mánadagur 21. september 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Jóannes Hansen
Verður tað NSÍ ella Víkingur,
sum annan leygardag fer at
fáa silvurkrónurnar hand
aðar. Verður tað HB ella KÍ,
sum fer at vinna fjórða og
seinasta
atgongumerkið
til europeisku kappingina
næsta summar. Og verður
tað FC Suðuroy ella AB, sum
fer at flyta niður í næstbestu
deildina.
Hesir spurningarnir vóru
ósvaraðir undan vikuskift
inum, og svarini fuku fram
vegis í heystarlotinum, sum
argaði ikki sørt, tá ið dóm
ararnir bríkslaðu fyri síðstu
ferð kring landið seinna
partin í gjár.
Tað er ikki avgjørt, um tað
verður AB ella FC Suðuroy,
sum skal niður í næstbestu
deildina, men fyritreytirnar
hjá FC Suðuroy eru uppaftur
torførari
nú,
enn
tær
vóru undan 25. umfari. FC
Suðuroy tapti í Sarpugerði,
meðan AB greiddi javnleik á
heimavølli ímóti ÍF. Harvið
er AB nú fýra stig og væl
betri málmun omanfyri FC
Suðuroy.
Um tað skal eydnast FC
Suðuroy at taka plássið í
bestu deildini frá AB, so skal
FC Suðuroy vinna á heima
vølli ímóti ÍF og á útivølli
ímóti HB, samstundis sum
at AB tilsaman ikki skal fáa
meiri enn eitt stig burturúr
ímóti B36 í Gundadali og á
heimavølli ímóti NSÍ.
At NSÍ í síðstu løtu misti
sigurin á útivølli ímóti TB,
meðan Víkingur vann trygg
an heimasigur á FC Suðuroy
ber við sær, at spenningurin
um næstfremsta plássið nú
er størri. NSÍ er eitt stig og
+2 í málmuni undan Víkingi.
Spurningurin,
um
tað
verður NSÍ ella HB, sum fer
avstað við silvurmerkjunum,
verður
ivaleyst
svaraður
sunnudagin,
tá
ið
triði
spurningurin – um tað verð
ur HB ella KÍ sum næsta
summar skal spæla í altjóða
kapping – eisini fer at verða
svaraður. HB er tvey stig og
+4 í málmuni frammanfyr
KÍ.
Sunnudagin
fær
NSÍ
vitjan av KÍ, meðan Víkingur
fær vitjan av HB.
Meiri stiril í
klaksvíkingum
Eftir tvey kiks – ímóti AB á
heimavølli og ÍF á útivølli
– eydnaðist tað aftur KÍ at
vinna fulla úrtøku. Tað var
ímóti
nýklæktu
meistar
unum í B36, sum noyddust
suður aftur við 2-1 tapi.
Hóast væl upplagdi Philip
Lund sera hegnisliga og eftir
óskettið KÍ verjuspæl úr
vinstru lyfti bóltin upp um
KÍ málverjan og í málið, so
reisti heimaliðið seg og skor
aði undan steðginum tvær
ferðir eftir deyðbóltsstøður:
Kenan Hajdarevic stút
aði í málið eftir horna, og
Ndende drønstútaði úr stór
ari fjarstøðu sigursmálið
eftir diagonala frísparks
sending
úr
høgru.
Eftir
steðgin kom einki mál.
– Vit vístu ikki tann viljan,
sum hevur eyðkent okkum
higartil í ár, tá ið tættu upp
gerðirnar hava koppað okk
um til fyrimunar. Vit tóku
ikki av, tá ið vit spældu okk
um til málmøguleikar, og vit
vóru als ikki so avgjørdir
í verjupartinum, sum vit
plaga at vera. Tað var annar
parturin av frágreiðingini,
men KÍ skal hava rós fyri
fínan hugburð, sigur B36
venjarin Eyðun Klakstein.
Hann vil ikki hava, at
meistararnir tapa nakran
dyst aftrat:
– Undan tapinum í gjár
vóru vit bara einaferð farnir
av vøllinum uttan úrtøku.
Meistaraliðið skal ikki tapa
tríggjar ferðir á rað. Vit fara
at stríðast fyri fullari úrtøku
í tveimum teimum seinastu
umførunum. Ímóti KÍ var
okkara lið eitt sindur broytt,
men talan var ikki um stóra
broyting. Trygvi Askham,
Gestur B. Dam og Philip
Lund, sum skoraði, fingu
møguleikan, og tað var ikki
teirra avrik, ið var orsøk til,
at vit ikki vunnu.
Í KÍ leguni vóru teir stak
væl nøgdir. Fulla úrtøkan
ímóti meistaraliðnum ber
við sær, at tað framvegis
er møguleiki fyri, at klaks
víkingar skulu vinna sær
pláss í Europa:
– Tað er hugaligt, at vit
reistu okkum, eftir at B36
hevði
lagt
seg
framum.
Stutta frágreiðingin uppá,
at vit vunnu, man vera, at
vit vóru raskari og arbeiddu
meiri enn teir. Ivaleyst var
tað veruleikin, at teir longu
hava tryggjað sær FM heitið,
meðan vit framvegis hava
nógv at spæla um, sum man
vera orsøk til úrslitið, heldur
KÍ
málverjin
Meinhardt
Joensen.
