Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. september 2015 sosialurin 110 4 Higartil í ár eru fleiri fólk deyð av at taka myndir av sær sjálvum enn av hávum Tað ljóðar sum ein skemtisøga, men tað skal vera púra vist: Higartil í ár eru fleiri fólk deyð av at taka myndir av sær sjálvum enn av hávaálopum. Tað skrivar bloggurin Mashable. Fyri viku síðani doyði ein japanskur myndur, tá ið hann skuldi taka eina selfie við Taj Mahal í India. Hann skal verða tólvta fólkið, sum doyr í sambandi við selfie-myndatøku í ár. Til samanberingar eru átta fólk skrásett til at verða deyð eftir álopum av hávum. Orsøkin til deyðsføll í sambandi við sjálvsmyndatøku er vanliga, at fólk detta ella verða ákoyrd. Í summar varð eitt átak gjørt í Russlandi at fyribyrgja ólukkum og vanlukkum í sambandi við selfies. Skelti vórðu hongd upp, har fólk vórðu biðin um at lata verða við at taka myndir av sær sjálvum í ávísum støðum. - Ein góð selfie skal ikki kosta tær lívið. Vit vilja gjarna minna fólk á, at jagstranin eftir likes á sosialu miðlunum kann føra tey í deyðan, segði russiski innanríkisráðharrin í sambandi við kampanjuna. Danskt granskaralið heldur seg kunna prógva, at tríggir dagar uttan svøvn kunnu hjálpa upp á tunglyndi Danskir granskarar halda seg hava funnið fram til, at tríggir dagar uttan svøvn kunnu hjálpa fólki við tunglyndi. 58,4 prosent av teimum tunglyntu, sum luttóku í verkætlanini, sluppu av við sjúkuna eftir bert eina viku við sonevndan vøkuviðgerð. Hálvt ár seinni var talið vaksið upp í 61,9 prosent. Tey tunglyntu vóru innløgd í eina viku, og partur av viðgerðini var, at tey ikki svóvu í tríggjar dagar. Tað gjørdi tey í munandi betri lag. Síðani fingu tey frálæru í at hava góðar svøvnrutinur – ikki at fara ov seint í song og ikki sova dagin burtur. Eftir tað fingu fólkini eisini ljósviðgerð. Úrslitið av granskingini var, at seks av tíggju fólkum fingu tað munandi betri innan stutta tíð. - Vit halda, at vøkuviðgerð riggar, tí tá ið tú svevur, hevur tú minni framleiðslu av evninum serotonin, sum ger, at vit hava hug og áhuga. Tá ið fólk vakja, verður frmaleiðslan av seotonin størri og saman við ljósviðgerð førir hetta við sær, at fólk kunnu sleppa av við tunglyndi, sigur Klaus Martiny, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum, ið var leiðari fyri granskingina. Tað sigur hann við Jyllands-Posten. Hann leggur tó dent á, at svøvnmangul kann skapa trupulleikar, og tí eigur vøkuviðgerð bert at verða gjørd í tryggum umstøðum. Fríggjadagur Leygardagur Sunnudagur 2-7 m/s 5-10 m/s 10-13 m/s 5-10 m/s 2-7 m/s 10-15 m/s 5-10 m/s av vestri, sum fer í útsynning og sunnan, minkandi niður í 2-7 m/s. Turt og nakað av sól. Hitin um dagin 10 stig, um náttina millum 5 og 10 stig. 2-7 m/s av suðri, vaksandi upp í 5-10 m/s. Skýggjað, men turt fyri tað mesta. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina vaksandi upp í 10-15 m/s. Hitin um 10 stig. 10-15 m/s av suðri. Skýggjað og nakað av regni, men síðst á degnum klárari. Hitin millum 10 og 13 stig. Um kvøldið minkandi niður í 5-10 m/s og seinni 2-7 m/s. Skýggjað og mest turt veður. Hitin um 10 stig. Mánadagur 2-7 m/s av útsynningi, seinni 10 m/s. Um náttina 8-13 m/s. Skýggja og nakað av regni. Hitin millm 10 og 13 stig. Týsdagur 8-13 m/s av suðri, í støðum upp í 15 m/s. Skýggjað og regn av og á. Hitin millum 10 og 13 stig. *** Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Heimurin er ræðuligur. Morð, flóttar, kríggj, flokskríggj, jihad, dómadagur...inntil eg fái eyguni av facebook síðuni, hyggi út og síggi september sólina skína á okkara klettar. Verðin er deilig.« Løgtingskvinnan Annika Olsen hevur av álvara verið í miðdeplinum, síðani hon fáar dagar eftir valið fór úr Fólkaflokkinum. Við næstan túsund atkvøðum var hon millum toppskorararnar á løgtingsvalinum, og tí undraði tað fleiri, tá ið fór úr Fólkaflokkinum beint eftir valið. Eftir at hava hugsað seg um í nakrar dagar fór hon upp í Framsókn, sum er partur av nýggju samgonguni. Annika var vald til forkvinnu í mest týðandi nevndini í løgtinginum, fíggjarnevndini. Men valið var ikki meira enn gjørt, so tók Annika Olsen seg úr aftur Framsókn, og síðani hevur hon fjalt seg fyri almenninginum. Nógv kjak hevur verið um hesa framferð, og nú bíða øll eftir, at Annika Olsen svarar spurningum um óvæntaðu avgerðina. Bakkafrost fær norska heiðurslønina, tí felagið hevur dugað best at kunna fíggjarheimin og virðisbrævamarknaðin um sítt virksemi. Landsverk vil loysa ferðslutrupulleikarnar í tunlunum norður um fjall við ferðsluljósum. Nú skulu tey, sum brúka gomul avlamisskelti í sambandi við parkering, rokna við at fáa bót. Løgreglan kannar nú eitt mál, har útróðrarmaður helt seg verða í vanda orsaka av sigling hjá Sea Shepherd skipinum Sam Simon Vestnorden Travel Mart verður hildið í Føroyum. Taks fær nýggja talgilta tænastu, sum kallast borgaragluggin. 20 føroyingar hava søkt starvið sum stjóri í Føroya Tele Tríkiljan hjá Sea Shepherd, Brigitte Bardot, er farin aftur til Týskalands. »Annika Olsen« Selfies krevja fleiri mannalív enn hávar Svøvnleysar nætur kunnu steðga tunglyndi Nýggjar tíðir Gransking Mest nýtta orðið hesa vikuna ...uppá ein minutt milliónir krónur kostaði innflutningurin av brennievni fyrra hálvár. Hetta var trý prosent minni enn somu tíð í fjør 527 mangt og hvat Visti tú? At seinasta árið er fólkatalið í Eystur­ kommunu vaksið við 43 fólkum og er nú 2.021 Tað kann verða vandamikið at taka eina selfie Vøkuviðgerð kann hjálpa upp á tunglyndi