týsdagur 22. september 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
lýsingablað frá miðlahúsinum september 2015
2
Sms - Miðlahúsið Tekstur: terji Nielsen Myndir: SMS, Álvur Haraldsen o.o. Snið og uppseting: Pætur Eyðunsson Jensen / Sosialurin
www.sms.fo
Arla Unika ostarnir eru nakað heilt serligt, og
tað eru bert nakrir heilt fáir útvaldir handlar í
Danmark, sum selja ostarnar.
– Hetta er ein luksusvøra, sum tó ikki hevur ein
luksusprís. Hóast vit skulu flyta ostin til Føroya, so
hava vit valt at hava sama prís sum í Danmark, og
tí er vinningurin hjá okkum lægri, enn hvat hann er
hjá handlunum í Danmark. Talan er um gourmetost,
sum Arla hevur ment saman við nøkrum av teimum
fremstu kokkunum í Danmark. Í fyrstu atløgu
blivu ostarnir bara seldir í nøkrum heilt fáum
útvaldum matstovum í Danmark, men í seinastuni
hava teir eisini verið at fingið í nøkrum útvaldum
matvøruhandlum eisini. Nú hava vit sum teir fyrstu
í Føroyum eisini fingið Arla Unika í handilin hjá
okkum, sigur Jørgen Jørgensen, slaktarameistari í
Miklagarð, sum hevur evstu ábyrgd av ostadeildini.
Søgan
Sjálv søgan um Arla Unika er ikki so øgiliga gomul,
men hon stavar frá, at Arla, sum áður bert hevði
fingist við at framleiða ostar í hópframleiðslu, ein
dagin fekk vitjan av nøkrum ostaserfrøðingum,
sum veruliga brenna fyri ostum.
Hesi komu við tí hugskoti, at man skuldi
menna nakrar nýggjar, serligar og einastandandi
vælsmakkandi ostar til teir kræsnu brúkararnar,
sum vilja hava okkurt annað enn tann vanliga
hópframleidda ostin. Saman við vørumennarum,
íverksetarum og ostameistarum hevur Arla ment
nakrar ostar, sum bróta frá vanligu ostunum.
Við íblástri frá einum serstøkum øki, ein ser
ligum smakki ella onkrum øðrum hevur man ment
nakrar ostar, sum upprunaliga bert vóru fram
leiddir í heilt smáum nøgdum, og sum bert fingust
á útvaldum matstovum. Nú er framleiðslan eitt
sindur størri, og nú fáast ostarnir í útvaldum mat
vøruhandlum í Danmark og nú eisini í Miklagarði.
Matkennarar frøast
Í SMS hava tey eisini merkt, at síðani tíðindini so
smátt bórust um, at Miklagarður fór at fáa navn
framu Arla Unika ostarnar á hyllarnar, hava fleiri
føroyskir matkennarar gjørt vart við seg, og hvussu
spennandi hetta fór at vera.
Tað vísir seg nevnliga, at nógvir føroyingar
fylgja ógvuliga væl við í, hvat rørir seg innan
nýhugsan og menning á matvøruøkinum, og at
fleiri føroyingar av somu orsøk kenna til Arla Unika
vørurnar.
– So vit eru ógvuliga spent at vita, hvussu mót
tøkan verður, nú vit hava fingið ostarnar í handilin,
siga tey í Mikalgarði.
Heimskendir luksusostar
komnir í Miklagarð
Í hesi vikuni hevur ostadeildin í Miklagarði fingið nýggja vøru í handilin, og tað eru ikki nakrir heilt vanligir
ostar, sum nú er lagstir afturat stóra vøruúrvalinum. Talan er nevnliga um teir heimskendu Arla Unika ostarnir,
sum eru hágóðsku ostar, ið eru mentir av Arla saman við nøkrum av fremstu kokkunum í Danmark
Jørgen Jørgensen, slaktarameistari og ostadaman Eydna
við Arla Unika kølaran, har nýggju vørurnar eru at fáa