Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108 ítróttur fótbóltur ógvu­liga vónbrotnir, tí teir kendu ikki sína vitjunartíð. Tíggju minuttir undan steðg­inum setti framrættaði mið­vall­arin Magnus H. Olsen hol á. Tveir minuttir seinni javnaði Patrik Johannensen, men tríggjar minuttir und­ an steðginum var tað væl upp­lagdi vongverjin í høgru, Johan Jacobsen, sum eftir at hava sneitt úr høgru og mitt innfyri, legði NSÍ fram­um 2-1. Átta minuttir eftir steðg­in var møguleikin gylt­ur at økja um leiðsluna, men nú gongur tað ikki so væl hjá topp­skor­ ar­anum, tí Ivan Stojkovic bjarg­aði brots­spark­inum frá Klæminti A. Olsen. – TB legði betri fyri, men vit fótaðu okkum og skoraðu tvey mál. TB vísti sera góðan hugburð, og tað var als einki forgjørt í, at heimaliðið fór avstað við einum stigi. Vit mugu bara staðfesta, at síð­ ani landsliðssteðgin hevur neyv­leikin ikki verið tann, sum hann frammanundan var, sigur NSÍ venjarin Trygvi Mortensen, og hann held­ur fram: – Tað er tætt millum okkum og Víking, men vit eru framvegis á silvurplássinum, og tað ætla vit okkum at varð­veita. Javnleikurin ber við sær, at tað heilt víst eisini næsta ár verður sunnu­dags­fót­ bóltur við Stórá. Undan tveim­um teimum síðstu um­ før­unum er TB seks stig og 23 mál betri enn FC Suðuroy, sum er á níggjunda plássi. FC Suðuroy er í trongum skóm Tað var stórt vónbrot fyri FC Suðuroy, at tað ikki eydn­að­ ist at vinna úrtøku í Sarpu­ gerði. Víkingur tapti næst­ síðst á útivølli ímóti EB/ Streymi. Í gjár restaðu seks teirra, sum hava verið sjálv­ skriv­aðir millum teir fyrstu ellivu, men kortini eydnaðist tað ikki FC Suðuroy, sum saknaði leikbannaðu Høgna Madsen og Hera Kjærbo. – Vit eru ógvuliga vón­ brotn­ir, ti vit høvdu væl meiri at spæla fyri enn teir. Undan steðginum vóru tað nógv­ir møguleikar í báðum end­um. Teir skoraðu til 2-1 dygst undan steðginum, og tá ið teir sjey minuttir eftir steðgin øktu til 3-1, kendist tað sera tungt. Vit eru illa sperdir í botninum, men vit geva ikki skarvin yvir og fara at gera okkara. Tað gekk illa hjá okkum fimm tey fyrstu umførini, tá ið vit restaðu fleiri av spælarunum, og tað kostar nú, sigur Jón Krosslá Poulsen, sum javnaði til 1-1 við brotssparki í 37. minutti. Víkinga málskjúttarnir vóru nýggir menn á liðnum. Verjukendi miðvallarin Gert Hansen setti hol á, tá ið hann skoraði fyrsta málið yvir­ høvur fyri Víking í lands­ kapp­ingini. Heðin Hansen legði Víking framum við fín­ um stútara eftir horna, og Gunnar Vatnhamar staðfesti sigurin, sum ber við sær, at Víkingur nú er tættari silvur­ krónunum: – Eftir tapið við Margáir av­ráddu vit, at nú skuldi tað venda, og tað eydnaðist. Vit høvdu støðugt tak á spæl­ inum, hóast ungu menn­inir hjá FC Suðuroy, ið komu á vøllin síðstu løt­una, settu eitt sindur av futti í. Um vit skulu vinna ímóti HB her í Sarpugerði sunnu­dagin, so