Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. september 2015 sosialurin 110 12 Samlaða andstøðan og andstøðuflokkarnir hava saman oghvør sær í seinastu tingsetu, settu fleiri uppskot fram, sum fullu. Nú er møguligt at fremja summi teirra Andstøðu­ uppskotini, sum samgongan nú kann fremja J avnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn sótu í andstøðu í farna valskeiði. Tað gjørd Sjálv­stýris­flokk­ ur­in eisini ein aprt av tíðini. Nú hava somu flokar gjørt sam­gongu, sum saman við Sonju Jógvans­dóttir, hevur 17 tinglimir – altso meirlutan í tingsalinum. Hesin matematiski veruleikin ger, at semjast hesir tríggir flokkarnir sam­an við leysgangaranum um at legg­ja uppskot fram, so kunnu tey eisi­ni samtykkjast, tí tey hava meir­ lutan í Løgtinginum. Soleiðis var ikki í farnu tingsetu. Tá vóru tað Fólkaflokkurin, Sam­ bands­flokkurin og Miðflokkurin, sum sótu í samgongu og avgjørdu hvørji mál kundu samtykkjast. Andstøðan legði nøkur uppskot fram í júst farnu tingsetuni, sum ting­ið feldi – og onkur uppskot vóru ikki løgd fram, tí andstøðan væl visti, at tey ongan møguleika høvdu fyri at verða samtykt. Fiskivinnan Stóra málið, sum hevur fylt før­oysk­ um politikki í eini 10 ár nú, er ný­skip­ an av fiskivinnuni. Lógin um vinnuligan fiskiskap fer úr gildi 31.desember 2017, so har má ein nýggj lóg gerast – ella støða má tak­ast til, at galdandi lóg skal leingj­ ast. Í farna valskeiði var hetta fleiri ferð­ir uppi at venda. Fundir vóru hildn­ir millumn samgonguna og and­støðu­flokkarnar, men ongantíð fekk ein ta fatan, at hetta vóru sam­ ráð­ing­ar, sum høvdu til endamáls at enda við semju. Tí er hetta eitt mál, sum nýggja sam­gongan hevur standandi ógvuliga ovar­laga á raðfestingarlistanum. Bæði tí hetta er eitt mál sum skal loys­ast, men eisini tí at fiski­vinnu­ný­ skipan­in er eitt mál, sum allir sam­ gongu­flokk­arnir hava sagt politiskt vilja gera. Ikki bert er galdandi lóg ótíðar­ hósk­andi og má regulerast á fleiri øki­num, men eisini tí hetta er lógin, sum í veruleikanum deilir føroyska fiski­ríki­dømi millum aktørarnir í fiski­vinnu­ni. Og júst hetta er politikkur. Ein poli­tikkur, sum andstøðan ferð eftir ferð seinastu árini hevur sagt seg vilja broyta radikalt. Fordeiling eigur eftir uppfatanini hjá andstøðuni at gerast uppá ein heilt annan máta og tað eigur at verða lættari hjá nýggjum, ungum at sleppa framat í vinnuni. Í farnu tingsetu hevði andstøðan eitt uppskot frammi um broyting í lóg­ini um vinnuligan fiskiskap. Har var skotið upp, at alt tilfeingið, sum føroysk skip fiskaðu á føroyska land­ grunninum ella av føroyskum kvot­ um, skal fáast til lands og gangn­ nýtast. Uppskotið fall. Í samgonguskjalinum hava flokk­ ar­nir, sum nú manna samgonguna, skrivað, at hetta skal gerast skynsamt. Fyrst skal ein nevnd av fakfólki og vinnu­fólki setast, sum útgreinar hvat og hvussu ein nýskipan kann gerast. So skal politiska skipanin taka støðu. Eydnast tá ikki at finna eina breiða semju, so kann smgongan sam­tykkja eina nýggja lóg. Lógaruppskot Hyggja vit at hvørji lógaruppskot, andstøðan legði fram eftir ólavsøku í fjør, so vóru tey ikki mong, sum vunnu fram. Fyrsta lógaruppskotið kom í sep­ tem­ber, tá ið andstøðan skeyt upp at hækka barnaískoytið úr 1647 krónum til 2500 krónur. Hetta mál endaði í triv­nað­ar­ nevnd­ini, har tað var súltað og ikki kom framaftur áðrenn tingsetan endaði Eitt annað uppskot frá and­støðu­ ni gekk út uppá at hækka barna­frá­ drátt­in úr 6.500 uppí 8000 krónur fyri hvørt barnið. Hetta uppskotið fekk ikki udnirtøku frá farnu samgongu og fall við 18 atkvøðum ímóti 11. Eitt annað uppskot á sosiala øki­ num, sum Sjálvstýrisflokkurin, Tjóð­ vel­di og Javnaðarflokkurin løgdu fram, var at javnseta fólkapensjónina til giftar og ógiftar pensjonistar. Heldur ikki hetta and­støðu­upp­ skot­ið kom ígjøgnum 20 atkvøður vóru ímóti, so tað fall. Og so kom eitt uppskot um serligar veit­ingar til børn hjá familjum, sum liva undir fátækramarkinum. Hetta var eitt uppskot frá øllum fýra and­ støðu­flokkunum, men eisini tað fall. Útlendingamálini Nýggja samgongan er ikki nøk­ur loys­ ingar­samgonga. Javn­að­ar­flokk­ur­in hevur sagt ferð eftir ferð, at flokkurin er ein samríkisflokkur, meðan hinir báðir – Tjóðveldi og Framsókn – eru loys­ingar­sinnaðir. Fyri at fáa kabalina at ganga upp politiskt, so er neyðugt, at tað stendur í sam­gonguskjalinum, at onkur mál mugu yvirtakast.’ Eitt av teimum er útlend­inga­mál­ ini. politikkur Bjørt Samuelsen legði uppskot fram, sum hevði til endamáls at gera alternativa orkunýtslu bíligari hjá borgarunum