Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108 ferð, uttanfyri sjálvt Bayreuth. Tann geniali atom-fysikarin og nobel– prísvinnarin Werner Heisenberg las og arbeiddi við Universitetið í Leipzig. Ein »yndaður« vígvøllur Býurin hevur havt eina stolta, men eisini ógvisliga søgu við fjøllbroyttum tekniskum framlopi í friðartíðum, men neyð og nógvum líðilsum í bardagatíðum. Hvørja ferð, tað hevur verið friður á centraleuropéiskum øki, hevur Leipzig stórt sæð havt stóra og skjóta framgongd á flestøllum økjum, men so skjótt sum politiskar rembingar og kríggj hava herjað Mið-Europa, hevur Leipzig verið serliga hart raktur, tí hann hevur verið eitt so erkvisið militér-strategiskt, trafikalt og industrielt knútapunkt. Økið var sum ein magnet fyri alskyns européiskan hildarleik. Miðskeiðis í 1500-tølunum herjaði Tað Schmalkaldiska kríggið, sum var eitt præ– ludium til Tretivuára Kríggið. Tá brendu stórir partar av forstøðunum til Leipzigar heilt í øsku, tí katolikkar og nýumvendir protestantar við Melanchton á odda strídd– ust um, hvørjir gerandissiðir vóru hóskandi fyri ta »røttu« trúnna. Hetta førdi til tað fyrrnevnda Leipzig interim 1548. Fleiri av teimum heilt stóru samanbrest– unum undir Tretivuára-krígnum í 1600- tølunum vóru nærhendis Leipzig, har bæði svenskarar og eysturríkarar herjaðu og rændu eirindarleyst í áravís. Miðskeiðis í 1700-tølunum vóru tvey Schlesisk kríggj millum Preussen og Eystur– ríki við øðrum samfylkingum,. – bæði londini vildu kanna sær Schlesien. Seinni í somu øld var tað vitleysa Sjeyárs-kríggið, har Eystur– ríki vildi hevna tapið móti Preussen. Allir tríggir bardagar vóru ein syndarlig plága fyri fólkið í Leipzig, tí báðir krígspartar eyðrændu javnliga tann ríka býin á teirra herferðum til og frá Schlesien. Meginbardagin í Leipzig 1813 Tað avgjørt blóðugasta slagið í Europa var líka til Tað fyrsta Verðinskríggið tann mikli FÓLKA-BARDAGIN við LEIPZIG (Vølkerschlacht bei Leipzig) um heystið 1813, har Napoleon keisari tapti; og varð avsettur sum franskur keisari. Stutt eftir varð hann deporteraður til oynna Elba. Í hesum ræðuliga blóðbaði luttóku til– samans væl yvir 600.000 mans. Samfylkingin hevði umleið 400.000, og franskmenn ca. 220.000. – Slagið vardi heilar 5 dagar, men til endans mátti Keisarin lúta. Andstøðulondini hjá Napoleon vóru Rusland, Eysturríki, Svøríki og Preussen, og tann fylkingin hevði altso ca. 180.000 mans fleiri enn Napoleon, sum hevði nakrar italienskar deildir í sínum parti. Tað tragiska slagið kostaði ófatuliga nógv mannalív, antin av kríggsávum ella hungri. Fyri tann franska herin og býin Leipzig var slagið ein katastrofa. Tann 18. oktober 1913, sum var eitt- hundraðára dagur fyri tann mest dramat– iska dagin í tí ræðuliga slagnum, bleiv ein risamikil minnisvarði avdúkaður í land– synningspartinum av Leipzig. Tann varðin segðist vera tann størsti í Europa; – hann var tó so illa farin undir Øðrum Verðinskríggi, at hann mátti reisast aftur á tveyhundrað ára degnum í 2013, men nú stendur hann aftur í øllum sínum veldi og er neon-upplýstur um kvøldið; – beint niðanfyri varðan er eitt vatn, sum kallast »See der Tränen« (Tárasjógvur). Samanbresturin við Waterloo, sum var árið eftir massakruna í Sachsen, var eitt nógv minni slag, og tá var tann franski herurin blivin púra drenaður fyri nógv av sínum frægasta fólki í ragna-rokinum við Leipzig, so Napoleon bardist næstan við hálvvaksnum óvitum. Politisk háborg hjá Javnaðar-rørsluni Við tað at Leipzig hevði eina stóra løn– móttakara-fjøld, fekk býurin tíðliga ein avgerandi týdning í tí politisku søguni hjá arbeiðara-rørsluni. Hetta sást longu undir februar-revolutiónini 1848, tá ið ein fylking av proletarum í Leipzig gjørdu nógv um seg við bæði fakligum og socialum krøvum um demokrati. Um heystið var skaldið og oddamaðurin Robert Blum dømdur og dripin fyri sína luttøku í stríðnum. Hinir vóru flestallir óskúlaðir barrikadumenn, sum ikki høvdu stórar royndir við organisatoriskum felags– arbeiði. Teir settu seg tí í samband við tann stríðsfúsa juristin og socialistin Ferdinand Lassalle, sum tá var staddur í Berlin. Lassalle legði dent á, at hann var socialdemokratur mótvegis Karli Marx, sum kallaði seg kommunist. Teir vóru ofta ósamdir um bæði metodu og endamál. Menn gjørdu av at venda sær til Lassalle, sum var boðin boðin til Leipzigar februar 