Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. september 2015 sosialurin 110 18 Ein spurningur um alt ella einki N ýggja samgonguskútan hevði nóg illa lagt frá landi, tá boðini bórust um, at tann fyrsti ting­ lim­urin longu hevði mynstrað av skipinum. Talan var um ein at­kvøðu­ slúk, sum undan valinum hevði lovað veljar­unum, at hon fór at pussa ta reyðu lanternuna í bakborði, soleiðis at eingin ivi skuldi vera um, hvørja kós samgongan fór at halda. Men longu fyrsta dagin bleiv skút­ an undirmannað. Grundgevingin fyri at mynstra av var, at tingkvinnan kundi ikki góðtaka at vera partur av ein­um flokki, har ”ein homofobiskur hug­burð­ur hjá nøkrum fáum” ráddi, sum tað stóð í fráboðanini. So mátti lan­terna heldur vera lanterna, og kós vera kós, tí einki hevði so stór­an týdn­ ing, sum rætturin hjá sam­kynd­um at giftast. Avleiðingin bleiv í fyrsta umfari ikki so ógvuslig, tí ein onnur ting­ kvinna traðkaði inn á dekkið í stýri­borð og har­ við taldi mann­ ing­in aftur 17, men fáar dagar sein­ni hoppaði eisini hon uppum lúnn­ ing­ina og var farin. Tað sum hendi er enn eitt dømi um, at spurn­ing­ urin um rættindi hjá samkyndum er tað sum meira enn nakað annað kloyv­ir føroyskan politikk. Tað hev­ ur nevniliga víst seg søguliga, at sam­gongur í Føroyum kunnu ríða mangan stormin av sær, men ósemj­ ur um samkynd klára tær ikki. Hví er tað so? Hví kunnu før­oy­ing­ ar ikki semjast um henda spurningin? Og hvussu ber tað til, at tað heldur ikki er møguligt at fáa eitt sakligt kjak um hetta evnið? Skilja ikki hvønn annan Svarið liggur millum annað í, at summi byggja sína støðu á átrúna, með­an onnur byggja á heilt onnur virði, og tað er næstan ómøguligt at fáa saklig kjak út frá so ymiskum for­ treyt­um. Slíkar ósemjur har partarnir ikki skilja hvønn annan, kenna vit millum annað frá tekningunum av Muha­ med profeti. Annar parturin skilir ikki, hví hin parturin skal leika so í um nakrar sakleysar tekningar, men fyri hin partin eru tekningarnar als ikki sakleysar. Sjálvsagt er tað ikki í lagið, at tekningarnar hava fingið tær ræðu­ ligu avleiðingarnar, sum tær hava fing­ið, men hví skulu vit úr kristna heimi­num traðka á trúnna hjá muslim­um, tá tað einasta vit fáa burt­ur­úr er øsing? Hví skulu vit ikki vísa virðing fyri tí, sum er heilagt fyri onn­ur, hóast vit ikki eru samd? Kjakið er koppað á høvdið Fyri rættiliga mong í okkara landi er hjúna­lagið millum mann og konu heilagt, og ætlaðu broytingarnar kenn­ast tí fyri hesi sum ein van­ virð­ing av tí heilaga. Men her hevur tað eydnast at koppa kjakinum á høvd­ið, soleiðis at tað sum fyrr var ónor­malt er nú vorðið normalt, með­ an tey sum ikki taka undir við sam­ kynd­um hjúnalagi verða gjørd til nøk­ur ræðulig, forstokkað mið­ald­ar­ menniskju, eisini nevnd ”homo­fob­ar”. Ein ”fobi” er ein sjúklig og ofta ógrund­að ræðsla. So tá sagt verður, at summ­ir føroyingar eru homofobiskir, so merkir tað, at teir eru sjúkligir ella ónormalir og treingja til hjálp. Tey sum harafturímóti taka undir við at broyta hjúnabandið, eru nú tey nor­ malu. Tey eru júst so sum mo­der­na vestur­lendsk menniskju eiga at vera. Hugburðsbroyting Tann 5. mai í ár bleiv ein maður vístur út úr einum umklæðingarrúmi í eini svimji­høll í Viborg. Maðurin hevði framt ”juridiskt kynsskifti”, tað vil siga, at hann var alment skrásettur sum kvinna og hevði eisini fingið kvinnu­ ligt p-tal. Hann fór tí inn í um­klæð­ing­ar­ rúm­ið fyri kvinnur, har allar kundu sígg­ ja, at tann sum stóð und­ir brúsuni var ein nakin maður. Tað fun­nu kvinnuligu svimj­ar­ar­nir seg ikki í, og tí varð hann vístur inn í um­klæð­ ing­ar­rúmið fyri av­ lamin. Men hetta góðtók hann ikki, tí, sum hann segði ”Det er jo klokke­klar diskrimination, hvis en kvinde ikke kan få lov til at være i om­klæd­n­ings­ rumm­et. Hvem sætter grænserne for, hvor­dan en kvinde må se ud?” Maðurin var giftur við eini kvinnu, og saman áttu tey tvey børn. Men síðani juridiska kynsskiftið hevði hann kallað seg samkyndan, tí hann livdi saman við ”eini aðrari” kvinnu. Tað má sigast at vera eitt bragd at hava klárað at snara hugburðinum í fólki­num so nógv, at tey sum halda hetta vera normalt eru sjálvi normal, með­an tey sum halda nakað annað líða undir eini fobi. Eingin munur á kirkjuligari- og borgarligari vígslu Sum liður í arbeiðinum at fáa framt eina líðandi broyting í hugburðinum hjá føroyingum, verur í kjakinum um hjúnabandslógina stórur dentur lagd­ur á at siga, at talan skal bara vera um borgarliga vígslu. Eg møti nokkso ofta fólki, sum siga, at tey hava einki ímóti borgar­ ligari vígslu av samkyndum, men at tey eru ímóti, at tveir menn ella tvær kvinnur fara leiðandi inn eftir kirkju­ gólvi­num. Í veruleikanum er eingin munur á kirkjuligari- og borgarligari vígslu. Um­hvørvið er ikki tað sama, og tann Tíðargrein Spurningurin um hjúnabandslógina hevur enn einaferð megnað at sprongt eina samgongu. Hesaferð lat skotið bara bíða eftir sær í ein dag, og enn einaferð fingu vit prógvað, at tað er spurningurin um rættindi hjá samkyndum, sum meira enn nakað annað skapar skilna í føroyskum politikki »Um vígslan var í eini kirkju, hjá einum sýslumanni ella fyri tann skyld uppi á Slættaratindi, broytir ikki hjúnalagið« Hjúnabandslógin: