týsdagur 22. september 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. september 2015 · Nr. 109
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Ein stór ábyrgd er løgd á herðarnar hjá Jónleif Johannesen, sum nú
skal stýra tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum í Løgtinginum
skal stýra
Javnaðar
flokkinum
á tingi
Jónleif
Johannesen
• 36 ár
• Giftur, trý børn
• Útbúgvin lærari
• Skúlaleiðari á Fossánesi
• Formaður í tingbólki
Javnaðarfloksins
• Formaður hjá løgtings-
grannskoðarunum
• Limur í mentunnar-
nevndini
Nýggjur tingmaður
Árni Gregersen
Hann fekk ikki nóg nógvar
atkvøður at koma á ting, men
tá ið Javnaðarflokkurin fór í
landsstýrið, so tók Jónleif
Johannesen sæti á tingi.
36 ára gamli dalbingurin
fekk frá flokkinum eina
álvarsliga álitisváttan, tá ið
stóri tingbólkurin hjá Javn
aðarflokkinum valdi hann
til formann.
At vera formaður í einum
tingbólki er eitt krevjandi
arbeiði.
Formaðurin
skal
syrgja fyri, at tingfólkini
ganga í takt, og hann skal
royna at samansjóða tey –
eisini tá ið støða skal takast
til mál, har semja ikki er
um.
– Eg kenni tað sjálvandi
sum eina stóra og avgerandi
álitisváttan, at tey velja meg
til formann. Sjálvandi kenni
eg ikki so ómetaliga nógv
til, hvat ein floksformaður á
tingi ger og veit tí ikki heilt,
hvat tað hevur við sær av
arbeiði, men eg fari at leggja
lív og sál í tað, sigur nývaldi
tingmaðurin.
Jónleif Johannesen var
nummar 10 á javnaðarlist
anum, tá ið valið var 1. sep
tember. Hann fekk 183 at
kvøður – 15 færri enn Helena
Dam á Neystabø, sum var
tann fyrsta av teimum, sum
ikki vann upp um tinggátt
ina.
Tá ið so Javnaðarflokk
urin fór í Tinganes við fýra
landsstýrisfólkum
vóru
pláss fyri fýra av teimum,
sum ikki fingu nóg nógvar
atkvøður í fyrstu atløgu.
Skúlaleiðari
á Fossánesi
Jónleif Johannesen hevur
seinastu tvey árini verið
skúlaleiðari á skúlanum á
Fossánesi.
Hann hevur áður stillað
upp til Løgtingið. Tað var í
2008, men hann stillaði ikki
upp i 2011.
– Eg havi síðani eg var
smádrongur
havt
stóran
áhuga fyri politikki og sam
felagnum sum heild, sigur
Jónleif Johannesen.
Hann er ættaður og upp
vaksin í Dali.
– Har var tað soleiðis, at
politisk viðurskiftir vóru
altíð til umrøðu. Serliga
komu nógv fólk inn til ommu
mína og abba mín at tosa um
politikk. Hetta hevur altíð
fylgt mær, og áhugin er bara
vaksin seinnu árini, sigur
hann.
Hann hevur verið leiðari
á skúlanum á Fossánesi,
men hann er farin í farloyvi
úr tí starvinum, eins og hann
hevur tikið seg úr nevndini í
Føroya Lærarafelag. Hann
var eisini nevndarlimur í
nevndini hjá landsfelagnum
Sláið Ring, men eisini har
hevur hann tikið seg úr.
– Eg havi valt, at brúka
alla mína tíð uppá politiska
arbeiðið. Rokni eisini við, at
tað er rættuliga krevjandi,
serliga tá ið ein er nýggjur
í hesum spælinum, sigur
hann.
Eg haldi tað er av
týdningi, tá ið okkara
land er so lítið, at vit
fáa brúkt alt landið. Og
skulu vit tað, so er sam
ferðslan eitt lyklaorð