– B36 er besta liðið at
spæla seg ígjøgnum mót
støðuverjuna. Tí var tað
týdningarmikið hjá okkum
eftir steðgin at leypa á og
harvið at halda teimum
burtur frá okkara verju og
máli. Síðstu løtuna vóru teir
vandamiklir onkra ferðina,
men tíbetur hildu vit tørn,
sigur KÍ málverjin.
HB borðreiddi
væl fyri sær
Tríggjar ferðir á rað var
samlaða úrtøkan hjá HB
tvey stig. Í gjár var eingin ivi.
Í Gundadali vann HB 6-0 á
EB/Streymi. Sum fleiri ferðir
síðani summarsteðgin helt
EB/Streymur tørn størsta
partin av 1. hálvleiki. Fimm
minuttir undan, at tað var
hálvleikt, setti 17 ára gamli
Teit Jacobsen hol á. Hann
skoraði fyri fyrstu ferð í
bestu deildini – bæði til 1-0
og 6-0.
Ein annar av ungu monn
unum, Adrian Justinussen,
økti til 2-0 lítla løtu undan
steðginum.
Í HB hava teir lagt seg
eftir at seta við millum teir,
sum eru uppvaksnir í felag
num. Tað sást aftur í, at
fimm blaðungir menn vóru
á liðnum. Umframt Teit
Jacobsen vóru tað Adrian
Justinussen, Bartal Wardum,
sum nógvu tær seinastu
ferðirnar hevur verið millum
teir fyrstu ellivu, og Daniel
Johansen og Heri H. Mohr,
sum vórðu skiftir inn seinna
partin av 2. hálvleiki.
Tá ið 2. hálvleikur var
tjúgu minuttir gamal, var
støðan
5-0.
EB/Streymur
kundi havt lagt seg framum
beinanvegin,
men
Teitur
Matras Gestsson var árvak
in, og HB kundi havt skorað
uppaftur fleiri mál, men
undan steðginum stórbjarg
aði Jákup Andrias Hansen
fleiri ferðir:
– Okkara avrik undan
steðginum var fínt, men tá ið
HB hevði sett hol á, sigldi tað
hjá okkum. Skipanin fór av
lagi, og HB skoraði trý mál í
fýra minuttir, tá ið eitt korter
var farið av seinna hálvleiki.
Nú er hetta ævintýrið av.
Undan
kappingarbyrjan
vóru vit greiðir yvir, at tað
kundi enda við niðurflyting.
Aðalmálið var at mynda
nýggjan bul á liðnum. Tað
eru vit væl í holtur við, og
vit eru fyrireikaðir til næsta
ár í 1. deild, sigur EB/Streyma
málverjin
Jákup
Andrias
Hansen.
HB liðformaðurin Fróði
Benjaminsen var tvífaldur
málskjútti. Annað málið var
brotsspark, sum hann til
tuskaði sær sjálvur. Hetta
var dystur nummar 408
hjá
superveteraninum
í
landskappingini,
og
tey
bæði málini bera við sær, at
samantalda máltalið nú er
134!
– Vit skulu vinna okkara
dystir fyri at varðveita fjórða
plássið. Um tú ikki vinnur
FM, so er altjóða avbjóðingin
og fíggjarliga úrtøkan tann
sama, um tú endar á øðrum
ella fjórða plássi. Fyri okkum
hevur tað stóran týdning
at vinna fjórða plássið. Við
stórsigrinum í dag eru vit
tvey stig og betri málmun
frammanfyri KÍ, og eg eri
vísur í, at vit fara at halda
tørn um fjórða plássið, sigur
Fróði
Benjaminsen,
sum
greiðir soleiðis frá um av
rikið ímóti EB/Streymi:
– Uppskriftin var at spæla
skjótt, og tað troyttaði teir,
hóast teir vístu sera góðan
hugburð. Teir høvdu møgu
leikar bæði at byrja við og
fyrstu løtuna eftir steðgin,
men tá teir troyttaðust, tóku
vit fult og heilt yvir.
TB átti aftur
síðsta leikin
Fyri trettandu ferð í ár fór
TB av vøllinum eftir at hava
verið partur av javnleiki. Í
næstsíðsta minutti javnaði
Teitur Justinussen til 2-2 við
Stórá. Hetta var trettandi
javnleikurin hjá TB. Hetta er
nýtt met í javnleikum.
NSÍ
spælararnir
vóru
Sannlíkt er tað, at størsta kappingin- um tað skal vera HB ella KÍ, sum skal vinna síðsta at
gongumerkið at luttaka í europeisku kappingini næsta summar – verður avgjørd sunnudagin
KÍ arbeiddi
stigini frá
meistarunum
Rógvi Dam
EB/Streymur
Tað einasta sum var gott í dag,
var kaffi. Saman standa vit sterk
fjepparin
Allan Enghamar
hb
Har var heilt einfalt
klassamunur. Vit mugu bara
gera tað sama móti Víkingi.
fjepparin
Kristian Joensen
kí
Fantastiskt at vinna á FM vinn
arunum. Og entá fult uppiborið.
KÍ má sku skriva langtíðar-sátt
mála við Sani Tahir. Klárt besti
leikari í landinum. Nú rópa vit
koyr á KÍ og Víkingur
fjepparin
Lissi Mouritsen
B36
Tvífaldir føroyameistarar!
fjepparin