mánadagur 21. september 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Neli Heldarskarð
Kappingarárið 2015 er farið
at halla. Tað er ofta, tá ið
kappingarárini byrja at halla,
at feløgini hvør í sínum lagi
kunngera, hvørjir leikarar
halda fram, og so sjálvandi
eisini, um sjálvur høvuðs
venjarin heldur fram.
Millum annað er tað
longu blivið kunngjørt, at
Sámal Erik Hentze skal vera
venjari hjá Víkingi í komandi
kappingarári. Sámal Erik var
uttan felag, tá ið kappingar
árið 2015 byrjaði, men eftir
14 umfør varð hann settur
í starv hjá AB, sum tá var
væl og virðiliga undir niður
flytingarstrikuni. Men júst
sum í 2013, tá ið AB var í vón
leysari niðurflytingarstøðu,
so hevur tað eydnast Sámali
Erik at vent skútuni somikið
nógv, at tað skal henda nógv
ímillum himmal og jørð, um
AB ikki eisini spælir í Effo
deildini í 2016.
ÍF hevur verið eitt lið,
sum hevur verið sera óstøð
ugt ígjøgnum at hetta kapp
ingarári. Millum annað er ÍF
eitt av bara tveimum liðum,
sum hevur vunnið á komandi
føroyameistarunum úr B36,
men serliga eftir summar
steðgin hevur tað gingið av
skriðuni hjá ÍF, sum bara
hevur vunnið ein út av átta
dystum síðani síðani seinna
hálva av Effodeildini byrjaði
á Ólavsøku. Tó skal eisini
nevnast, at í løtuni hevur ÍF
ikki tapt í fýra dystum upp í
slag, men hesir eru allir end
aðir við javnleiki.
Alexander Jovevic varð
settur sum venjari hjá ÍF
undan kappingarársbyrjan.
Úrslitini vóru sum kunn
ugt ikki eftir vild, og mang
an hevur verið á mál, at
leikararnir
hjá
ÍF
hava
manglað spæligleði. Í lands
liðssteðginum,
sum
var
herfyri, kunngjørdi felagið,
at samstarvið við Jovevic
endaði. Nýggi maðurin í
venjarastarvinum hjá fugl
firðingum bleiv málmans
legendan Jákup Mikkelsen.
Jákup Mikkelsen er tó bara
ein fyribils loysn, tí at í løtuni
hevur hann ikki neyðugu
venjaraprógvini fyri at vera
venjari hjá liði í Effodeildini.
Sostatt skulu bæði AB og
ÍF finna sær nýggjan venjara
til komandi kappingarár.
Onki ítøkiligt hjá AB
Í samrøðu við Rás2 vísti
Sámal Erik Hentze á, at tað
ongantíð hevur verið ætlanin
hjá honum at halda fram í
AB eftir hetta kappingarárið.
Ítróttarstjórin hjá AB sigur
tó, at nevndin ynskti, at
Sámal Erik skuldi halda
fram.
– Sjálvandi høvdu vit
viljað, at Sámal Erik helt fram
hjá okkum, men hann hevur
avgjørt at verða venjari hjá
Víkingi, og tað virða vit.
At skiftið hjá honum bleiv
kunngjørt, áðrenn vit eru
100% tryggir í Effodeildini,
var tó kanska eitt sindur
óheppið. Tó ivist eg onga løtu
í, at bæði Sámal Erik og Sorin
(Sorin Anghel, hjálparvenjari
hjá Sámali Erik) saman við
leikarunum fara at gera alt,
sum teir eru mentir, fyri at
røkka okkara máli um at
yvirliva í Effodeildini, sigur
Thomas Juul Thomsen, sum
er ítróttarstjóri hjá AB
AB hevur ársveitslu 3.
oktober. Ofta er vanligt, at
nýggir venjarar verða kunn
gjørdir á ársveitslu felagsins,
men hetta torir Thomas Juul
Thomsen ikki at lova.
– Vit eru byrjaðir at leita
eftir nýggjum venjara, og
vit hava tosað við onkran.
Vit leita bæði í Føroyum og
uttanlands. Eg vil tó ikki
lova, at vit kunngera nýggjan
venjara á okkara ársveitslu,
tí tað er sera týdningarmikið
fyri okkum, at vit finna júst
rætta mannin til, sum kann
fáa mest møguligt burturúr
hópinum hjá okkum. Um tað
verður áðrenn ella aftaná
ársveitsluna er trupult at
siga, sigur Thomas Juul
Thomsen at enda.
