Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 23. september 2015 · Nr. 109 ítróttur fótbóltur vil hjálpa HB á beint Teitur M. Gestsson hevur gjørt nýggjan tvey ára sáttmála við HB. Hóast feløg sum Víkingur og Vendsyssel hava verið upp á tal, so vil málverjin hjálpa HB á beint aftur Filip heldur fram í Víkingi Torført lutakast kostaði dýrt Víkingur hevur longt um sáttmálan við Filip Djordje­vic, soleiðis at fram­rættaði serbiski spæl­arin verður verandi í felag­num fram til og við kapp­ingarárið 2017. 21 ára gamli Filip Djordjevic kom til Víking úr KÍ á sumri 2012. Síðani tá er tað blivið til 117 dystir og 12 mál. Í ár hevur hann skotið tvey mál í 22 dystum í Effodeildini. Hann hevur verið við til at vunnið steypa­kapp­ ing­ina fýra ferðir við Víkingi, umframt at hann hevur havt stóran leiklut í góðu avrikinum í Europa League. Víkingur er í løtuni í samráðingum við Hans Paula Samuelsen, um at skifta frá B36. trondur@sosialurin.fo Føroysku U19-genturnar taptu seinasta dystin í EM- undan­kappingini í Bosnia/ Hersigovina. Úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til vertirnar Tróndur Arge – Vit eru sjálvandi ikki nøgd við, at vit taptu allar dystirnar. Men vit vistu frammanundan, at hetta lutakastið var ikki serliga gott, og at vit fóru at fáa harða mótstøðu í hesari kappingini, sigur John Petersen, ið saman við Ingun Hansen stendur á odda fyri føroyska U19- landsliðnum við gentum, sum seinastu dagarnar hevur verið til EM- undan­kapping í Bosnia/ Hersi­govina. Fyrsti dysturin endaði við 4-1 sigri til Kekkia, og síðani taptu føroysku gentur­nar 7-0 fyri Fraklandi. Sunnudagin var mótstøðuliðið Bosnia/Hersigovina, og tá gjørd­ist úrslitið ein tepur 1-0 sigur til vertirnar. – Bosnia var leikliga væl betri enn vit í fyrra hálvleiki, men komu ikki til teir heilt stóru mál­ møgu­leikarnar. Men so fáa tær eitt mál eftir um­ stilling, har vit annars hava verið í álopi. Í seinna hálvleiki eru vit nógv betur við, og vit spæla eisini heilt væl í løtum. Men vit tóku ikki av, og so taptu vit 1-0, sigur John Petersen við fsf.fo. – Seinasta inntrykkið er kortini oftani tað, ið man minnist best, og síðstu 45 minuttirnar sá heilt gott út. Genturnar royndu í øllum førum alt tað, sum tær vóru mentar – og eitt sindur aftur­at. Men eftir standa trý tap, og tað er ongantíð gott, sigur John Petersen, lands­liðs­venjari. Í dystinum um fremsta plássið í bólkinum hittust Frakland og Kekkia. Og her lótu fronsku gentur­ nar ongan iva verða um, hvat lið var best í kapp­ ingini. Úrslitið gjørd­ist 6-0 til Frakland. trondur@sosialurin.fo Endaliga støðan Frakland, 9 stig Kekkia, 6 stig Bosnia/Hersig., 3 stig Føroyar, 0 stig Tróndur Arge Teitur M. Gestsson er tann spælarin, sum hevur spælt flestar minuttir fyri HB í ár. 23 ára gamli málverjin hevur verið fyrsta val millum steng­ur­nar, síðani hann kom til felagið í 2011. Tað hevur verið áhugi fyri honum í danska 1. deildar­ felagnum, Vend­syssel. Eisini hevur ljóðað, at feløg sum Víkingur hava víst áhuga, men mánakvøldið gjørdi hann tvey ára sáttmála við HB. Eitt felag, sum er á vega­ móti. Vil hjálpa HB HB er í løtuni í stríðið við KÍ um fjórða plássið í Effo- deild­ini. Eitt pláss, sum gevur útivið tvær milliónir krónur í vinningin, orsaka av Europa League luttøku. Bara ein spælari hevur gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár, og venjaraspurningurin er fram­vegis ósvaraður. Hóast tað, hevur ein av fremstu mál­verj­unum í landinum bundið seg til felagið kom­ andi tvey árini. – Tú skal ikki undirmeta stoltleikan av at spæla fyri HB. Tað er størsta felagið í landinum. Eg vil gjarna vera við til at hjálpa HB aftur á beint, sigur Teitur M. Gestsson um orsøkina til, at hann hevur gjørt nýggjan sáttmála við felagið. Framtíðin bjørt Hóast tað er ilt at fáa eyga á úttanfyri felagið, so er fram­ tíðin bjørt í HB, sam­bært Teiti. – Vit hava fleiri góðar ungar spælarar, sum eru á veg fram. Eg trúgvi uppá, at HB klárar at koma fyri seg aftur, og blíva til eitt felagið, sum kappast í oddinum, sigur Teitur M. Gestsson. Málverjin ásannar, at kapp­ingarárið í ár, hevur verið eitt av teimum heilt slaku. HB liggur á fjórða plássi, hevur skift venjara og sjáld­an hevur spælið verið gott. – Hetta hevur verið ein skuffandi kappingarár. Tað skal ikki verða nøkur um­ ber­ing, men vit hava eisini verið óhepnir við skaða og venjara­skifti, sigur Teitur, ið vón­ar at felagið megnar at vinna seg í Evropa. Vendsyssel og Víkingur Fyri einum ári síðani var Teitur á veg til danska Vend­ syssel, men skifti bleiv av ongum. Tað hevur verið upp á tal aftur, men fyribils er ætlanin útsett í tvey ár. – Tað var upp á tal, men tað bleiv ikki til nakað. Nú er støðan ein onnur, og eg verið í Føroyum í hvørtfall tvey ár, sigur landsliðsmálverjin. Tað er altíð nógvar leysa­ søgur í føroyskum fótbólti. Ein teirra er, at tað hevur verið áhugi fyri Teiti í øðrum før­oyskum feløgum. Hetta er ikki váttað, og Teitur vil ikki gera nakrar viðmerkingar gitingarnar. – Nei, tað havi eg onga við­merking til. Eg havi gjørt sáttmála við HB, og tað eri eg glaður fyri, staðfestur Teitur M. Gestsson at enda. Nú hevur HB so gjørt sátt­ mála við Teit M. Gestsson og Bartal Wardum fyri kom­ andi árini. Formaðurin í HB, Finnbogi Arge, hevur fleiri ferðir víst á, at felagið í løt­ uni ikki kennir fíggjarliga grundar­lagið til komandi kapingarár enn, og tí verður ikki gjørt ov nógv av enn. Mynd: Álvur Haraldsen