Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Virgar T. Dalsgaard Dynamiskur handilsbýur Tað stóra ferðalandið Týsk– land hevur ótrúliga nógvar prýðiligar og hábærsligar býir, og ein teirra er LEIPZIG, sum í ár fyllir túsund ár. Býurin er verðinskendur sum ein pul– serandi handils-, vitskaps- og kulturbýur. Hann liggur í tí regionala statinum SACHS– EN, har hann er næststørsti býur aftaná høvuðsstaðin Dresden. Áðrenn Annað Verðinskríggj var hann viðgitin sum tekniskur og handilsligur MESSU-býur par excellence; - men við tað, at hann bleiv partur av tí kommunistiska DDR- statinum aftaná Kríggið, misti hann nakað av týdningi og lá í fíggjarligum og kulturellum skugga, líka inn til 1989, tá ið Berlinmúrurin fall. - Síðani tað hevur hann reist seg av nýggjum og kýtt seg fyri at fingið sína gomlu positión aftur, og tað hevur næstan eydnast. Sunnanfyri býin eru aftur reistir risastórir MESSU-bygningar, sum verða vitjaðir næstan alt árið. Tað beinleiðis tysja turistar og handilsvinnufólk úr øllum heraðshornum til Leipzigar í dag. Býurin liggur stutt frá stórum minu- heyggjum, har brúnkol og virðismikil mineralir vóru at finna. Hetta var m.a. grundarlagið undir tí stóra metall-ídnaðinum í býnum, men stór-handilin treivst eisini væl, tí býurin liggur við týðandi høvuðsvegir, sum ganga í allar ættir. Leipzigarar vóru serliga tiltiknir í prenti- og bókbindara-fakinum. Stutt eftir, at smiðurin Johan Gutenberg í 1439 hevði uppfunnið bókaprentingina, fingu nógvir týskir býir stórar prentsmiðjur; - og Leipzig bleiv víðagitin fyri sína stak hegnisligu bóka– prenting. Tað førdi til, at ein hópur av bókahandl– arum í 1545 gjørdu av at flyta til Leipzigar fyri at dvøljast har, sum tær bestu prentsmiðj– urnar vóru. Eftir tað gjørdist býurin verðins bóka– miðstøð og Europas littereri høvuðsstaður, eitt pláss, sum hann helt næstan 400 ár. Longu umleið ár 1500 komu bæði bløð og aðrir prentlutir út um alt Týskland, men tilfarið kom ofta óregluliga ella bara sum vikubløð; ikki fyrr enn í 1650 kom tað fyrsta prentaða dagblaðið í verðini, og tað var sjálvandi í prentarabýnum Leipzig. Í 1836 skipaði býurin fyri einum sonevndum BÓKA-BØRSI. Aftaná Kríggið fekk Leipzig munandi kommerciella kapping frá Frankfurt am Main, sum fór undir risastórar bókamessur. Kortini verða enn prentaðar yvir 20 milliónir bøkur í Leipzig um árið. Tá ið fólk í mínum óvitadøgum tosaðu um sjáldsamar bøkur ella rit, sum tey leingi høvdu sóknast eftir, so varð m.a. av Rikardi Long, Christiani Haraldsen og Hans Andriasi Djurhus oftast víst til Leipzigar. – Kundi man ikki finna ella útvega sær bókina har, kundi man valla fáa hana nakra-staðni, hildu teir. Religiøsar rembingar í Leipzig Leipzig fekk avgerandi týdning í kirkju– søguni, tá ið protestantarnir eftir drúgt orðastríð við katolikkar sóu, at teir ikki fingu vikað Ta katólsku Kirkjuna til reformar, og tessvegna sjálvir gjørdu av at realisera Reformatiónina. Martin Luther hevði í Wittenberg 1517 spælt hvassliga út móti tí kirkjuligi korruptiónini við sínum 95 tesum, men sløk tvey ár seinni varð hann boðin til Leipzigar Universitet, har hann sjálvur– annar skuldi disputera á Pleissenburg slotti við ein av teimum allarmætastu katólsku kirkjumonnunum í Týsklandi, domini– kanaran Johannes Eck. Hesin fundurin í juli 1519 bleiv kallaður Tann stóra disputatiónin, har hesir báðir vællærdu menn debatteraðu í dagavís á latíni, meðan studentar og akademikarar royndu at fylgja við í tí subtilu argumentatiónini, sum førdi til, at Eck hóttaði við at fáa Luther ekskommunikeraðan úr Tí katólsku Kirkjuni og beinleiðis skuldsetti Luther fyri heretikara (kettara), altso ein fráfallnan kristnan. Eftir henda viðgitna Leipzigar-fundin bleiv kvett millum pávan og lutheranarar, so protestantisman bleiv ein heilt autonom religión. – Luther vágaði sær ikki aftur til Leipzigar fyrr enn í 1539. – Har bleiv hann boðin at prædika, tí tá hevði Reformatiónin sigrað í Leipzig. Hann prædikaði á næstan sama staði, har hann varð blivin lýstur í bann, tjúgu ár frammanundan. Tann kenda skipanin »Leipziger interim« um, hvussu gerandissiðir í kirkjuni skuldu skipast, varð viðtikin har í býnum 1548 eftir tilráðing frá Filip Melanchton, samhugamanni hjá Luther. Lívskátur staður & kulturelt feitilendi Leipzig liggur, sum nevnt, høgliga í tí centrala Europa, og langt áðrenn hann bleiv keypsstaður, lá har ein bygd, sum æt Lipzk; hon var longu eitt kent ýti hjá romarunum, tá ið teir vágaðu sær herferðir og