hósdagur 24. september 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. september 2015
sosialurin 110
14
Hann byrjaði sum pakkari fyri Dimmalætting, og hevur síðani staðið á oddinum
í menningini av trimum altjóða fyritøkum – allar við stórari success. – Mítt
besta ráð til íverksetarar er, at hugsa um altjóða marknaðin beinan vegin.
Vit hava lyndi til bert hugsa um tað, sum er uttanfyri okkara vindeyga, men
heimurin er lítil og møguleikarnir nógvir, sigur Rúnar Reistrup. Sosialurin
hevur hitt stjóran í Depop til eitt prát um áhugaverdu lívsleið hansara
Hugsið um
altjóða
marknaðin
beinan vegin
Rúnar Reistrup
Barbara Holm
37 ára gamli Rúnar Reistrup er í
skrivandi stund ávegis til Føroyar.
Júst nú er hann staddur í New York,
men fríggjadagin skal hann halda ein
fyrilestur í Norðurlandahúsinum í
samband við Vinnudagin. Men hvør
er hesin íverksetarin og hvat hevur
hann fingist við uttanfyri Føroyar
seinastu árini?
Tað byrjaði í Dimmalætting í 1997,
tá ið Rúnar varð settur sum pakkari
fyri blaðið. Skamma stund eftir hetta
gjørdist hann blaðmaður fyri gomlu
Dimmu, og hevði altíð ímyndað sær
eina karrieru innan blaðheimin. Tað
var um tað mundið, tá ið internetið
kom til Føroya. Internetið, sum vit øll
vita, broytti nógv. Tað broytti eisini
framtíðarútlitini hjá Rúnari.
– Eg hugsaði fyri mær sjálvum,
at internetið fór at broyta alt. Eisini
blaðheimin. Og tí setti eg mær fyri
at læra meira um hesa nýggju tøkni,
sigur Rúnar Reistrup.
Hann valdi síðani at fara til Dan
markar undir útbúgving, og evnið
gjørdist informatiónsvísund. Tað var
tá ein ógvuliga ótøknilig útbúgving,
men tók kortini støðið í tí tøkniliga
heiminum. Rúnar lærdi hvussu
ein skuldi gera vinnuligt virksemi
burturúr tí nýggju tøknini.
Liðugur við sína útbúgving fór
Rúnar í eitt starv. Eitt púra vanligt
9-17 starv í einari pensjónsfyritøku.
– Eg hugsaði fyri mær sjálvum, er
hetta veruliga tað? Er hetta tað eitt
vanligt starv er, greiður Rúnar frá.
Undir útbúgving skrivaði Rúnar
eina høvuðsuppgávu, sum millum
annað nam við spurningin - hvat ger,
at onkur nýggj vøra knappliga verður
brúkt av øllum?
Tað var júst hendan eina upp
gávan, sum setti ferð á karrieruna
hjá unga havnarmanninum. Tommy
Ahlers, stovnari av fyritøkuni ZYB,
ringdi til Rúnar.
– Hann hevði lisið mína uppgávu,
og vildi seta meg í starv. Tá vóru trý
fólk í fyritøkuni, og framtíðarútlitini
ivasom. Men eg vildi royna meg inn
an júst tað – at taka eina lítla vøru og
byggja hana upp, sigur Rúnar, sum
als ikki ivaðist at venda pensjóns
heiminum bakið.
Tvey ár og 36 starvsfólk seinni
seldu Rúnar, Tommy og hini fyri
tøkuna til telegigantin Vodafone, og
Rúnar hevði prógvað sítt virði sum
mennari av nýggjum fyritøkum. Við
í keypinum av ZYB fingu Vodafone
sær eisini ein nýggjan leiðara fyri
eina deild í London. Rúnar og lítla
familja hansara fóru úr Danmark og
byrjaðu á nýggjum í London.
Depop var ov freistandi
Hjá Vodafone í London fekk Rúnar
størri og størri ábyrgd, og brádliga
var hann leiðari fyri alla vørumenn
ing í Evropa og Afrika. Tað var eitt
dreymastarv, sum eingin rætt
hugsandi persónur sigur frá sær.
Eg hugsaði fyri
mær sjálvum, at
internetið fór at
broyta alt. Eisini
blaðheimin«
Myndir: Privat
vinnuprofilur