skulu vit finna eitt gear aftrat. Vit eru ósigraðir á heima­vølli í ár, og tað ætla vit at vera, tá ið kapping­in verð­ ur liðug, sigur Víkinga venj­ arin Sigfríður Clementsen. AB nærri bjargingini At úrslitið var 2-2 á Argjum, har ÍF vitjaði, ber við sær, at AB er eitt stig nærri bjarg­ ingini. Dánjal á Lakjuni javnaði fyri ÍF, tá ið tað restaðu sjey minuttir, og AB venjarin Sámal Erik Hentze var ikki nøgdur við úrslitið: – Vit megna ikki at avgera, tí tað høvdu vit møguleikar til. Í báðum førum, tá ið teir skoraðu, vóru vit ikki nóg av­gjørdir í verjupartinum. Kortini skulu spælararnir hjá AB eiga rós fyri hugburðin, sum teir aftur í dag løgdu fyri dagin. Undan tveimum teimum síðstu umførunum eru vit fýra stig og betri mál­ mun frammanfyri níggjunda plássið, og vit fara næstu vikur­nar at koyra á við fullari skrúvu, sigur Sámal Erik Hentze, sum verður AB venj­ari í tvær vikur aftrat. Eftir innlegg frá Dion Splidt smekkaði Rógvi Poulsen bóltin í nettakið, tá ið hann setti hol á. Argja­ menn høvdu ikki fingið armar­nar niður aftur, tá ið Andy Olsen javnaði. Nicolaj Eriksen legði AB fram­um aftur dygst undan steðg­ inum. Hetta var fyrsta ferðin síðani 2010, at Nicolaj skoraði í bestu deildini. Síðstu vikur­ nar hevur hann arbeitt nógv við at koma fyri seg sum spæl­ari, eftir at hann hevur verið hjálparvenjari. ÍF venjarin Jákup Mikkelsen var væl nøgdur við, at hansara spælarar vístu góðan hugburð og fram ímóti dystarenda javnaðu: – Vit ætlaðu okkum at vinna, men tað var týdn­ ingar­mikið, at vit ikki taptu. Fyrsta málið var at varðveita plássið í deildini, og nú er tað eydnast. Dysturin svingaði nógv. Undan steðginum vóru teir omaná, men so svar­aðu vit aftur. Heðin Stenberg stórbjargaði tvær ferðir, og tíbetur kostaði tað ikki í hinum endanum, tá ið vit spentu álopsbogan og javn­aðu til 2-2, sigur Jákup Mikkelsen. Effo-deildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 25 17 6 2 55 22 +33 57 2 NSÍ 25 14 6 5 68 36 +32 48 3 Víkingur 25 13 8 4 63 33 +30 47 4 HB 25 10 10 5 39 28 +11 40 5 KÍ 25 10 8 7 43 36 +7 38 6 ÍF 25 5 12 8 41 48 -7 27 7 TB 25 4 13 8 34 43 -9 25 8 AB 25 4 11 10 32 39 -7 23 9 FC Suðuroy 25 5 4 16 34 64 -30 19 10 EB/Streymur 25 2 4 19 24 84 -60 10 TB - NSÍ 2-2 (1-2) 0-1: Magnus H. Olsen 34. 1-1: Patrik Johannesen 38. 1-2: Johan Jacobsen 42. 2-2: Teitur Justinussen 89. Dómari: Kári J. á Høvdanum TB: Ivan Stojkovic – Carl M. Bech (Jákup B. Thomasen, 61.), Teitur Olsen, Eirikur M. Ellendersen ■, Andri Freyr Björnsson – Rógvi Joensen ■, Heine Mortensen – Teitur Justinussen, Jonas Gejel Hansen (Ragnar Joensen, 87.), Patrik Johannesen – Albert Adu NSÍ: Andras Gango – Johan Jacobsen, Jens Joensen, Monrad Holm Jakobsen ■, Einar Tróndargjógv – Hákun Edmundsson ■, Pól Jóhannus Justinussen – Jónhard Frederiksberg (Jonleif Højgaard, 70.), Magnus H. Olsen, Jann Martin Mortensen (Petur Knudsen, 83.) – Klæmint A. Olsen HB - EB/Streymur 6-0 (2-0) 1-0: Teit Jacobsen 40. 