hósdagur 24. september 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. september 2015
sosialurin 110
21
klumman
Inna Törnroos
Hví verður dóttur
tykkara happað?
D
ugnaliga miðlakvinnan Sigrun Brend
stillaði hendan spurning í døgurða
tíðindunum 21. september.
Og eg øtist.
Ikki tí, at vit øll ikki kunnu seta býttar spurn
ingar, men hesin er so menniskjaliga býttur.
Tað er jú tað vit fyrst hugsa – hví júst hon?
Og svarið hjá mammuni er sjálvandi - at tað
veit hon ikki.
Tí mangan er tað ongin orsøk til, at eitt barn
verður happað og eitt annað verður happarin.
Tilvildin hevur bara gjørt, at tað bleiv so.
Eg varð leingi happað. Og eg leitaði eftir
hasum svarinum í nógv ár. Hví eg?
Hvat hevði eg gjørt, sum hevði provokera
teir so nógv, at tað var í lagi at sparka, sláa, rópa
og jakstra meg so at siga dagligan í nógv ár?
Eg veit enn ikki svarið. Og eg eri givin at leita
eftir tí.
Tí sjálvt um eg gjarna hevði tikið ímóti einari
umbering frá teimum, sum gjørdu míni skúlaár
til eitt reint helviti, so haldi eg í veruleikanum,
at tað eru lærarar og leiðsla, sum burdu skamm
ast mest.
-Vit hava fylgt trivnaðarætlanini, sigur rekt
arin á skúlanum.
Og tað er sjálvandi gott. Men so slettis ikki
nóg gott!
At ongin veit hvør happarin er, og at tað hev
ur gingið fyri seg í yvir 4 ár er langt úti. Og í
veruleikanum eitt sindur torført at trúgva. Og
áðrenn øll kort eru løgd á borðið verður hetta
málið helst ikki loyst.
Eg kann ugga foreldrini og gentuna, og øll
tey onnur sum sita í somu støðu, at tað ber til
at reisa seg.
Serliga henda gentan fer at klára seg gott, tí
hon hevur foreldur, sum standa upp fyri henni
og vísa, at tað hon er útsett fyri, er galið og at
ongin er verdur hesa viðferð.
Tað, sum fær dyggasta smeitin av happing,
er sjálvsvirði. Verður tað sagt nóg ofta við teg,
at tú er virðisleys, eitt null, ein idiot, og at tey
til og við ynskja lívið úr tær er ikki nógv eftir.
Og tað tekur tíð at byggja upp aftur. Eg var
so heppin at hava góðar vinir og foreldur um
meg. Sum allatíðina mintu meg á at eg var elska.
Men hjá mær, og nógvum øðrum, mátti
professionell hjálp til at byggja tað uppaftur
sum happingin hevur brotið niður.
Tølini yvir sjálvmorð hjá teimum, sum eru
happað, eru ræðuligur lesnaður og tí er tað so
sera umráðandi, at vit taka høvið tá tað kemur
at siga STOP!
Børn eru sálarliga meiri viðkvom enn vit
vaksnu og at siga ”eitt sindur mást tú tola” er
ikki ein loysn til eitt ólukkuligt barn.
Tí børn skulu ikki tola meira enn vit vaksnu
og ongin av okkum vaksnu heldur, at tað er í
lagið at blíva sligin, fáa taskuna sundirskorna
og at fólk rópa eftir tær á arbeiðsplássinum.
Og skúlin er arbeiðsplássið hjá okkara
børnum.
Børnini hava rætt til eitt gott umhvørvið, har
tey kenna seg trygg. Og verður eitt barn happað
er tryggleikin sum burturblástur - ikki bara
hjá tí happaða uttan eisini hjá øllum hinum -
næmingarnir ganga sum á nálum fyri at ikki
koma í vegin hjá happaranum.
At umhvørvið loyvir happing er ein øguligur
setningur. Men í summun førum er tað nokk
sannleikin. Tí gomul mynstur eru torfør at
broyta og er tað ein ráðandi hugburður, at børn
eru børn og at dreingir nú einaferð altíð eru eitt
sindur óargaligir. Tá er markið longu toygd, og
at seta stop verður torført.
Tað fyrsta, sum eg meini skal gerast tá
ein slík støða er uppkomin sum á Sandi er,
at tosa við børnini. Men lærarir og tey, sum
eru um børnini dagliga, eru ein minst líka
týdningarmikil. Tey mugu skilja, at tey eru ein
partur í tí, sum er farið fram.
At siga sum rektarin á Sandi, at tað ikki var
hetta vit ynsktu at koma á breddan fyri, er
sjálvandi skiljandi. Men nú eru tey har og hava
eitt sera gott høvið at gera stórar broytingar í
atburði og organisatión, so at hetta ongantíð
aftur kann raka nakað barn.
Eg má bara líka enda við at geva mammuni
og pápanum at gentuni eitt stórt herðaklapp!
Tað eru foreldur sum tit, sum gera, at umhvørvið
hjá børninum gerst betri. Við tykkara opinleika
vísa tit dóttur tykkara, at hon ikki hevur gjørt
nakað galið, og at tað er hennara umhvørvið,
sum eru skeiklað.
meiningar
Nökur av
rættindinum
hjá børnum
sambært ST!
•
Tað er samfelagsins skylda at
tryggja áhugamálum barnanna, tá
avgerðir vera tiknar. Samfelagið
hevur skyldu at gera serstakar
reglur til verju fyri børnini.
•
Børn hava rætt at siga sína
hugsan og krav um, at hugsan
teirra verður vird.
•
Børn hava rætt at boða frá sínum
kenslum og sjónarmiðum, tó uttan
at gera seg inn á annara rættindi.
Børn hava rætt at leita eftir, fáa
og lata upplýsingar frá sær.
•
Samfelagið hevur skyldu at verja
barnið fyri allari ringari viðferð frá
foreldrum ella øðrum, at fyribyrgja
allari ringari viðferð og at bøta
um fylgjurnar av tílíkari viðferð.