Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. september 2015 · Nr. 109 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Elmar Rubeksen, sum hevur verið knýttur at línuskipum hjá reiðaranum, Jóhannusi M. Olsen á Toftum, síðan 2010, hevur seinastu trý árini verið skipari á Sigmundi, sum í summar og í heyst hevur gjørt fýra góðar túrar í Eysturgrønlandi. Teir 14 menninir – allir føroyingar – sum fóru úr Føroyum til Eysturgrønlands beint fyri ólavsøku, gjørdu fyrst tríggjar túrar, sum teir landaðu í Torlakshøfn í Íslandi. Hin fjórða og seinasta túrin á hesum sinni landaðu teir á Toftum mána– dagin. Manningin hevur at kalla verið hin sama, síðan Sigmund fór úr Føroyum - undantikið einir tveir mans, sum hava skift við aðrar menn. – Henda seinasta túrin høvdu vit seks setur og fiskaðu út við 145.000 pund. Høvdu vit havt eina setu aftrat, hevði skipið verið fult. Veðurforsagnirnar vóru so vánaligar, og tí gjørdu vit av at sigla. Tá hevði manningin ikki verið heima í slakar tveir mánaðir, og allir gleddu seg at koma heimaftur. Elmar sigur, at lagið á monnum annars hevur verið gott, meðan teir hava verið burtur átta dagar undir tveir mánaðir. – Tað hevur eisini gingið væl at hildið upp á mann– ingina, og tað hevur nógv at siga fyri skiparaksturin og soleiðis eisini fyri arbeiðs– gongdina umborð. Óføra góð veiða Nú Sigmund á hesum fjórða túrinum landaði á Toftum, var ein stórur helmingur av veiðini brosma, umleið ein triðingur toskur, og síðan var meginparturin av restini kongafiskur og kalvi. – Eg havi ongantíð verið við til at fáa so nógvan kalva fyrr, og onkran túr táttaði nøgdin av kalva í eini tvey tons. Hetta hevur eisini verið við til at lyft undir miðal– prísin. Elmar sigur, at fiska– sløgini á hinum trimum túrunum hava verið á leið tey somu. - Tað er nógvur toskur at fáa í Eysturgrønlandi, men vit hava roynt at sloppið burtur úr toskinum við at fiska á djúpari vatni. Soleiðis hava vit fyri tað mesta fiskað á umleið 200 favna dýpi. Á hesum fýra túrunum hava teir havt 24 setur, og samlaða veiðan er umleið 620.000 pund, ið er seld fyri stívliga fýra miljónir krónur. - Eg haldi, at hetta er óføra góð veiða, og hetta er ikki tað, vit kenna til undir Føroyum. Elmar sigur, at teinurin úr Eysturgrønlandi til Tor– lakshøft í Íslandi tekur umleið tvey samdøgur. Landingin hevur tikið ein dag, og síðan hevur mann– ingin havt frí í ein dag. Van– liga vóru teir klárir at loysa aftur annan dagin eftir. Hann vísir á, at frá tí, at farið varð at sigla úr Eysturgrønlandi, til teir vóru aftur á fiskileið í Eystur– grønlandi, gingu eini seks ella sjey samdøgur. – Hetta merkir, at vit hava siglt umleið helmingin av tíðini, sum vit hava verið burtur, leggur skiparin aftrat. Royndarveiða Í Eysturgrønlandi hava línu– skipini, Sigmund, Sandshavið og Mascot, royndarfiskað fyri Royal Greenland móti einum ávísum kilogjaldi, og onnur føroysk línuskip hava fiskað fyri onnur grønlendsk feløg. – Soleiðis, sum eg havi skilt, er hetta ein roynd hjá grønlendskum reiðaríum at prógva, at tað ber til at reka línuveiði í grønlendskum sjógvi uttan bara at fiska tosk. Í Grønlandi eru ógvu– liga fáir línubátar og teir hugsa ivaleyst um at fáa sær nøkur skip at reka línuveiði við. Skiparin sigur, at lítil og eingin botnfiskiskapur er í Eysturgrønlandi. Flestu trolarar, sum fiska um hesar leiðir, fiska rækjur. – Í avtaluni við Royal Greenland hava vit havt ávísar kvotur av ymiskum fiskasløgum, sum eru á djúpum vatni, og her hev– ur eisini verið ein ávís kalvakvota. Síðan hava vit havt eina hjáveiðikvotu á 25 prosent, sum eitt nú kundi vera toskur. Tá tað er royndarfiskiskapur, veitst tú ikki frammanundan, hvat tú fært, og tað vísti seg eisini at vera ógvuliga trupult at sleppa niður um ein triðing av toski í veiðini. Í staðin fyri at leggja okkum eftir toski, hava vit heldur roynt at sloppið undan toski, tó at tað hevur borið illa til at sloppið niður um triðingin av veiðini. Um fiskaprísirnar í Torlakshøft, sigur skiparin, at toskaprísurin hevur verið heldur lægri, enn hann er í Føroyum, men hinvegin hevur prísurin á brosmu verið á leið hin sami. – Hetta hevur verið ein spennandi tíð – ikki minst tí, at lítil og eingin roynd hevur verið har yviri, og fiskiskapurin hevur sum heild verið rættiliga góður, sigur skiparin á Sigmundi, Elmar Rubeksen. FISKISKAPUR EITT ÆVNTÝR AT SLEPPA AT FISKA Í EYSTURGRØNLANDI – Hetta hevur verið ein spennandi tíð í Eysturgrønlandi - ikki minst tí, at lítil og eingin roynd hevur verið har yviri, og fiskiskapurin hevur sum heild verið rættiliga góður, sigur skiparin á Sigmundi, Elmar Rubeksen – Tað er nógvur toskur at fáa í Eysturgrønlandi, men vit hava roynt at sloppið úr tí nógva toskinum við at fiska á djúpari vatni, sigur Elmar Rubeksen Elmar Rubeksen hevur verið knýttur at línuskipum hjá reiðaranum, Jóhannusi M. Olsen á Toftum, síðan 2010, og seinastu trý árini hevur hann verið skipari á Sigmundi