Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. september 2015 sosialurin 110 15 Ein dagin vendi ein stórur bretsk­ ur íleggjari sær til Rúnar um eina lítla fyritøku við navninum Depop. Ileggjarin hevði sett pengar í fyri­tøk­ una. Nóg mikið til at rinda hvørjum sítt í eitt hálvt ár. Men fram­tíðar­ útlitini vóru ivasom. Við einans 50.000 brúkarum var ivasamt, um nakar megnaði at lyfta lítlu fyri­tøk­ una úr byrjunarstøðinum og inn í tann stóra altjóða marknaðin. Men spenn­ingurin lokkaði, og í 2013 fór Rúnar frá høgtstandandi starvinum í Vodafone, og setti seg í stjórasessin í lítlu fyritøkuni Depop. – Eg trívist væl við at fáa nýggj­ ar avbjóðingar. Men tað var nerva­ pirr­andi. Serstakliga teir fyrstu seks mánaðir­nir, tí tað var jú ikki vist hvønn veg tað bar, og um tað bar til at bjarga fyritøkuni, sigur Rúnar. Við stjórasessinum gjørdist Rúnar eis­ini parteigari av Depop, og ikki ber til at siga annað enn, at tað hevur eydn­ast í ólukkumát at lyfta lítlu fyri­ tøk­una úr byrjunarfasuni. Í dag eru 2.5 mió. brúkarar av Depop, og hvønn dag eru 1 mió. fólk aktivt inni á appini og nýta hana til eitt hvørt. Byrjaði sum eitt hugskot í Italia Hugskotið um Depop hevur sítt føðistað í Italia. Stovnararnir av fyri­tøk­uni sóu fyri sær ein handils­ møgu­leika í at framleiða eina app, sum kann kappast við amerikanska gigantin Ebay. – Depop er í veruleikanum ein nú­ tímans útgáva av Ebay. Meðan Ebay framvegis er torført og tíðarkrevjandi at nýta, so er Depop ein online sølu­ mið­støð, sum gevur øllum við snild­ telefon møguleika at keypa og selja vørur púra ómakaleyst, greiður Rúnar frá. Kring knøttin eru tey nógv, sum duga væl at framleiða vørur, hava gott eyga fyri hvat er góðskuvøra og ikki og so framvegis. Og við Depop kanst tú í veruleikanum hava tín egna internethandil, uttan so mikið sum eina heimasíðu. – Vit hava brúkarar heilt niður í 14 ára aldurin, sum selja fyri eina ør­grynnu av pengum. Og vit hava brúk­arar kring allan knøttin, sum nú brádliga kunnu selja sínar vørur, uttan at hava ein e-handil og enntá utt­an av hava eina teldu, sigur Rúnar Reistrup. At Depop er komið fyri at vera er lítil ivi um. Spurningurin er bara hvussu væl Depop megnar at etablera seg komandi árini. – Í dag er Depop væl grundað í Bretlandi, og júst nú satsa vit alla okkara orku á USA, sigur Rúnar. Og júst tað er orsøkin til, at 37 ára gamli stjórin er í New York hendan dagin Sosialurin hittir hann til eitt tele­fon­ prát. – Vit hava fingið okkum kontór her yviri, og royna at satsa stórt uppá USA. Mangan er tað so, at slært tú ígjøgnum í USA, so veksur tú um allan heim innan leingi, sigur ein vón­ ríkur Rúnar. All-in og so má tað bera ella bresta Tá árligi Vinnudagurin fer av bakka­ stokki fríggjadagin, so verður tað við Rúnari Reistrup sum gestarøðara. Rúnar fer ikki at leggja dent á íverk­ setan ella at menna eitt gott hugskot. Hann fer heldur at greiða frá sínum royndum í tí tíðini, sum kemur eftir at eitt hugskot er ment. – Eitt er at fáa eitt gott hugskot og byrja eina fyritøku. Tað er sjálvandi tað mest umráðandi. Men aftaná tað er eisini neyðugt at hugsa hvussu fyri­tøkan kann vaksa seg stóra, sigur Rúnar. Mangan eru íverksetarar og nýggjar fyritøkur varnar við at fara ov harðliga til verka, tí vandin fyri at missa fótafesti er stórt í byrjunar­fas­ uni. Men Rúnar metir, at tað til tíðir er tað júst hetta sum vantar. – Onkuntíð noyðist tú at leggja alt tú orkar í títt hugskot, og so má tað bera ella bresta, sigur Rúnar Reistrup. Hann vísir á, at tær almennu Før­oy­ar hava nógvar avbjóðingar fyri framman, sum kunnu gera tað lætt­ari hjá føroyskum fyritøkum at menna sítt virksemi. Eitt er, at fáa handils­forðingar burtur, so altjóða marknaðurin er lættari at koma framat. Og tá vit tosa íverksetan ber illa til at ikki hugsa um teir almennu stuðulsmøguleikar, sum mangur íverk­seti hevur leitað sær hjálp frá. Men kanst tú sleppa undan almennu stuðli, so ger tað. – Eg skilji væl, at tað onkuntíð er tørvur á at fáa almennan stuðul. Men eg royni altíð at sleppa uttanum almennar pengar, tí tað fer við alt ov nógvari orku í pappírsarbeiði og øðrum, tíð og orka sum kundi verði betur nýtt vinnuliga, sigur Rúnar. Hansara ráð til íverksetarar og nýggjar fyritøkur er at hugsa um, at tað er betri at hava ein betalandi kunda enn ein betalandi almennan grunn aftanfyri seg. – Hevði eg skula valt millum at vitja ein kunda og havt ein fund við ein almennan grunn, so ivist eg ikki í hvat eg hevði valt, sigur Rúnar Reistrup. Tú kanst lesa meira um Vinnu­ dagin, sum verður í Norður­landa­hús­ inum um vikuskiftið, í Vinnublaðnum her í blaðnum. Rúnar Reistrup heldur fyrilestur í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, og har ber eisini til at frætta meira um royndirnar og ráðini hjá stjóranum í Depop. barbara@sosialurin.fo »Eitt er at fáa eitt gott hugskot og byrja eina fyritøku. Tað er sjálvandi tað mest umráðandi. Men aftaná tað er eisini neyðugt at hugsa hvussu fyritøkan kann vaksa seg stóra« – Vit hava fingið okkum kontór her yviri, og royna at satsa stórt uppá USA. Mangan er tað so, at slært tú ígjøgnum í USA, so veksur tú um allan heim innan leingi, sigur Rúnar Reistrup