hósdagur 24. september 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. september 2015
sosialurin 110
17
síðani høvdu havt teirra egnu børn
á stovninum. Nú vóru børnini stór
og mammurnar kundu geva eitt gott
arbeiðið aftur sum tøkk fyri hjálpina,
sum tær einaferð fingu.
Bilsin av vánaligu
umstøðunum
Eitt annað, sum beinanvegin hugtók
Maluna rættiliga nógv, var stóra
orkan og ókugandi dirvið hjá hesum
staku kvinnunum, sum á ongan hátt
høvdu tað lætt. Í Meksiko er eingin
hjálp at heinta, um tú kemur í eina
slíka støðu, men hetta merkist ikki á
kvinnunum.
– Vit vistu sjálvandi, at tær vóru
serstakliga fátækar. Men hetta
merktu vit einki til. Kvinnurnar, sum
vit hittu, vóru sterkar mammur, sum
bara ynsktu tað besta fyri teirra børn,
greiðir hon frá.
Tær flestu mammurnar búðu
eitt sindur uttanfyri sjálvan býin
og Malan gjørdist ikki sørt skelkað,
tá hon fyrstu ferð sá umhvørið hjá
teimum.
Í barnagarðinum sóu vit ikki á
børnunum, at tey vóru fátøk. Hóast
vit vistu, at tey livdu undir vánaligum
umstøðum, so vóru hetta glað og
frísk børn. Tí gloymdu vit eisini
upprunan hjá teimum, fortelur hon.
Samskiparin á barnagarðinum fer
ein dagin ein biltúr við Maluni og
nøkrum øðrum gentum, sum eisini
arbeiddu á staðnum. Skjótt gjørdust
tær varugar við, at hetta var ein
heilt annar heimur enn tann, sum
tær higartil høvdu sæð og upplivað
í hugnaliga býnum San Miguel de
Allende.
Sjálvur býurin er tiltikin vakur
og hugnaligur, men hetta var nakað
heilt annað. Her vóru húsini evarska
lítil, ofta ikki meira enn hálv, tey
manglaðu tak og nógv órudd var
rundan um tey, greiðir Malan frá
og leggur afturat, at í hvørjum húsi
kundu upp til fýra familjur búleikast
saman.
Eg minnist, at eg varð yvirraskað
av, at tað veruliga stóð so illa til. Eg
hevði longu verið í barnagarðinum í
ein mánaða og kendi flest øll børnini.
Og harvið eisini mammurnar. Tá
tú so sært vánaligu umstøðurnar
rundan um tey, so verður tú sjálvandi
kedd. Hetta vóru jú børn, sum eg var
vorðin góð við, sigur hon og leggur
samstundis dent á, at hetta vóru
viðurskifti, sum tey sjálvbodnu vóru
væl kunnaði um áðrenn.
Eg visti tað væl áðrenn og eg hevði
eisini fyrireikað meg sjálva væl til
hetta. Men tá tú fert út í heimin og
sært hetta við tínum egnu eygum,
so verður knappliga alt tað, sum tú
kanska frammanundan visti, nógv
meira veruligt.
Mussaði og klemmaði
Í barnagarðinum er eingin ivi um, at
børnini hava tað gott. Tey verða muss
aði og klemmaði í heilum, meðan
starvsfólkini samstundis syrgja fyri,
at tennirnar verða bustaðar og at
børnini fáa okkurt gott at eta. Hvønn
seinnapart verða øll klæðini skifti
og hárið greitt, so at børnini eru rein
og mett, tá mammurnar koma eftir
teimum.
– Akkurát hesi børnini høvdu jú
ikki bestu umstøður heima, so ein
stórur partur av arbeiðinum hjá
okkum var jú at syrgja fyri góðum og
tryggum karmum. Stórur dentur var
eisini lagdur á, at børnini vóru rein
og reinlig, greiðir Malan frá og legg
ur afturat, at hetta alt var gjørt á ein
hugnaligan og gevandi hátt.
Men hoyrir so nógvar ræðusøgur
frá barnaheimum og barnagarðum,
har starvsfólk veruliga eru ónd við
børnini og fara illa við teimum. Hetta
var heilt øðrvísi, greiðir Malan frá og
heldur áfram, at alt á stovninum
kendist so ótrúliga fjálgt og fevnandi.
