týsdagur 22. september 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 23. september 2015 · Nr. 109
meldurin
Sosialurin
Skúli og mentan
Jónleif Johannesen er út
búgvin lærari og hevur onki
annað gjørt í sínum vaksna
lívið, burtursæð frá fyrifall
andi arbeiði í ávísum tíðar
skeiðum.
Millum annað tí hevur
hann stóran áhuga fyri før
oyska skúlanum. Han hevur
sitið sum nevndarlimur í
Føroya Lærarafelag og hevur
verið ógvuliga virkin.
Áðrenn
hann
gjørdist
skúlaleiðari á Fossánesi var
hann trý ár lærari á Viðareiði
og fimm ár í Klaksvík.
– So skúlin hevur mín
stóra áhuga, og eg meti skúl
an hava avgerandi týdning
fyri,
hvussu
vit
menna
okkara land, sigur Jónleif
Johannesen.
Nýggi tingmaðurin hev
ur eisini stóran áhuga fyri
mentan. Hann hevur verið
sera aktivur í dansifeløgum,
sum arbeiða við føroyskum
dansi. Hann hevur fleiri
ferðir luttikið í kvæðasend
ingum í útvarpinum, har
hann hevur sagt frá kvæðum
og dansi.
– Men mentan sum heild
havi eg altíð havt áhuga fyri,
so tað passar mær serstak
liga væl, at eg eisini havi
fingið ein sess í mentunnar
nevndini, sigur hann.
Samferðsla
og útjaðarin
Ein annar partur av sam
felagskjakinum, sum hevur
hansara stóra áhuga, er út
jaðarin í Føroyum.
Umframt at hann nú
hevur verið lærari á Fossá
nesi, so er hann uppvaksin í
Dali. Eisini hevur hann verið
læraravikar í Kallsoynni.
– Tí liggur útjaðarin mær
nær. Eg haldi, tað er av týdn
ingi, tá ið okkara land er so
lítið, at vit fáa brúkt alt land
ið. Og skulu vit tað, so er
samferðslan eitt lyklaorð.
Hann
heldur,
at
tað
kanska hevði verið skilagott
at leggja Strandferðsluna og
landsverk saman, so saman
lagdi stovnurin kann taka
sær samferðslu sum heild í
Føroyum.
– Tað er neyvan rætt, at
trýst frá ávísum politikarum
skal avgera, hvør vegur verð
ur
hampaður
og
grivin,
og hvussu nógvar túrar
ávís strandfararskip skulu
gera.
– Vit eiga at hava ein
stovn, sum er mannaður
við fakfólki, sum so stendur
fyri raðfestingunum á sam
ferðsluøkinum, sigur Jónleif
Johannesen.
Spennandi uppgáva
Tað verður ein rættiligur
politiskur
elddópur
hjá
Jónleif Johannesen, tá ið
Løgtingið nú av álvara fer til
arbeiðis.
Umframt at hann er for
maður í tingbólkinum hjá
Javnaðarflokkinum,
so
hevur hann fingið ein sess
í mentunnarnevndini. Har
afturat er hann formaður
fyri
løgtingsgrannskoðar
unum.
Løgtingsgrannskoðarar
nir arbeiða tætt saman við
Landsgrannskoðanini
og
hava eftirlit, at alt tað pen
ingarliga í landinum er í tráð
við tær samtyktir, sum Løg
tingið ger.
– Eg havi klárt fatan av,
at Landsgrannskoðanin er
eitt stórt og gott arbeiði og
at løgtingsgrannskoðararnir
arbeiða
væl
saman
við
landsgrannskoðanini, sigur
Jónleif Johannesen.
Í seinasta valskeiði vóru
tað løgtingsgrannskoðarar
nir sum fóru eftir óskilinum,
sum fíggjarliga valdaði á
Strandferðsluni.
Støðan var so álvarslig
tá, at tað endaði við, at eitt
misálitisuppskot var sett
fram móti táverandi lands
stýrismanninum við sam
ferðslumálum, Jóhan Dahl.
Málið fekk eisini aðrar
avleiðingar.
Táverandi
fíggjarleiðarin
á
Strand
ferðsluni vendi sær beinleið
is til fíggjarnevndarlimirnar
um støðuna á stovninum.
Tað endaði við, at fíggjar
leiðarin var koyrdur úr starvi
og um vikuskifti segði hann
á fólkafundinum sum var,
at hann síðani er »black-list
aður« og ikki fær nakað nýtt
starv.
– Hetta er eitt spennandi
starv, sum eg saman við
Óluvu Klettskarð og Magnus
Rasmussen, fari at røkja
samvitskufult, sigur Jónleif
Johannesen.
post@sosialurin.fo
Eg havi valt, at
brúka alla mína tíð
uppá politiska arbeiðið.
Rokni eisini við, at tað
er rættuliga krevjandi,
serliga tá ein er nýggjur
í hesum spælinum
– Eg kenni tað sjálvandi sum eina stóra og avgerandi
álitisváttan, at tey velja meg til formann
Mynd: Álvur Haraldsen