hósdagur 24. september 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. september 2015
sosialurin 110
22
Matgerð
Flyt teg
glaseraða
blomkál her
kemur havra
greyturin
Eina grein um mat. Eina grein um mat.
Tað átti at verið lætt fyri eina sum meg,
sum hugsar og droymir um mat alla
tíð, ger mat alla tíð, etur alla tíð...
Tjóðhild Patursson
M
en kenna tit hasar upp
gávurnar man onkun
tíð fekk í skúlanum –
Skriva eina uppgávu
um idealismu, max 4000 tekin.
Ljóðar lætt og spennandi við fyrsta
eygnakast. Men tá ið tú so setur teg
at skriva, so merkir tú, at uppgávan er
ALT ov breið. Hvar skal eg byrja? Hvar
skal eg enda? Og hvat skal eg fylla
við í øllum hasum plássinum mitt í
millum? Nakað soleiðis kendi eg tað,
tá ið eg týsmorgun hevði rudda mær
skemað fyri dagin – til matgerð og
matgreinaskriving.
Heilbakað glaserað blomkál.
Perfekt eplamos. Reyðkálssalat við
súrgaðum reyðkáli og kandiseraðum
pecannøtum. Okkurt genialt í sam
bandi við flettingina sum er fyri
framman.
Tað rumblaði í búkinum. Í
øllum rokinum í morgun hevði eg
gloymt at eta morgunmat. Ýr er
júst byrja í barnagarði í Svøríki, her
vit búgva í nakrar mánaðar; og í
svenska barnagarðinum fáa børnini
morgunmat millum 8.00 og 8.30.
Genialt! Hóast tað kann hava tað
avleiðingina at mammurnar gloyma
at eta morgunmat. Og skalt tú vera
supermamma, so mást tu eta! Oftast
vakna vit tó so tíðliga at Ýr nær at
eta morgunmat tvær ferðir, einaferð
saman við mammu síni um 6 tíðina,
og so aftur í barnagarðinum kl 8. Og
tað er gott, tí morgunmatur er ofta
hin hugnaligasta máltíðin í degnum
– barnið væl úthvílt og mamman er
tilstaðar, og hevur enn ikki nátt at
ørkymla seg sjálva við øllum tí hon
skal gera í dag. SJÁLVANDI! Eg fari
at skriva um havragreyt! Eg havi
púrasta yvirhugsað hetta - glaserað
blomkál og hitt perfekta eplamosið
má bíða. Vit byrja við byrjanini -
havragreytinum! Tí havragreytur er
ikki bara havragreytur!
Kvaliteturin á havagrýni
Onnur smakka mun á kaffi, eg smakki
mun á havragrýni. Eg man hava etið
í so nógv havragrýn í mínum lívi, tá
ið eg soleiðis eri blivin havragrýns-
fine-‘smekkari’, men tað passar altso.
Stórur munur er á kvaliteti og smakki
av havragrýni – royn at keypa tvey
ymisk sløg og smakka munin!
– Einaferð fari eg kanska at gera
eina havragrýns-smakking og geva
karakter; sum onnur gera við kaffi.
Havragrýn – Fín
ella Grovvalsa?
Eg plagi at eiga bæði fín og grovvalsað
havragrýn. Oftast brúki eg tey grovu,
mest tí at mær dámar tey best. Men
skal eg gera ein lekran søtam greyt,
so plagi eg at brúka tey fínaru. Fínari
grýn geva fínari greyt. Og onkuntíð er
deiligt at vera eittsindur fín.
Um vit hyggja at føsluvirðinum
er eingin stórvegis munur á fínum
og grovum havragrýni. Vitaminir
og mineralir eru júst tey somu, men
tey grovu havragrýnini lata búkin
arbeiða eittsindur meira. Sum sagt,
ikki nakar stórvegis munur, so et tað
tær dámar best.
Salt í greytin eftir
at hann er kókaður?
Summi fólk vilja vra við at havra
greytur verður betur av at koyra
saltið í aftaná at hann er kókaður –
at hann verður minni kleiggjuttur
soleiðis – eg haldi ikki at tað ger
nakran stórvegis mun. So eg koyri
ofta saltið í beinanvegin. Men royn
tað, og døm sjálv.