2-0: Adrian Justinussen 44. 3-0: Fróði Benjaminsen 62. 4-0: Christian R. Mouritsen 64. 5-0: Fróði Benjaminsen br 65. 6-0: Teit Jacobsen 83. Dómari: Petur Reinert HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen (Heri H. Mohr, 67.), Jóhan Troest Davidsen, Gunnar Haraldsen, Alex Josá dos Santos (Daniel Johansen, 75.) – Bartal Wardum, Levi Hanssen (Rókur av Fløtum Jespersen, 60.) – Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Teit Jacobsen – Adrian Justinussen EB/Streymur: Jákup Andrias Hansen – Hanus Olsen, Rói H. Olsen, Árni G. Olsen ■, Jóhannes Hansen (Jan á Høgaryggi, 69.) – Leif Niclasen (Jónstein Magnussen, 66.), Brian Olsen (Ólavur F. Ejdesgaard, 55.), Rógvi E. Nielsen, Ragnar Danielsen – Niels Pauli Danielsen ■, Arnar Dam Víkingur - FC Suðuroy 3-1 (2-1) 1-0: Gert Hansen 34. 1-1: Jón Krosslá Poulsen br 37. 2-1: Heðin Hansen 44. 3-1: Gunnar Vatnhamar 52. Dómari: Erlendur Eiriksson Víkingur: Geza Turi – Sámal Jákup Joensen ■ (Tróndur J. á Høvdanum, 86.), Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig (Hjalti Strømsten, 76.) – Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen – Gunnar Vatnhamar, Heðin Hansen, Magnus Jarnskor (Jákup V. Olsen, 76.) FC Suðuroy: Kári Jacobsen – Dánjal Godtfred, Valerian Iobashvili, Christian Ibeagha, Tóki Mortensen – Palli Augustinussen, Salmundur Bech – Búi Egilsson ■, Mamuka Toronjadze (Eiler Brattalíð, 82.), Símun Samuelsen ■ (Teitur Mortensen, 80.) – Jón Krosslá Poulsen (Ari Krosslá Poulsen, 80.) KÍ - B36 2-1 (2-1) 0-1: Philip Lund 11. 1-1: Kenan Hajdarevic 31. 2-1: Ndende Adama Guéye 43. Dómari: Páll Augustinussen KÍ: Meinhardt Joensen – Henry Heinesen ■, Jonas Flindt Rasmussen, Ísak Simonsen – Hjalgrím Elttør (Tórur Justesen, 90.), Jákup B. Andreasen ■ – Sani Tahir, Jóannes Bjartalíð (Jóannes K. Danielsen, 90.), Heðin Klakstein – Kenan Hajdarevic (Atli Danielsen, 80.) B36: Trygvi Askham – Jónas þór Næs ■, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard ■ – Róaldur Jakobsen, Eli Falkvard Nielsen – Gestur B. Dam (Rasmus Dan Sørensen, 51.), Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson (Hans Pauli Samuelsen, 51.) – Philip Lund (Benjamin Heinesen, 79.) Páll Lervig fc Suðuroy Nú stendur á hjá okkum FC Suðuroy. Nú mugu báðir dystirnir sum eru eftir vinnast, so sær man hvussu langt tað røkkur. fjepparin hagtøl 25. umfar Jan B. Antonioussen nsí Súrt at missa á stokkinum, men enn kunnu vit tryggja okkum 2. plássið sjálvir. Vit mosa víðari! Góðir! fjepparin Allan Smedemark tb Ein sera undirhaldandi dystur vid Stórá í dag. Og eitt sera týdningarmikid stig aftrat fjepparin Mynd: Álvur Haraldsen Petur Asbjørn Lervig víkingur Ein linligur dystur har okkara menn gjørdi sínar skyldu. 1 stig til anna pláss. Tað taka vit. WLYV fjepparin