týsdagur 22. september 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
lýsingablað frá miðlahúsinum september 2015
6
Tað verður nógv spennandi á skránni, tá ið væl
veruvika er á breddan í SMS. Vikan fer at innihald
nógv fjølbroytt tiltøk, har ymisk sløg av vælveru
verður sett í fokus, og har fólk kunnu koma í SMS
at uppliva nógv ymiskt.
Vælveruvikan kemur at innihalda nógv um
móta, og millum annað verður eitt stórt mótashow
á skránni hóskvøldið, har Laila av Reyni kemur at
standa fyri innihaldinum.
Læra at gera
skjótar fiskarættir
Eitt annað áhugavert tiltak, ið verður á skránni
í vælveruvikuni, er at fólk kunnu læra at gera
skjótan mat við fiski.
– Vit hava fingið eina avtalu í lag við kenda
kokkin, Una Gullfoss, sum kemur her í húsið mána
dagin og mikudagin, og í samstarvi við Miklagarð
og Fólkaheilsuráðið kemur hann at læra fólk at
gera skjótan og heilsugóðar fiskarættir, greiðir
Regin W. Dalsgarð, býlingsstjóri í SMS frá.
Bót til bata tiltak týskvøldið
Týskvøldið verður eitt stórt tiltak hjá Bót til bata.
Tiltakið hevur eitt víttfevnandi innihald, har tað
millum annað verður høvi at hoyra eina dóttur
greiða frá, hvussu tað var, tá ið mamman bleiv
sjúk av brótskrabba. Somuleiðis fer ein mamma
at greiða eitt sindur frá sínari støðu og sínum
kenslum í sambandi við bróstkrabba.
Elinborg Pálsdóttir kemur eisini at framføra
nøkur løg av nýggju fløguni hjá sær, og gestirnir
fáa eisini møguleika at práta við fólk frá Bòt til
bata.
Familjumyndin
Vælveruvikan er avloysari fyri mótavikuna, sum
hevur verið undanfarin ár. Í fjør var eitt tað best
umtókta tiltakið á mótavikuna, at fólk kundu koma
á Torgið í SMS at taka familjumynd, sum navn
frami myndamaðurin Høgni Heinesen tók. Hetta
hepnaðist sera væl, og tí verður hetta sett aftur á
skrá í ár.
Mikudagin millum klokkan 10 og 18 kunnu fólk
tí koma oman í SMS við børnunum hjá sær og taka
familjumyndir ókeypis. Myndirnar verða latnir fólki
við telduposti.
Talan er eisini um eina kapping, tí millum allar
tær tiknu myndirnar verður ein vinnari funnin, og
vinningurin er ein innramming av familjumyndini.
Tey, sum ætla sær at fáa tikið eina familjumynd
í SMS í komandi viku, skulu bíleggja sær tíð,
og tað kann gerast við at senda ein teldupost til
luciana@sms.fo.
Vikan verður full av ymiskum vælverutiltøkum,
og í hesi vikuni fer SMS regluliga at leggja smá
videobrot út á Facebook, har ymiskt verður at
frætta um áhugaverdu vælveruvikuna í komandi
viku.
Fjølbroytt vælveruvika
Í komandi viku verður vælvera á breddanum í SMS, tá árliga vælveruvikan er á skránni
Stórt mótashow, sum Laila av Reyni
stendur fyri, verður hóskvøldið í komandi viku
Skráin týskvøldið 29. september
Kl 20.00
Vælkomin
Kl 20.10
Elinborg Pállsdóttir syngur tvey løg
kl 20.20
Ein dóttur sigur frá, tá ið mamman bleiv
sjúk av bróstkrabba
kl 21.00
SMS og Mylnan bjóða kaffi
kl 21.00
Elinborg Pállsdóttir syngur trý løg
Kl 21.15
Ein mamma sigur frá síni støðu/kenslum
kl 21.40
Videolag
Kl 21.45
Møguleiki er at fáa eitt prát vð kvinnur
frá bót til bata
Bót til bata selur oyraringar og armbond