skuldu peila sær veg inn í germanskt »fígginda-øki«. Sjálvt um romarar ikki ráddu í Germania gjørdu teir kortini góðar vegir, so lættari var at ferðast og »herja«. Teir kendu høvuðsvegirnir Via Imperii og Via Regia skóru hvønn annan vinkulrætt akkurát har, sum Lipzk lá. Í miðøldini fekk býurin stóra tímiliga ávirkan um alt Europa og hevur hýst mongum slóðbrótandi stórfyritøkum síðani. Tann strategiska støðan og koncentra– tiónin av tekniskari, kulturellari og vit– skapligari vitan førdi við sær, at fólkatalið í Leipzig vaks skjótt, og hann bleiv eisini ein sera ríkur býur, sum freistaði tilflytarar í friði og militerfólk í stríði. Tað er ikki av tilvild, at jarnbreytastøðin í Leipzig er ein tann størsta í verðini, tí hon er sjálvt hjartað í teimum ferðslu-æðrunum, sum binda alt tað européiska kontinentið saman. Um aldarskiftið 1900 var staðurin við útjaðarabygdum blivin næstan eina millión og millum teir fimm størstu býirnar í Týsklandi. Hann minkaði tó nógv eftir Verðinskríggið, men er aftur farin at veksa eitt sindur og nærkast 600.000 íbúgvum í ár. Líka síðani býurin fekk sítt Universitet í 1409, – tað næstelsta í Týsklandi, – hevur hann eisini verið eitt intellektuelt feitilendi, sum fjøldir av studentum leitaðu til, og hann hevur eisini verið tilhald hjá mætum mentarmonnum, sum antin vóru føddir í býnum ella hava búð og virkað har. Men býurin var sanniliga eisini kendur fyri sítt spennandi náttarlív og stóra lívskæti, og tí ofta kallaður »Tað lítla Paris«. T.d. spældu teatur í Leipzig djarvar sjón– leikir, sum censururin vildi havt strikað nógva aðrastaðni. Operain í Leipzig, sum er ein av teimum elstu í Europa, hevði longu tíðliga eitt repertoire, sum hvørki stóð aftanfyri Milano, Hamburg ella Berlin. Tann mæti musikalski autodidakturin, Georg Filip Telemann, sum búði eitt skifti i Leipzig, komponeraði nógv operaverk, sum fingu premieru har. – Tann vanliga nútíðar-skráin í Leipzig Oper fevnir líka frá Wagner til Puccini. Koncerthúsið í býnum eitur Gewandhaus og spælir alskyns klassiskan musikk. Høllin hevur viðhvørt havt so mætar musikk– høvdingar á odda sum Mendelssohn Bart– holdy og Wilhelm Furtwängler. Intellektuellir risar Tað er ómøguligt at nevna hvørt stórmenni, sum hevur virkað í Leipzig, men burtur úr rúgvuni kunnu nevnast, filosoffurin og matematikarin Gottfried Wilhelm Leibniz, sum var føddur í Leipzig og professari við Universitetið. Hann uppfann ta slóðbrótandi infinitesimalrokningina, sum revolutioneraði alla praktiska matematikk og fysikk. Hann konstrueraði eisini eina roknimaskinu, sum bygdi á ta bineru skipanina. Henda skipan er grundarlagið undir modernaðum datateknikki. Framman fyri Universitetið stendur ein hábærslig standmynd av Leibniz. Tað Týska meginskaldið Johann Wolfgang Goethe las við Universitetið í Leipzig og hevur gjørt vínstovuna Auerbach Keller verðinskenda, tí hann í sínum kenda drama, Faust letur høvuðspersónarnar hittast har, hann sjálvur ofta át og drakk í síni lestrartíð. Restauratiónin í tí legendariska kjallaranum í Mädelpassagu er til enn, og hon verður sera nógv vitjað. Skamt haðani er ein stór standmynd av Goethe. Tað vituga og slóðbrótandi dramatikara– skaldið Gotfried Lessing studeraði sínu fyrstu lestrarár í Leipzig. Ein tann kendasti Leipzigar-búgvi er óivað tónarisin Johann Sebastian Bach, sum var organistur við ta hugnaligu Thomas- kirkjuna í Leipzig. Hann komponeraði nýtt tilfar næstan hvønn sunnudag í 27 ár; harumframt stjórnaði hann tí kenda Thomanara-kórinum, sum varð stovnað longu 1212.. Uttan fyri kirkjuna er ein prúð standmynd av honum. Fyri at heiðra og minnast tann mæta komponistin verður musikkur av Bach spældur uttan steðg í Thomas-kirkjuni hvønn dag frá morgni til myrkurs. Uttan fyri ta vøkru Nicolai-kirkjuna stóð ein stórur minnisvarði um tann kenda leipzigaran, komponistin Felix Mendelssohn. Hann fekk í 1836 stovnað eitt Konservatorium í býnum, men tí hann skuldi vera av jødiskari ætt, fingu nazistisk bølmenni í 1936 beint fyri minnismerkinum. Tað førdi við sær, at tann populeri Carl Gørdeler segði seg frá sum yvirborgmeistari í býnum. Myndahøggarin Max Klinger arbeiddi í Leipzig, og býurin hevur reist honum eitt listarsavn. Total-dramatikara-tónaskaldið Richard Wagner var føddur í Leipzig, men flytti tíðliga til Dresden. Leipzigarar eru kortini ernir av, at »Ringurin« hjá Richardi Wagner bleiv spældur har longu í 1878. Tað var allarfyrstu HUGLEIÐINGAR Tann fjølbroytti dugnabýurin LEIPZIG fyllir 1000 ár