Ætlar sær aftur til Meksiko
Í dag er Malan glað fyri avgerðina
um at vera í barnagarðinum í heil
ar tríggjar mánaðir. Fleiri av teim
sjálvbodnu steðga munandi stytri,
men sambært Maluni var tað ikki fyrr
enn aftaná fyrsta mánaðin, at hon
veruliga kendi allar mannagongdir
nar og av tí sama kundi kenna seg
meira heima í øllum tí trygga.
– Eg kom sjálvandi ikki at
kenna øll børnini ordiliga væl, men
sambandið var beinanvegin rætt
ilga gott við tey allar flestu. Eg hevði
eisini heilt víst nøkur børn, sum eg
gjørdist serliga góð við og tú kanst
ætla, at tað var torført at siga farvæl
við hesi, tá eg skuldi fara heim aftur,
fortelur hon. Seinasta dagin gekk
hon runt á stovninum og sum tað
seinasta fór hon inn á stovuna hjá
pinkubørnunum, har henni eisini
dámdi best at vera. Har liggur eitt
av børnunum, sum hon er vorðin
allarbest við og Malan fær ikki
ordiliga tikið seg saman til at siga
honum farvæl. Ístaðin stóð hon
bara yvir honum og streyk hon
um um hondina, meðan hon tosaði
spakuliga við hann. Meðan hon
soleiðis stendur og kínir lítla dreing
inum tendrast aftur ein neisti í ungu
klaksvíksdámuni og hon veit, at hon
ein dag stendur aftur í sama barna
garðinum og veitir eina hjálpandi
hond til teirra, sum kanska hava allar
mest tørv á hjálp.
Tey sjálvbodnu starvsfólkini á
Casa de los Angeles búgva øll
saman í einum húsi. Eftir arbeiðs
tíð hava tey frí og kunnu tí sjálvi
avgera, hvat tíðin verður nýtt til.
Hjá Maluni fór mesta tíðin við at
ganga runt í hugnaliga býnum og
hyggja eftir øllum tí forkunnuga,
sum har var at síggja. At vitja
kaffistovur var eisini eitt stórt
hitt.
Sambandið millum tey sjálv
bodnu var, sambært Maluni, heilt
fantastiskt:
Eg minnist, at eg undraði meg
yvir, at øll vóru so ótrúliga fitt.
Tað var stór útskifting í húsinum,
meðan eg bíði har og allatíðina
kom onkur nýggjur til. Men
beinanvegin var samanhaldið
nakað so ótrúligt. Hetta var sum
at fáa eina nýggja familju og eg eri
so takksom fyri, at eg eri komin
at kenna hesi ymiski fólkini, sum
komu ymsa staðni frá í heiminum.
Ein lítil og tiltikin hugnaligur býur
við umleið 150.000 íbúgvum. Nógv
ferðafólk frá øllum heiminum vitja
hvørt ár gamla býin, sum hevur
eina drúgva og áhugaverda søgu.
Eingi ferðsluljós eru í býnum og
allir vegirnir eru steinlagdir sum í
gomlum døgum. Eingi høghús eru
í býnum, men allastaðni standa
gomul og hugnalig hús.
Í miðbýnum liggur savningar
staðið, Jardín, við eini rúgvu av
kaffistovum, barrum og smáum
handlum. Allastaðni í býnum
framleiða íbúgvar list og lutir av
alskyns slag.
Mitt í býnum liggur eisini vakra
kirkjan La Parroquia. Framman
fyri henni situr Malan javnan
saman við vinfólkunum og einum
góðum kaffimunni, meðan tey
njóta vakra útsýnið.
Sum at fáa eina
nýggja familju
San Miguel de
Allende, Meksiko
Malan saman við einum av
børnunum í barnagarðinum.
Hon gjørdist skjótt
góð við børnini
Nøkur av børnunum í barnagarðinum, har Malan
arbeiddi sum sjálvboðin í tríggjar mánaðir
Meira kunning um barna
garðin Casa de los Angeles
fæst á heimasíðuni
www.casadelosangeles.org
Myndir: Privat