Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-22, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

1 Blómutyssi til dyrnar Øll fólk dáma blómur, og tað skerst ikki burtur, at blómur gleða fólk í gerandisdegnum, og at eitt blómutyssi kann veruliga fríðka um í einum rúmi er ein sannroynd Sum nakað nýtt bjóðar blómuhandilin Fípan í Miklagarði í SMS nú við­skifta­ fólki sínum, at tey kunnu bíleggja sær eitt blómutyssi á net­inum og fáa tað koyrt til dyrnar. Leingi hevur tað verið møguligt hjá fólki á heima­síðuni, www. leypurin.fo, at bíleggja sær ein leyp við frukt og grønt og fáa vøruna koyrda til dyrnar. Nú er tænastan útbygd, soleiðis at tað eisini ber til at bíleggja blómur. – Tað er ein sannroynd, at blómur gleða fólk, og vit vita, at til dømis er tað ikki so lætt hjá eldri fólki at fara til handils at keypa sær blómur, og tí halda vit, at hetta er eitt kær­komin møguleiki hjá fólki at bíleggja sær eitt blómutyssi til dømis aðru hvørja viku, sigur Regin W. Dalsgarð, býlingsstjóri í SMS. sms-blaðið september 2015 lýsingablað Miðlahúsið Kathe Dahl Frederiksen er dagligur leiðari í Fípuni, og hon er spent at vita, hvussu undirtøkan verður fyri at bíleggja blómu­ tyssi á netinum