Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. september 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. september 2015 · Nr. 108 ítróttur vera í venjaras­essinum í 60 dagar. Nevndin hjá ÍF arbeiðir eisini miðvíst við at finna nýggjan venjara til komandi kappingarár. Í mun til AB tykist tað at vera nógv meira greitt, hvør komandi venj­ arin verður. – Vit eru nær við at seta nýggjan venjara. Vit satsa upp á at hava venjara­spurn­ ingin avgreiddan, tá ið okk­ ara síðsti dystur verður spæld­ur 3. oktober. Okkara ætlan er at kunngera nýtt venjara­toymi á okkara árs­ veitslu, sum eisini er 3. oktober, sigur Leif André Eliasen, ið er formaður hjá ÍF. Formaðurin dylir ikki fyri, at úrslitini hjá ÍF ikki hava verið nóg góð í ár. Hetta viðførir eisini stórar broyt­ ingar í sjálvum felag­num. – Sum heild ætla vit at gera rættiliga stórar broyt­ ingar í ÍF. Serliga er tað bygn­aðurin í felagnum, sum skal broytast. Tað hevur ikki verið nóg gott seinastu árini, har felagið millum annað hevur roynt at keypt seg til góð úrslit, og tað hevur ikki riggað. Vit hava havt nógv innanhýsis prát í felagnum um at fáa alt at rigga betri til kom­andi kappingarár. ÍF hevur tørv á einari stórari endur­skipan, sigur Leif André avgjørdur, og leggur hann afturat: – Hetta hevur verið eitt miseydnað kappingarár hjá okkum. Okkara upprunaliga mál var at gera tað betri enn í fjør, tá ið vit endaðu á sjeynda plássi. Í løtuni eru vit nummar seks, men til dømis hevur tað ikki gingið alt ov væl hjá HB og KÍ, men kort­ini eru tey feløgini langt framman­fyri okkum. Tað er har uppi, at vit burdu verið. Vit høvdu viljað verið har uppi og barst um pláss til Europa League, sigur Leif André Eliasen víðari. At enda sigur formaðurin hjá ÍF, at felagið hevur lært av sínum feilum, og næsta ár skal tað ganga væl betri, enn tað hevur gjørt í ár. Hendingarríkur dystur Sjálvur dysturin var ein av teimum betru fót­bólts­upp­ liv­ingunum. Longu eftir sjey minuttir høvdu liðini bæði skorað hvør sítt mál. Fyrst sendi Tróndur Jensen framúr góða sending fram til Dion Splidt, ið skeyt inn­fyri til Rógva Poulsen, sum uttan trupulleikar kundi skjóta bóltin í mál. Hetta var í sætta minutti. Longu min­uttin eftir var mál í hin­um endanum, tá ið Andy Olsen varð spældur leysur og spark­aði bóltin trygt fram­ við Heðini Stenberg í AB- mál­inum. Hendan støðan, 1-1, helt sær til 44 minuttir vóru spældir. Tá sendi Dion Splidt inn­legg innfyri til danska Nikolaj Eriksen, sum við góðum skallara legði AB á odda 2-1. Nikolaj Eriksen hev­ ur verið nógv skaddur sein­ astu árini, og mill­um ann­að var hann, »bara« lið­leið­ari hjá AB í fjør. Í ár er hann av álvara komin fyri seg, og hev­ur hann spælt nógv á bæði besta og næst­besta liði felags­ins hetta kapp­ingar­ árið. Í seinna hálvleiki vóru mál­møguleikar í báð­um endanum, men tó var tað ÍF, sum hevði leik­ligu yvir­ vágina og størru mál­møgu­ leik­arnar. Hendan yvirvágin lønti seg hjá fuglfirðingum eftir 83 minuttir, tá ið tað eydn­aðist Dánjali á Lakjuni at fáa bóltin skavaðan inn um málstrikuna eftir inn­ legg úr vinstru. 2-2 gjørdist endaliga úrslitið, og hetta úrslitið tyktist eis­ini at vera rættvíst, tá ið hugt verður eftir savnaðu dystar­ gongdini. Bæði liðini høvdu av­gjørt nóg mikið av møgu­ leik­um at vinna dystin, men mál­mennir báðir stóðu sera væl hendan dystin. Vert er at leggja afturat, at mál­mað­ urin hjá ÍF, Tóri T. Traðará, er bert 19 ára gamal, og var dysturin í gjár bert hansara dystur nummar tvey sum málverji á besta liðnum hjá ÍF. Hann stóð seg tó sera væl. Málið er næstan rokkið AB hevur tó orsøk at iðra seg um vantandi sigurin, sum teir hóast alt mistu stutt undan dystarloki. Hevði AB vunnið, so hevði mál teirra um at yvirliva í Effodeildini verður rokkið. FC Suðuroy tapti í gjár ímóti Víkingi, og tí hevði stigamunurin ímillum AB og FC Suðuroy verið seks stig við tveimum umførum eftir at spæla. Tá ið tað síð­ ani verður lagt afturat, at AB er 23 mál frammanfyri FC Suður­oy í málúrtøkuni, so hevði plássið Í Effodeildini verið endaliga tryggjað, um AB megnaði at varðveita leiðsl­una í gjár. Fyri ÍF merkti úrslitið, at fuglfirðingar enn eru at finna á sætta plássi. Tað ber ikki til hjá ÍF at koma longri upp á stigatalvuni, og tí hava fuglfirðingar so at siga onki at spæla fyri. Fýra stig eru niður til AB á áttanda plássi, men longur niður enn hetta kann ÍF ikki fara á stiga­talv­ uni. So er tann brennandi spurn­ing­urin, hvør verður venjari hjá ávíkavist AB og ÍF í kom­andi kappingarári. Í fyrstu syftu hava Sámal Erik Hentze og Jákup Mikkelsen tó tveir dystir eftir, áðrenn teir geva sessin víðari til sín eftir­mann. fótbóltur Báðir málverjarnir, Heðin Stenberg og Tóri T. Traðará, stóðu sera væl og høvdu fleiri góðar og týdningar­ miklar bjargingar fyri lið sítt. Báðir lótu tvey mál inn, men tey málini høvdu væl kunnað verið fleiri í tali. Í fjør var Adeshina Lawal ársins leikari í Effodeildini. Í gjár var hann ikki meira enn innskiftari hjá ÍF, tá ið hann bert fekk eitt korter á vøllinum. Hvat er hent við manninum? 4 Tóri T. Traðará Var prísgivin í samband við bæði málini, sum fóru ígjøgnum. Hevði nógvar góðar bjargingar, har hann fleiri ferðir helt ÍF inni í dystinum í seinna hálvleiki, tá ið fugl­firðingar jagstraðu útjavnandi málið til 2-2. 3 Leivur Joensen Varð yvirspældur onkra ferðina í fyrra hálvleiki, men avrikið var kortini góðkent. 3 Bogi Reinert Petersen Ein av teimum meira støðugu leikarunum á ÍF-liðnum. Fínt avrik í miðverjuni, og eisini var hann nær við at skora einaferð í seinna hálvleiki. 2 Poul N. Mikkelsen Tað er ov ofta, at hann er ov ótryggur í tí, sum hann ger. Eisini sveik uppdekkingin, tá ið Nikolaj skoraði til 2-1. 4 Jan Ellingsgaard Vinstra síðan hjá ÍF við Jan og Andy riggaði sera væl. Sam­ starvið teirra millum var gott, Jan hevði nøkur fín innlegg, og eisini var hann nær við at skora onkra ferðina. 3 Frank Poulsen Støðugt avrik av liðskiparanum hjá ÍF. Hann var tó ikki ein, sum man legði stórvegis til merkis. 3 Karl Løkin Hóast alt, sum hann gjørdi, ikki var fullkomið, so lá arbeiðsavrikið ikki eftir, og royndi hann at ganga á odda fyri sítt lið. 4 Dánjal á Lakjuni Var lívligur allan dystin á tamb, og tað var eisini væl uppiborið, at hann skoraði seinna málið hjá ÍF. 3 Kristoffur Jacobsen Fall væl inn í sjálvt fótbólts­ spælið og var eisini nær við at javna, tá ið han royndi seg úr spískum í seinna hálvleiki. Útskiftur eftir 75 minuttir. 5 Andy Olsen (Dagsins leikari) Var ein støðug hóttan frá sínum plássi á vinstra vongi, serliga í seinna hálvleiki. Skoraði fyrra málið hjá ÍF og legði upp til tað seinna. Tað telur nógv í støðumetsbókini. 3 Clayton Soares Var vandamikil, hóast tað ikki eydnaðist honum at skora mál. Hevði ein sera góðan skallara í seinna hálvleiki, sum Heðin onkurs­vegna megnaði at bjarga. spælarameting Nýggjur málmaður á bonkinum hjá ÍF Á fyrsta sinni sat 20 ára gamli Fríði Sigurðsson á bonkinum hjá ÍF í gjár. ÍF hevur leigað Fríða frá KÍ, tí at bæði Predrag Markovic og Hallgrím Gregersen, sum fyri tað mesta hava staðið í mál hjá ÍF í ár, ikki spæla meira í ár. Mynd: Álvur Haraldsen 1 til 6 AB - ÍF 2-2 (2-1) 1-0: Rógvi Poulsen 6. 1-1: Andy Ó. Olsen 7. 2-1: Nicolaj Eriksen 44. 2-2: Dánjal á Lakjuni 83. Dómari: Alex Troleis AB: Heðin Stenberg – Sørin N. Samuelsen, Rói Danielsen, Dmitrije Jankovic ■, Magnus Egilsson (Álvur F. Christiansen, 46.) – Kári Nielsen, Tróndur Jensen – Rógvi Poulsen, Dion B. Splidt (Jobin Drangastein, 74. ■), Kristin R. Mouritsen – Nicolaj Eriksen (Jógvan Skeel Nolsøe, 74.) ÍF: Tóri T. Traðará – Leivur Joensen, Bogi Reinert Petersen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Jan Ó. Ellingsgaard – Karl Løkin, Frank Poulsen ■ (Fritleif í Lambanum, 86.) – Dánjal á Lakjuni, Kristoffur Jakobsen (Adeshina Lawal, 75.), Andy Ó. Olsen – Clayton Soares (Nenad Saric, 86.)