ÍF kunnger nýggjan
venjara á ársveitsluni
Fyri at vera høvuðsvenjari
hjá liði í Effodeildini er
krav, at viðkomandi hevur
A-venjaraprógv. Tað hevur
Jákup Mikkelsen ikki, men
tó sleppur hann at venja ÍF
restina av kappingarárinum.
Orsøkin er, at ein venjari
uttan A-prógv bert kann
fótbóltur
H E S A V I K U N A
4
Heðin Stenberg
Kann ikki lastast fyri fyrra
málið, ið fór ígjøgnum, meðan
hann var óheppin í samband við
seinna málið. Annars hevði hann
nógvar góðar bjargingar ígjøgnum
dystin, har serliga tvær í seinna
hálvleiki vóru í serflokki.
3
Sørin Samuelsen
Javnt avrik, tó var tað hans
ara maður, ið slapp leysur, tá ið ÍF
skoraði sítt fyrra mál.
3
Dimitrije
Jankovic
So leingi sum, at hann sleppur
undan at renna kapp við mót
leikararnar, so stendur serbiski
veteranurin seg væl. Fínt avrik,
hóast hann fekk gult.
3
Rói Danielsen
Tapti onkran luftdyst ímóti
Clayton, men sum heild var
hansara avrik eisini á einari
góðari leið.
3
Magnus Egilsson
Á sama hátt sum ímóti FC
Suðuroy fyri viku síðani, so bleiv
hann útskiftur. Avrikið var tó
betri hesa ferð, tí at Magnus
hevði fleiri góð innlegg. Tó slapp
ÍF eisini ígjøgnum av og á í hans
ara síðu.
3
Kári Nielsen
Fínt avrik av defensiva mið
vallarunum, ið enn einaferð var
álítandi og gjørdi tað, sum hann
skuldi.
3
Tróndur Jensen
Átti stóran lut í fyrra mál
inum hjá AB við framúr sending.
Hevur tó spælt betri dystir enn
hendan, tí at fleiri ferðir sløsaði
hann ov ofta við bóltinum.
4
Rógvi Poulsen
Besti maður hjá AB í dag.
Skoraði fyrra málið og var sum
heild lívligur og vælspælandi
allan dystin á tamb.
4
Dion Splidt
Legði upp til bæði málini hjá
AB og kundi eisini skorað í seinna
hálvleiki, um hann var hepnari.
2
Kristin R.
Mouritsen
Eitt sindur anonymur. Kundi
fingið mál í seinna hálvleiki, tá ið
hann gjørdist hálvgum leysur.
4
Nikolaj Eriksen
Væl betri avrik enn í dyst
inum ímóti FC Suðuroy í síðstu
viku. Helt ofta væl upp á bóltin
og skoraði málið til 2-1 við góð
um skallara. Hetta var fyrsta mál
hansara í Effodeildini síðani 15.
august 2010.
3
Álvur
Christiansen
Annar dystur á rað, at hann
verður skiftur inn á vinstra bakk.
Avrikið í gjár var á einari góðari
leið.
Jobin Drangastein
Ov stutt inni at fáa eina meting.
Jógvan Skeel
Nolsøe
Ov stutt inni at fáa eina meting.
spælarameting
Bæði AB og ÍF hava tað til felags, at tey skulu hava nýggjan
mann í venjarastólin til komandi kappingarár. Sosialurin hevur
prátað við ávíkavist ítróttarstjóran hjá AB og formannin hjá
ÍF um støðuna. Júst AB og ÍF spældu eisini ein undirhaldandi
dyst á Argjum í gjár, sum endaði við javnleiki
Dimitrije var misnøgdur Serbiski
miðverjin hjá AB, Dimitrije Jankovic, var ikki
nøgdur við javnleikin. Tað fyrsta, sum hann
gjørdi eftir dystarlok, var, at hann gúppaði
dystarbóltin langt burtur í berari øði.
1 til 6
Mynd: Álvur Haraldsen
Sæbjørn Leiti
íf
Javnleikur aftur í dag, men tað
gjørdi tað at vit eru í effo næsta
ár. Koyr á ÍF
fjepparin
Venjara
spurningarnir
eru ósvaraðir