Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. september 2015 sosialurin 110 16 Beint áðrenn summarfrítíðina fór Malan úr Klaksvík til býin San Miguel de Allende í Meksiko, har hon komandi tríggjar mánaðirnar skuldi arbeiða sum sjálvboðin í einum barnagarði fyri børn hjá stakum mammum. Hetta vóru nakrir mánaðir, ið vístu Maluni á stóra lívsgleði, ókugandi dirvi og ótroyttiliga orku hjá nøkrum mammum, sum annars livdu á lívsins skuggasíðu Ragnhild Ellingsgaard S um smágenta segði hon við mammu sína, at hon vildi ferðast kring allan heimin og at hon vildi arbeiða á einum barnaheimi. Tí ivast 24 ára gamla Malan ikki eina løtu, tá hon á eini danskari heimasíðu sær eina leinkju til ein barnagarð í Meksiko. Hetta er ein ókeypis barnagarður fyri børn hjá stakum mammum, sum ikki hava nakran annan møguleika at fáa børnini ansaði, meðan tær eru til arbeiðis. Hetta var akkurát tað!, greiðir Malan Jákupsdóttir Heinesen frá hetta vakra kvøldið, meðan summarið so spaku­liga verður til heyst. Vit eru í Klaksvík. Uttanfyri valdar friður, meðan myrkrið leggur seg yvir hvíl­ andi býin. Mótsetningurin er stórur mill­um umstøðurnar her og tað, sum meksikanski býurin San Miguel de Allende bjóðaði henni teir tríggjar mán­aðirnar, hon vitjaði har. Húsið hjá einglunum Í barnagarðinum hjá einglunum, Casa de los Angeles, tekur gamla Donna hvønn morgun ímóti teim um­leið 100 børnunum, sum hava sína dagligu gongd á stovninum. Hon biður teimum ein góðan morgun og smílist til mammurnar, sum skunda sær víðari til arbeiðis. Hetta er ein barna­garður fyri børn hjá stakum mamm­um. Barnagarðurin er ein ókeypis tænasta, sum er sera væl­ komin. Um børnini ikki vóru har, so høvdu tey helst ansað hvør øðrum heima við hús. Púra einsamøll, til mamm­an kom aftur frá arbeiði. Donna, sum upprunaliga kemur úr Amerika, setti á stovn barnagarðin fyri mongum árum síðani og er onkurs­vegna vorðin ímyndin av góða andanum, sum sermerkir staðið. Tað er eisini hon, sum hvønn morgun ynskir Maluni ein góðan morgun. Tað er óhugnaligt at hugsa, at nógva staðni í heiminum eru um­ støður­nar so vánaligar, at foreldur mugu lata børnini verða einsamøll heima, meðan tey sjálvi fara til arbeiðis fyri nakrar fáar krónur. Á barna­garðinum hoyrdi eg um fýra ára gomul børn, sum einsamøll høvdu ansað yngru systkjum heima ein heilan arbeiðsdag, greiðir Malan spaku­liga frá, meðan hon letur tankar­nar reika aftur til tíðina beint áðrenn summarfrítíðina í ár. Dansur, sangur og spæl Í tríggjar mánaðir arbeiddi Malan sum sjálvboðin í barnagarðinum. Hon búði í einum húsi nærhendis saman við fleiri øðrum sjálvbodnum, sum eis­ini arbeiddu á sama stað. Hvønn morg­un hittust tey í garðinum uttanfyri húsið og fylgdust teir 20 min­uttirnar, sum tað tók at ganga til arbeiðis. Longu fyrsta degin verður Malan móttikin av rennandi smá­ børnum, sum øll hálsfevna hana, meðan tey práta, syngja og flenna. Eg smeltaði beinanvegin, flennir hon so hjartaliga og leggur afturat, at hóast ein kann hugsa, at barnagarðar kring heimin kunnu líkjast, so er hetta ikki heilt so. Vit royndu alla tíðina at læra børn­ ini rættiliga nógv, so á onkran hátt líktist hetta viðhvørt einum skúla heldur enn einum barnagarði. Ikki tí, ein stórur partur var eisini spæl og dansur, sum tey gjørdu ordiliga nógv við, sigur Malan og leggur afturat, at eitt eyðkenni fyri hesi børnini var teirra ótrúliga lívsgleði. Tey dansaðu, sungu og vóru bara so ótrúliga glað. Tað smittar!, smílist Malan, meðan hon minnist aftur á øll tey smáu andlitini, sum vóru ein so stórur partur av hennara gerandis­ degi í tríggjar mánaðir. Í barnagarðinum valdaðu nakrar greiðar reglar. Børnini skulu koma hvønn morgun áðrenn kl. 09 og mamm­urnar skuldu halda seg til tað, sum barnagarðurin kravdi av teim­um. Hetta var tó ikki ræðandi á nakran hátt, greiðir Malan frá. Við okkara hugsanarhátti kann tað kanska tykjast eitt sindur fýrakantað, men hjá teimum var alneyðugt við greiðum reglum. Mammurnar trivust eisini væl við hesum og eg merkti beinan­vegin, at eisini fyri tær var hetta eitt gott og trygt stað, sigur hon. At mammurnar vóru glaðar fyri barnagarðin sást eisini aftur í starvs­fólka­hópinum. Tí umframt tey sjálv­bodnu og hini starvsfólkini vóru eis­ini fleiri mammur, sum fyri árum Kvinnurnar, sum vit hittu, vóru sterkar mammur, sum bara ynsktu tað besta fyri teirra børn« Malan Jákupsdóttir Heinesen altíð viljað ferðast kring allan heimin 24 ára gamla San Miguel de Allende er ein gamal og tiltikin hugnaligur býur