hósdagur 24. september 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. september 2015
sosialurin 110
20
Fyrsta fløguútgávan hjá evnaríka bólkinum, Punjab, ið ber heitið ”The Flying
Elephant”, kemur sum eitt frískt lot inn í føroyska tónleikapallin, har tað serliga
er saksofonin, sum slær fast, at hon hoyrir heima í funk/rokk tónleikastílinum
Sigurjón Einarson
D
jass íblástur alternativur
funk/rokkur er áleið
nakað tað, ið hevur lýst
orkuríku upplivingina frá
ungu monnunum í Punjab, tá ymiskir
tónleikastílir verða blandaðir saman í
serliga lofthválvinum hjá tí flúgvandi
fílinum – The Flying Elephant.
Punjab, ið varð stovnaður í 2012, er
mannaður við seks sera dugnaligum
og gávuríkum tónleikarum, sum
virka til longu hava vunnið sær
pláss í hjørtunum á áhoyraranum,
ið hava upplivað teirra vælspælda
tónleik og orkufyltu framførslur
á ymisku tónleikapallum kring
Føroyar. Í seinastu viku kom so
fyrsta fløguútgávan hjá bólkinum,
ið hevur verið leingi ávegis, og lat
tað verða sagt beinavegin; tekniska
støðið á útgávuni er høgt, sera
høgt, tá aldurin hjá hesum ungu
monnunum verður tikin við. Limirnir
í bólkinum liggja allir um tey 19
árini, men á útgávuni tykjast menn
vera tvífalt so gamlir! Somikið væl
samanspældir ljóða teir á útgávuni.
Tað skulu bæði teir og musikkskúlin,
ið hevur staðið fyri stórum parti av
teirra tónleikauppaling, hava stórt
rós fyri. Har liggja fleiri tímar í
venjingarhølinum aftanfyri løgini á
fløguni, ið eru innspæld beinleiðis í
Studio Bloch, har Theodor Kapnas
hevur staðið fyri upptøkunum og
eisini ljóðblandað útgávuna.
Løgini
Talan er um sjey løg á fløguni, og
longu við fyrsta lagnum, ið eitur
“Flying Elephant”, fer flúgvandi
fílurin á flog og tekur okkum við upp í
hægru lofthválvina, har funkgittarin,
góða røddin hjá Árna Johannesson og
serliga saksofonin tekur fatur í teg
sum áhoyrara og heldur tær uppi
gjøgnum orkufylta tónleikin. Hetta
er eisini galdandi fyri næsta sangin,
“King and the Queen”, ið eisini er sera
upbeat, har góð samanrenning er
millum rødd, klaver, gittara, saksofon
og slagverk. Hini løgini, ið fáa teg
uppfrá, eru eitt nú “Hairy Woman”, ið
higartil er kendasta lagið hjá Punjab,
har teir eisini hava latið gjørt eitt
videolag til saman við Polar Films
Entertainment. Við hesum sanginum,
tippir Punjab holið, ið varð eftirlatið
eftir Boys in a Band, og sum rómin á
lagkøkuni, hoyra vit eisini eitt deiligt
70-ara djassorgul í lagnum.
Við “Old Man´s Pipe” verður
ferðin sett eitt sindur niður, men her
sleppa bassgittarin og saksofonin
veruliga framat ljóðmyndini, har
tey eru í hólmgongu við hvørt
annað, ið tó er stýrd av sangarinum.
“Run to You” er eins og eitt lag úr
filminum, The Commitments, har
gestablásarar sleppa framat at spæla
eina løtu, eins og vit hoyra eina góða
trompet-solo frá Ernst Remmel, ið
spælir við bólkinum til størri tiltøk.
Gestablásararnir eru eisini við í “Svart
Djús”, ið hóast sítt føroyska navn
eisini verður sungið á enskum. Aftur
her fær saksofonin rúmd til at sláa
seg leysa eina løtu, og eg kann ikki
siga tað nóg ofta; tað liggur sera væl
fyri hjá Matthias Kjølbro at leika á
saksofonina. Maðurin og saksofonin
eru sum eitt! Kann bert ímyndar
mær, at hvørjaferð Matthias andar
út, so er tað í eina saksofon. Tað fær
ikki verðið øðrvísi!
Við
“Counter
Closkwise”
(Clockwise?) fær kremuta saksofonin
tann flúgvandi fílin spakuliga niður
á jørðina aftur, hóast sangarin og
el-gittarin gera eina seinastu roynd
at fáa fílin heilt upp at flúgva aftur,
tekur saksofonin ræðið og sangarin
og el-gittarin geva eftir, so fílurin fær
eina bleyta lending.
Við flúgvandi fílinum – The Flying
Elephant – er Punjab veruliga farnir
á flog. Tað verður spennandi at fylgja
ferðini hjá hesum ungu snillingum.
Teir hava prógvað, við hesi útgávuni,
at saksofonin veruliga hoyrir heima í
funk/rokk tónleikastílinum.
Í stuttum kann sigast um
útgávuna, at fílurin ongantíð missir
flogið á fløguni. Vit hoyra, hvussu tað
er hugsað yvir smálutirnar í sjálvum
tónleikinum, men tá tað kemur til
sjálvar tekstirnar á fløguni, haltar tað
eitt sindur. Trupulleikin við fløguni
kann kanska eisini blíva tann, at hon
er OV gjøgnumhugsað, tí funk er um
nakað ein stílur, ið er bundin saman
við ta fysiska, og hetta kann ein lætt
verða fremmandgjørdur frá, um
alt verður ov gjøgnumhugsað, men
tað skal so standa fyri mína egnu
rokning.
“The Flying Elephant” hjá Punjab
fær fýra stjørnur út av fimm.
Saksofonin fær tó fimm!
tónleikur
Saksofonsligur
atdráttartónleikur
frá Punjabi
Ummæli