gott barn, ja, 28 ár, og
landsins størsta skøkja. Prestaeinkja tvær
ferðir. «
Bókin fer fram í tí gomlu Havnini;
úti á Tinganesi, úti á Reyni, í Gongini, í
Nýggjustovu – og í prestagarðinum Jansa–
gerði í Miðvági og aðrastaðni. Í tíðini, tá
ið máttmikla Hammershaimb fúta- og
løgmansklanin ráddi fyri borgum.
Men hvør var so tann lívsglaða BARBARA?
Inkarnatiónin av lívsgleði og ungdómi
við humor, poesi, ironi – og við tí sjónliga
erotikkinum, ið gav og kravdi innihald
í hennara tilveru. Hon, sum helt til í
umhvørvinum Úti á Reyni, har presta–
konventið var. Í handlinum og dansinum
í Tinganesi, í Nýggjustovu, i Fútastovu, í
Gongini. Prestaeinkja tvær ferðir. Og so varð
tað presturin Poul Aggersøe.
Hon endaði ætlandi sínar dagar í Nýggju–
stovu í Gongini.
Tað var Barbara.
Lívsglaða prestadótturin í Hvalba, Arm–
gard Marie Weyhe, framdi ungdómsins
gjøgnumbrot í Havn. 18 ára gomul til Keyp–
mannahavnar, har hon giftist við Niels
Egholm, hattamakara. 3 børn. Hjúnabandið
rillaði. Einkja. Aftur í Føroyum 26 ára gomul.
Fekk nýggj hús, »Egholmshúsið« úti á Reyni.
Búði har, til hon doyði 93 ára gomul.
Hendan Armgard Marie Egholm er átøk
Barbaru.
Um musan hjá Jørgen-Frantz Jacobsen
var Estrid Bannister Holm, ja, so hevði hann
tvær.
og hugleiðing
V. U. Hammershaimb
Gongin, Nýggjastova, í 1890’unum
HUGLEIÐINGAR