Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. september 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. september 2015 sosialurin 110 19 tíðargrein Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Helgi Abrahamsen Fyrrverandi løgtingsmaður sum giftur er heldur ikki tann sami, men tað sum annars hendir er júst tað sama. Seinnu árini er blivið vanligt, at fólk vilja giftast úti í náttúruni. Um ein prestur tekur sær av eini slíkari vígslu, er talan tá um kirkjuliga vígslu ella borgarliga vígslu? Annaðhvørt eru fólk gift ella eru tey ógift. Um vígslan var í eini kirkju, hjá einum sýsl­umanni ella fyri tann skyld uppi á Slættara­tindi, broytir ikki hjúnalagið. Tað kann heldur ikki vera nakar ivi um, at um borgarlig vígsla av sam­ kynd­um verður loyvd í Føroyum, so gong­ur sera stutt tíð, til kirkjulig vígsla eisini verður loyvd. Soleiðis hev­ur gongdin verið í okkara granna­ lond­um, og hví skuldi tað verið øðrvísi í Føroyum? Har er jú eingin munur. Fáa allan pakkan Tað er ikki uttan grund, at tey sum tala fyri rættindunum hjá samkyndum at giftast, leggja so stóra orku í at siga, at tað skal bara vera borgarlig vígsla. Tey vita jú, at talan er um sama slag av hjúnabandi og at lopið frá borgarligari vígslu til kirkjuliga vígslu er bara ein spurningur um tíð. Tey vita eisini, at tað er lættari – í fyrsta umfari – at fáa undirtøku fyri borg­ar­ligari vígslu. Fólk halda jú, at um henda broytingin verður framd í hjúnabandslógini, so verður friður um tað málið, men her fara tey skeiv. Mál­ið endar ikki her. Rætturin at ættleiða børn kemur sama dag, sum borgarlig vígsla verður loyvd, og næsta stigið verður vígsla í kirkj­um og samkomum. Tað reisir bein­an vegin spurningin, hvat skal henda við teimum prestunum sum nokta at gifta tvey av sama kyni. Síðani verða tað spurningarnir um kunst­ig­an gitna, og hvat børnini skulu læra í skúlunum um kynslívið, ið verða settir á skrá. Juridiskt kyns­ skifti og annað líknandi verður eisini við í pakkanum. Soleiðis hev­ur gongdin verið í okkara granna­lond­ um, og um nakað talar fyri, at gongd­ in verður øðrvísi í Føroyum, so áttu forsprákararnir í hvussu so er at giv­ ið okkum eina góða grundgeving fyri, hví so skuldi verið. Uttan iva finnast nógvar grund­ gev­ingar bæði fyri og ímóti borgar­ lig­ari vígslu av samkyndum, men vit mugu ikki billa okkum inn, at tað ber til at fáa bara ein part av køkuni. Her verður talan um alt ella einki, og tað er tað, vit skulu taka støðu til.