týsdagur 22. september 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. september 2015 · Nr. 109
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Tríggir dagar hvíld ov lítið
Føroyski serfrøðingurin í kropsligari venjing, Magni Mohr, hevur verið partur av altjóða
ítróttargransking, sum kemur við tilmæli um, at tað aldrin eru færri enn fýra dagar millum
dystirnar í altjóða fótbólti. Nýggja føroyska granskingin lýsir møðis og hvíldartilgongdina
í eini viku við trimum fótbóltsdystum, hjá væltrenaðum elitu fótbóltsspælarum
Tróndur Arge
Magni Mohr, frá Fróðskapar
setri Føroya, hevur saman
við útlendskum granskarum
almannakunngjørt
nýggja
vísindaliga grein í tíðarrit
inum
»European
Journal
of
Applied
Physiology«.
Greinin hevur heitið »Muscle
damage,
inflammatory,
immune and performance
responses to three games in 1
week in competitive football
players«.
– Greinin kannar neyvt,
vøddamøði og hvíld ígjøgn
um eina viku við trimum
fótbóltsdystum, har tríggir
dagar eru ímillum dyst 1 og 2,
og fýra dagar millum dyst 2
og 3. Soleiðis sær ein vanlig
vika út í altjóða úrvælsfót
bólti, sigur Magni Mohr.
Kanningin gjørd
við yrkisspælarum
Kanningin
var
gjørd
í
Grikkalandi við yrkisfót
bóltsspælarum sum royndar
persónum.
Kanningin
er
lutvíst stuðla úr føroyska
Granskingargrunninum.
Hetta er fyrri liður av
kanningararbeiðinum.
Á
universitetinum í Gøteborg
verður í løtuni seinni part
urin gjørdur, sum verður lið
ugur í desembur í ár.
– Seinni parturin kannar
um ymiskir vøddar møðast
og hvíla ymiskt. Tað vil siga
um teir hava ymisk møðis-
og hvíldarmynstur, tá fleiri
fótbóltsdystir verða spældir
við stuttum millumbili, sigur
Magni Mohr.
Drúgvar kanningar við
áhugaverdum úrslitum
Nýggju kanningarnar eru
drúgvar og gjøgnumførdar,
og koma eisini til eina áhuga
verda niðurstøðu-
– Í nýggju greinini verður
støddin av mikroskaðum
í
vøddunum,
vøddapína,
vøddainflammatión
og
ávirkanin á immunskipan
ina, umframt oxidativt stress
– millum annað framleiðsla
av fríum radikalum - og
virkni
hjá
antioxidant
skipanini í kroppinum neyvt
kannað. Umframt tey fysio
logisku mátini verða krops
lig avrik í venjing og dysti
og ímillum dystir máta við
GPS-mátingum, fysiologisk
um mátingum og skjótleika
testum, sigur Magni Mohr.
Kanningin vísir greitt, at
úrvælsfótbóltsspælarar eru
meira ávirkaðir av dysti 2,
enn dysti 1 og 3 í einari viku
við trimum dystum. Her er
talan eitt nút um størri grad
av møði, seinni hvíldartíð og
størri fysiologiskari strongd.
– Serstakliga áhugavert
er, at spælararnir eru nógv
meira strongdir aftaná dyst
2, sum er tríggjar dagar eftir
dyst 1, samanborið við dyst
3, sum er fýra dagar eftir
dyst 2. Hetta hóast dystur 3
er triði og seinasti dysturin í
vikuni, sigur Magni Mohr og
sigur viðari;
– Hetta merkir, at tríggir
dagar av hvíld ímillum fót
bóltsdystir er ov lítið, men
at spælarar saktans kunnu
spæla fleiri fullar dystir
innan stutt tíðarskeið, um
hvíldartíðin er minst fýra
dagar long, og um spælarar
nir fylgja einari optimalari
hvíldarstrategi. Nakað, sum
bleiv gjørt í kanningini, sigur
Magni Mohr.
Tilmæla fýra
dagar hvíld
Kanningin vísir eisini, at
úrvælsfótbóltslið
mugu
leggja stóran dent á at
framskunda
hvíldartíðina.
Eitt nú, tá landslið spæla
dupult-dystir, ella tá dystir
í heimligu kappingum renna
saman við steypadystum og
evropeiskum dystum.
– Tilmælt verður, at allir
fótbóltsdysir
hava
minst
fýra dagar av hvíldartíð,
og at optimalar »recovery-
protokollir« verða fylgdar
til fullnar. Hetta fyri at verja
spælararnar ímóti skaðum
og brunasjúkum, umframt
at tryggja optimal kropslig
avrik í venjing og dysti, sigur
Magni Mohr at enda.
trondur@sosialurin.fo
Magni Mohr, serfrøðingur í kropsligari venjing
Mynd: Álvur Haraldsen