Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. september 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingablað frá miðlahúsinum september 2015 4 – Vit vóru so heppin at fáa fatur í Lee, ið nógvir føroyingar kenna væl, tí hetta eru slitsterkar kovboybuksur við sera góðum passformi. Niðri í Danmark ganga Lee-buksurnar sera væl, og vit vóna, at tær verða líka væl umtóktar her við, sigur Marita Christiansen, sum eigur og rekur Rákið. Hon hevði frammanundan handil við ungdómsklæðum, Mega, sum tó ikki kundi halda fram, tí merkið Outfitters Nation varð ikki gjørt meira. Men tá tað stóð henni í boði at selja eitt konufólkamerki, sum eitur ADPT., valdi hon at taka av. – Tað er altíð keðiligt at skula gevast við nøkrum, sum tú kennir, men eg helt, at eg skuldi taka kjansin við hesum nýggja handlinum í staðin, og tað havi eg ikki angrað, sigur Marita, ið letur væl at móttøkuni, Rákið hevur fingið. – Vit venda okkum nú til ein heilt annan kundabólk, enn vit gjørdu í hinum handlinum, men av tí at vit hava klæði, ið bróta eitt sindur frá tí, sum frammanundan er at fáa til kvinnur, hava vit rakt okkurt, nógv fólk hava saknað. ADPT. er høvuðsmerki hjá Rákinum, og umframt Lee-kovboybuksurnar, ið nú eru komnar, hevur Rákið eisini skógvar frá No Name, klæði frá Moshi Moshi Mind, taskur, turriklæði og annað frá Dixie, umframt sápur, krem og annað frá Karmameju. Rákið økir um úrvalið Nýggi klædnahandilin í SMS, Rákið, hevur fingið góðan vind í seglini frá byrjan, og eisini økist vøruúrvalið støðugt, nú handilin millum annað hevur fingið tær kendu og vælumtóktu Lee-kovboybuksurnar