mánadagur 21. september 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108
ítróttur
fótbóltur
Giza/Hoyvík er nú í 1. deild
Vilja í Effodeildina
Leygardagin vann Giza/Hoyvík lykladyst ímóti TB í triðbestu deildini, og nú eru teir so gott sum fluttir
upp í 1. deild. Við nýggjum vølli klárum næsta kappingarár kunnu teir stíla eftir bestu deildini
Pætur Albinus
Giza/Hoyvík skal spæla í
næstbestu deildini. Tað er
at kalla púra greitt, nú teir
leygardagin vunnu lykla
dystin í triðbestu deildini
ímóti TB. 3-1 til Giza/Hoyvík
gjørdist úrslitið eftir at hálv
leiksstøðan annars var 0-0.
Tað vóru nakrir kendir
menn, sum eftir bert fáum
minuttum
miðskeiðis
í
seinna hálvleiki avgjørdu
dystin. Ahmed Keita, Evrard
Blé og Bogi Hermansen
skutu nevniliga málini hjá
Giza/Hoyvík,
sum
ímóti
kappingarenda hava notið
væl av roynda miðvallar
anum, Evrard Blé, sum av
álvara hevur bundið um og
somuleiðis verið dystarav
gerandi í fleiri atløgum.
Jón Tórður Holm pyntaði
um í yvirtíðini, soleiðis at
endaliga úrslitið gjørdist 3-1
til Giza/Hoyvík.
Avgjørt
Næstbesta liðið hjá HB hevur
tryggjað sær uppflyting til
næstbestu deildina, og nú
er Giza/Hoyvík ávegis upp
við teimum. Teoretiskt er
tað framvegis ein møguleiki
fyri, at TB tekur seinna upp
flytingarplássið frá Giza/
Hoyvík, men tað er ógvuliga
ósannlíkt. Støðan er nevn
iliga tann, at Giza/Hoyvík
á øðrum plássi er trý stig
frammanfyri TB. Tískil skal
Giza/Hoyvík
tapa
heima
ímóti KÍ komandi leygardag,
samstundis sum TB vinnur í
Fuglafirði. Tað er tó neyvan
heldur ikki nóg mikið, tí í
løtuni hevur Giza/Hoyvík 26
mál betri málmun enn TB.
Í Giza/Hoyvík hava teir
verið somikið vísir í upp
flytingini, at tað var veitslu
rómur eftir sigurin leygar
dagin. Hetta er fyrstu ferð, at
Giza/Hoyvík sum samanlagt
felag er í næstbestu deildini.
Seinast
fyrrverandi
FC
Hoyvík var í næstbestu
deildini, var í 2011.
Ávegis
Giza/Hoyvík hevur í seinnu
hálvu fingið styrk av fyrr
verandi
Effo-leikarum
í
Evrard Blé og málverjanum
Petur Meinhard Magnussen.
Frammanundan
er
eisini
Ahmed Keita í felagnum, og
hann hevur í ár gjørt bart við
19 málum í 15 dystum.
Støðan sær út til at gerast
tann, at AB framhaldandi
fer at spæla í Effodeildini,
og tískil skuldi møguleiki
hjá Giza/Hoyví verið fyri at
útvegað leikarar í høvuðs
staðarøkinum, sum annað
kvørt ikki sleppa upp í part
ella ikki vilja vera við á allar
hægsta stigi. Hetta hevur
áður verið at sæð í eitt nú
AB, sum hevur havt nógvar
avlopsleikarar úr HB og B36
ávegis upp í bestu deild-
ina.
Í so fall, at tað eydnast
teimum, skuldu sannlíkindi
verið fyri at verið ávegis
bestu deildini.
albinus@sosialurin.fo
– Tað skal ikki vera nøkur loyna, at málið er at koma upp og verða tað fjórða liðið í Havnini,
sigur Frankie Jensen vísandi til framtíðina, har málsetningurin er at koma í Effodeildina
Pætur Albinus
Eftir dystin ímóti TB leygar
dagin fegnaðist venjarin,
Frankie Jensen, sum vera
man um sigurin í lykladyst
inum ímóti TB. Teir úr Giza/
Hoyvík fóru suður fríggja
kvøldið fyri at fáa bestu
umstøðurnar upp undir
dystin, og Frankie sigur
eisini, at teir løgdu nógv fyri
til at nú skuldi tað verða, tí –
sum hann sjálvur sigur – so
hevur uppflytingin kiksað í
trý ár á rað.
Frankie er samdur í,
at hópurin hjá teimum er
sterkur, men uppflytingin
er tó ikki løtt.
– Vit høvdu eisini sterk
an hóp, men vit eru eina
tonn betri í ár, og tí eydn
aðist tað. 2. deild sær ikki
út til at vera so løtt at vinna
hóast alt. Tað eru einans
18 umfør, og ein vánalig
perioda, sum vit høvdu í
ár og eisini í fjør, kostar so
mikið nógv, at hon er trupul
at vinna inn aftur, sigur
Frankie og peikar á, at teir
í ár, tá ið seks umfør vóru
eftir, vóru nummar fimm.
Stíla uppeftir
Við Karlamagnusarbreyt í
Hoyvík verður nýggjur fót
bóltsvøllur bygdur, og eftir
ætlan skal hann verða klár
ur hjá Giza/Hoyvík at spæla
á næsta kappingarár.
–
Tær
umstøðurnar
verða alt avgerandi fyri, at
tað skal eydnast. Tað, at vit
flyta upp nú, hevur nógv
at siga, tí at tað er nokk av
leikarum í Havnini, so eg
vænti at hetta fer at skapa
eitt sindur av tilgongd, sigur
Frankie og leggur afturat,
at leikararnir kanska ikki
leggja so nógv fyri í 2. deild.
– Vit skulu til at venja
meir við teimum monnum,
sum vit hava, og so fáa nak
að av tilgongd afturat. So
fáa vit fyri fyrst stabiliserað
okkum í 1. deild, og tað skal
ikki vera nøkur loyna, at
málið er at koma upp og
verða tað fjórða liðið í
Havnini, sigur hann.
Giza/Hoyvík er eitt felag
í menning og vøkstri. Til
dømis kann nevnast, at
felagið í fjør hevði tvey lið
í ungdómsdeildini, meðan
tað í ár vóru fýra. Frankie,
sum eisini er næstformaður
í felagnum, dúvar upp á, at
enn fleiri lið verða við í ung
dómsdeildini næsta ár.
albinus@sosialurin.fo
Mynd: Giza/Hoyvík