hósdagur 24. september 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. SEPTEMBER 2015
SOSIALURIN 110
24
Óli Jacobsen
HARÐAR LAGNUR:
ANDREAS PETUR OG
GENTAN DOYÐU ÁR UM ÁR
Lagnurnar kundu vera harðar. Hetta merktu tey bæði í Pállstovu og Guttastovu
3. partur
M
amma mín, Dagmar, var dóttir
Jóhonnu Mariu og Jóan Símun
Hansen, sum var bóndi í
Pállstovu.
Har vóru nógv børn, og umstøðurnar
gjørdu, at mamma vaks upp í Inni í Syðrugøtu
hjá abba sínum, Hans David í Guttastovu.
Hann var pápi ommu í Pállstovu.
Mammu dámdi væl at fara til Gøtu at
ferðast og eg fór ofta saman við henni. Hon
var uppvaksin í Syðrugøtu, so tað var mest har
vit fóru.
Mamma vaks upp saman við mammu–
beiggjanum Grækaris, sum var abbi ein sera
kendan gøtumann, Haldgrim Gregersen,
formaður í GÍ í mong ár.
Onnur systktin hjá teimum vóru Hansina,
sum var gift við Jóan Paula á Skansa og Andreas
Petur, sum giftist við Eliu í Bartalstovu.
Guttastova er eitt av teimum gomlu fest–
unum í Syðrugøtu. Søgan gongur heilt aftur til
1600 tali, tá ið Húsgarðfestið varð býtt sundur.
Í dag er tað dóttir Haldgrim, Jónvá, sum hevur
festið.
Grækaris slapp tíðliga at royna seg í bónda–
yrkinum. Tá ið hann var 12 ára gamal, bleiv pápi
hansara blindur, og tá fekk hann ábyrgdina
av uttandura arbeiðinum á garðinum. Pápin,
Hans David, gjørdist 94 ára gamal. Hóast
blindur spann hann alla ullina á garðinum til
ellisár.
Grækaris var virkin maður. Hann fór hvørt
summar í mong ár inn í Skálabotn við hesti
og vogni at koyra torv fyri tey, sum høvdu
torvheiðar millum Skálabotn og Funningsbotn.
Torvið varð fylt í sekkir og koyrt til lend–
ingina í Skálabotni, haðani tað varð ført til
Skipanesar við báti og síðan fingið til Gøtu.
Kona Grækaris var Elia, ættað úr Norðra–
gøtu. Tey bæði vóru systkinabørn.
Harðar lagnur
Tey í Guttastovu vóru 12 systkin, 3 av teimum
doyðu smá. Tveir synir doyðu í besta aldri.
Hans David doyði av tuberklum bara 24 ára
gamal.
Andreas Petur var bara 26 ára gamal, tá ið
hann doyði í eini bátavanlukku á Gøtuvík 14.
februar 1944, tá ið tveir aðrir syðrugøtumenn
eisini doyðu.
Henda vanlukka var ikki minni syrgilig av,
at árið frammanundan var genta hansara Frida,
dóttir Jákup Andreas á Mýruni í Syðrugøtu,
deyð av tuberklum. Andreas Petur hevði hetta
summarið verið í Íslandi og hevði bílagt ringar til
tey bæði. Ein fuglfirðingur skuldi taka ringarnar
heim við. Men tá ið ringarnir komu heim var
Frida deyð. Líkið av Andreas Petur kom ikki
aftur, men hansara navn er á gravsteininum
hjá Fridu í kirkjugarðinum í Gøtu.
Doyði eftir at vera komin
til Gøtu at giftast
Tað var eisini so syrgiligt hjá Georg, mammu–
beiggja. Hann var forlovaður við Katrinu úr
Hovi. sum longu átti eina systir Norðragøtu,
Ragnhild hjá Jóan Símun hjá Ísaki.
Húsini hjá Georg vóru liðug. Tann, sum
skrivar hetta, eru ættaður úr Norðragøtu og
minnist enn hvussu prýðilig hesi hús vóru,
eisini innan. Tað var enntá málari komin úr
Havn, Kisan Guttesen, at mála húsini.
Tey skuldu giftast, og Katrina var komin
norður til tað sama. Fyrst skuldi gerast til.
Katrina hevði seymimaskinu við. Her skuldi
alt seymast, sum hoyrdi til eini nýggja hús.
Men komin norður verður gentan sjúk av
tyfus og doyr.Hetta tók Georg so fast, at hann
giftist ongantíð.
Hetta er í hvussu er hent áðrenn 1935, tí
beiggi mín og sonur Hans David, mammu–
beiggja, fingu báðir navnið Kjartan eftir
Katrinu. Teir vóru føddir í 1935, so hetta hevur
helst verið beint áðrenn.
Tað vóru fleiri, sum gjørdust sjúk. Øll
óttaðust sjálvsagt smittuvandan. Men omma
var eitt gott fólk. Hon vildi hjálpa, og tað gjørdi
hon við at bera teimum mat, sum hon setti á
trappusteinin fyri at sleppa undan smittu.
Hans David slerdi út
Ein syrgilig hending var tá ið Hans David,
mammubeiggi, slerdi út av Tróndi í Gøtu 13.
mars 1948 á Røstbankanum í Barentshavinum.
Um hesa hending greiddi skiparan Richard
Jacobsen frá:
»Vit høvdu júst hálað, og tað var væl av fiski
í trolinum. Tann fyrsti posin var tikin, og teir
snodlaðu upp í annan posan. Men av tí, at tað
var so stór alda, stóð so nógv á snodlaranum,
at tørnið fór av spælkoppinum, og alt netið
fór út aftur. Hans David hevur verið ov nær
netinum. Hann slongdist langt upp í lu leysur
av netinum, og vit sóu hann ikki aftur. Vit
høvdu ongan ljóskastara, og tað var kola myrk
nátt.
Tá slíkt hendir, kunnu øll fata, hvussu
hýrurin er umborð á einum skipi, tá ein
arbeiðsfelagi verður ryktur burtur á slíkan
hátt.
Hans David var í bestu árum. Hann var 42
ára gamal, og hann var av raskastu monnum
umborð.«
Eftir sat Petrina, ættað úr Frammistovu
við fýra børnum, Sólrun, Steingrim, Kjartan
og Jógvan.
Steingrim og Jógvan eru deyðir. Inni hjá
Petrinu búði eisini systir hennara, Katrina,
við soninum Jonhard. Hann gjørdist sjúkur
og doyði í góðum árum.
So merkiligt kann tað vera. Tað gingu bert
fáir mánaðir millum, at skúlafelagarnir Jógvan
hjá Hans David, Petur hjá Benna, Óla Jákup
á Skansa og Torgerð í Frammistovu eru deyð
í ár. Tey vóru øll ættarfólk hjá mær. Øll vóru
í góðum árum, fødd í 1942, og øll mistu pápan
sum børn.
Brekað systkin
Tvey av systkjunum hjá mammu vóru likam–
liga brekað og kravdu nógva umsorgan.
Hans Elias kom kortini sum fráleið at
klára seg væl. Hann arbeiddi í handlinum hjá
Tummas Jakku, stóra keypmanninum, sum tá
var í Norðragøtu. Hann hevði bókhaldið. Men
seinni gjørdist hann meira sálarliga sjúkur og
Siðsøga
Johanna Maria og Jóan Símun í Pállstovu
Grækaris í Guttastovu við hestavogninum