1863 fyri at hjálpa arbeiðararørsluni. Eftir fleiri fundir og drúgt orðaskifti lukkaðist tað teimum at semjast um at gera ein politiskan flokk sum skuldi arbeiða fyri socialismu. Tann 23. mei 1863 varð kallað saman til stórfundar í PANTHÉON- bygninginum í Dresdner Strasse 20, har menn ofta hittust til skemtan og fundarhald. Tann dagin í Panthéon stovnaði ein eld– hugað fundarfjøld av stálsettum arbeiðs– monnum úr Leipzig saman við umboðum frá ellivu øðrum stórbýum Allgemeine Deutsche Arbeiterverein, tann týska Javnaðarflokkin. Lassalle sjálvur varð árið eftir dripin í einum fjákutum duelli. Tað kostaði flokkinum nógv, og seks ár seinni fusioneraði hann við ein yngri og heldur radikalari arbeiðaraflokk. Tann fusioneraða samgongan fekk uppaftur seinni navnið Sozialdemokratische Partei Deutschlands (SPD) og er reelt tann elsti Javnaðarflokkurin í verðini. Við tað, at evsti Ríkisrætturin í Týsklandi síðani 1887 hevði ligið í Leipzig, fekk býurin eina høvuðs-rollu, tá ið tað groteska rættar– málið um Ríkisdagsbrandin 1933 skuldi førast har. Leipzigar-processin var ein sjónleikur, sum nazistarnir skuldu brúka fyri at kom– promittera tann týska kommunistaflokkin við einum justitsmorði, men tann gløggi kommunsturin Grigori Dimitrof, sum sjálvur var skuldsettur, vendi elegant sakarmálinum móti nazistunum sjálvum og fekk prógvað, at tær flestu skuldsetingarnar vóru ivasamar og allarhelst falskar. Í 1980´unum undir tí harðrenda DDR- stýrinum vístu borgarar í Leipzig stóra »courage civile« við afturvendandi mót– mælisfundum uttan fyri Nicolai-kirkjuna, har fólk samlaðust hvønn mánadag eftir arbeiðstíð. Summi bóðu, onnur bara stóðu tigandi og vístu sín illvilja móti og vanvirðing fyri tí diktatoriska stjórnarvaldinum. Hesir Leipzigar mánadagsfundir vóru ein av fleiri grundum til, at tann korrupta stjórnin í DDR so líðandi misti autoritetin og tamarhaldið 1989. Hvat skal man síggja í Leipzig? Tann fjølbroytti handils- og bókabýurin hevur so ovurhonds nógv av bæði monu– mentalum arkitekturi, spennandi mentar– stovnum og søguligum ýtum, at turisturin noyðist at loypa nógv um. Har eru nógv museum, sum fortelja um søguna líka frá prenting og bókakynstri til modernaðan kunst. Men man eigur avgjørt at vitja Altes Rathaus frá 1556 á Marktplatz, sum í dag er býarsøguligt museum. Í tí vakra gildis- salinum hongur t.d. tann einasti autentiski málningurin av Bach, og uttaná tí prýðiliga renaissancubygninginum er ein minnispláta um martýrin Robert Blum. Haðani er stutt til Goethe-varðan, Auerbach kjallaran, Thomas-kirkjuna og síðani Neues Rathaus frá 1909, har man endiliga eigur at fara niður í tann hugnaliga Ráðhúskjallaran, har fólk undir einum vøkrum og imponerandi hválvi kunnu njóta alskyns kulinarisk góðgæti. Ráðhúsið er bygt á toftirnar av Pleissenburg. Frá Marktplatz kann man eisini spáka norðeftir tí hugnaligu Katharinen–strasse, sum hevur ørgrynni av eldri arkitekturi, og stutt haðani er tann kolossala Jarn– breytastøðin Eystan fyri Marktplatz er Nikolaikirkjan, Operain og Universitetið. Nakað væl vestanfyri miðjuna í Beet– hovenstrasse er tað velduga Universitets– bókasavnið, sum var grundlagt 1543. Endiliga hevur Leipzig eisini tann størsta botaniska havan í Týsklandi og í LEIPZIGER ZOO finst eitt av verðins størstu vitskapligu søvnum av primatum, sum biologi-lesandi úr øllum Europa vitja javnliga. Leipzig legði okkum lunnar Leipzig hevur ongantíð verið høvuðsstaður í nøkrum stati. Kortini hevur hann í meira enn fimm øldir verið ein av teimum mest dominerandi handilsmetropolunum í Europa. Tað er ikki bara av geografiskum grundum, men fyrst og fremst tí, at býurin hevur havt eina framúr dugnaliga, fleksibla og vællærda arbeiðarastætt, sum sjálv hevur skipað fyri nógvum tekniskum og socialum framburði, men eisini lagað seg eftir og beinanvegin tikið við flestøllum framstigum, sum hendu aðrastaðni Tann, sum vil kenna tær kultursøguligu røturnar fyri tekniskum og fíggjarligum framburði í Norðureuropa, eigur avgjørt at brúka nakrar dagar í hesum fjøllbroytta býi. – Er man fyrst í tí nógv vitjaða Berlin, tekur tað bara tveir tímar at koyra suður til Leipzigar. Sjálvur 1000-ára føðingardagurin verður hildin líka til nýggjárs bæði við fram– sýningum, koncertum, sjónleiki, fyrilestrum og veitslum. Thomas kirkjan Goethe-varðan Auerbach kjallarin Gamla ráðhúsið