hósdagur 24. september 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. september 2015
sosialurin 110
13
Eyðgunn Samuelsen vildi hava, at sálarliga
arbeiðsumhvørvið eisini gjørdist ein
aprtur av lógini um arbeiðsumhvørvi
Hetta er eitt sindur tungt mál, tí
tað krevur rættuliga stóra umsiting
og nógv samstarv við onnur lond.
Spennandi verður tí at síggja um
hetta verður yvirtikið. Í farnu ting
setu var uppskot um at yvirtaka út
lendingamál lagt fram av Thóðveldi,
Framsókn og Sjálvstýrisflokkinum.
Eftir viðgerð og orðaskifti í tingi
num fall málið kortini.
Eitt annað mál, sum eisini var lagt
fram í seinastu tingsetu varum broyt
ingar í lógini um mál at yvirtaka.
Tjóðveldi og Framsókn skutu upp, at
føroyingar yvirtóku fult ræði á uttan
ríkis-, trygdar- og verjumálum.
Málið fekk viðgerð í uttanlands
nevndini, men tá ið atkvøtt var við 2.
viðgerð vóru bert seks atkvøður fyri
og málið datt burtur.
Gjøgnumskygni
Andstøðan – og kanska serliga Tjóð
veldi – hevur brúkt nógva tíð uppá
og tosa um, at tað er avgdrandi, at vit
hava eina politiska skipan, sum borg
arin hevu álit á – og at tað skal vera
gjøgnumskygni í skipanini.
Kristina Háfoss legði vegna Tjóð
veldi eitt uppskot fram um, at tað skal
vera alment, hvønn stuðul flokkar og
valevnir fáa frá privatum.
Í viðmerkingunum vísti hon á, at
hetta er galdandi í grannalodnum
okkara.
Uppskotið fall í Løgtinginum.
Javnaðarflokkurin royndi seg eisi
ni við uppskotum. Eitt av teimum
legði Eyðgunn Samuelsen fram vegna
flokkin.
Tað var ein broyting í lógini um
arbeiðsumhvørvið, har hon skeyt
upp, at eisini sálarligu arbeiðsum
støðurnar skuldu vera partur av
arbeiðsumhvørvinum og standa í
lógini.
Heldur ikki hesum uppskotinum
tók samgongan undir við og tað fall tí.
Andstøðan royndi eisini at gera
broytingar í lógarverkinum, so til ber
lættligari at leggja um til grøna orku.
Bjørt Samuelsen legði eitt uppskot
fram um at leingja lógina, so bilar,
sum ikki verða riknir við bensin og
olju skulu sleppa undan avgjaldi
fram til 2020, men heldur ikki hetta
uppskotið fekk undirtøku frá sam
gonguni.
Sama gjørdi seg galdandi, tá ið hon
skeyt upp, at hitaskipanir og bilar
við alternativari orku skuldi sleppa
undan MVG.
Tær báðar Sirið Stenberg og
Kristina Háfoss høvdu eisini eitt
uppskot um, at tað skal ata seg gera
at draga penignaupphæddir upp til
15.000 krónur frá í skatti um pen
ingurin verður latin til góðgerandi
endamál.
Heldur ikki hetta uppskotið var
samtykt.
Framsókn eisini uppskot
Eisini minsti andstøðuflokkruin,
Framsókn, royndi seg við uppskotum
í farnu tingsetu.
Poul Michelsen setti vegna flokk
in fram uppskot um broytingar í rús
drekkalógini, so til skal bera at selja vín
og øl í vanligu matvøruhandlunum.
Uppskotið fall.
Nú er Poul Michelsen landsstýris
maður við vinnu og handli. Hann
sigur aðrastaðni í blaðnum, at sjálvt
um undirtøka ikki er fyri so stórum
broytingum í rúsdrekkalógini, so fer
hann at arbeiða víðari við málinum.
Til dømis heldur hann, at mat
stovur sjálvar eiga at sleppa at velja
og bíleggja tað.
Uppskotið í seinastu tingsetuni
fekk bert tvær atkvøður fyri.
Framsókn hevði eisini eitt uppskot
um broytingar í stýrisskipananarlóg
ini. Millum annað gekk tað út uppá, at
løgmaður ikki av sær sjálvum hevur
samráðinarrættin eftir eitt val.
Ein onnur broyting er, at
landsstýrið eigur at mannast við
løgmanni og seks landsstýrisfólkum.
Broytingarnar komu ikki ígjøg
num - nýggja landsstýrið er mannað
við løgmanni og sjey landsstýrisfólk
um.
Persónsupplýsingar
Eitt mál, sum fekk nógva umrøðu
bæði seinastu tingsetu, men eisini
áðrenn, var tá ið peningastovnarnir
avgjørdu at flyta ein stóran part av
øllum KT – og harvið eisini persóns
upplýsingum – frá Elektron til eina
danska fyritøku.
Í farnu tingsetu hevði Tjóðveldi
uppskot um, at tað eigur at vera
bannað at flyta hesar upplýsingar
av landinum. Grundgevingarnar eru
nógvar og tungar, men uppskotið fall.
Peningastovnarnir boðaðu Løg
tinginum frá, at tað fór at vera
ómetaliga dýrt at flyta tænastuna
heimaftur til Føroyar.
Nýggja samgongan kann broyta
hettar og landsstýrismaðurin við
vinnumálum hevur sagt, at hann fer
at brúka nógva orku at royna at fáa
hetta mál ígjøgnum.
Nógv fellur
Sum tað sæst omanfyri, so hevur gamla
andstøðan – nú samgongan – lagt
fleiri uppskot fram í farnu tingsetu,
sum ikki vunnu frama. Nú hava hesir
flokkar meirlutan á tingi saman við
leysgangaranum Sonju Jógvansdóttir
og kunnu fáa málini ígjøgnum.
Hinvegin er politiski veruleikin
soleiðis, at tað er hvør sítt at sita í
andstøðu og so at sita í samgongu
við ábyrgd.
Samgongan skal fáa fíggjarlógina
at hanga saman, so til ber ikki bara
at koma við uppskotum sum kosta,
uttan so at víst verður á, hvussu hesi
uppskot verða fíggjað.
Tí koma neyvan øll hesi uppskotini
aftur á tingborð beinanvegin, men
ongin eigur at ivast í, at hetta er leiðin
samgongan ynskir at ganga.
Samgonguskjalið vísir hetta, men
tað er í fleiri førum skrivað í bleytari
orðingum.
Og alt verður ikki framt beinan
vegin.
Poul Michelsen fer at
arbeiða ahrt fyri, at
persónsupplýsingaranr koma
heimaftur til Føroyar