hósdagur 24. september 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. september 2015
sosialurin 110
30
Ikki við: Hørður Askham
(langtíðarskaddur)
Ivasamur:
Høgni Eysturoy (lærkrikin)
Ikki við: Pál M. Joensen(knæ,
langtíðarskaddur), Arnbjørn T.
Hansen(knæ, langtíðarskaddur),
Andrew av Fløtum(hælsinan,
óvist)
Ivasamir: Fróði Benjaminsen
(nakkin), Rógvi S. Holm
(lærkrikin) og Poul Ingason
(fóturin)
Ikki við restina av árinum:
Bárður J. Hansen (Knæskaði),
Hanus Jacobsen (Knæskaði),
Filip Djordjevic (Knæskaði),
Súni Olsen (Brotið hondina),
Hans Jørgen Djurhuus (Økslin),
Finnur Justinussen (Fluttur av
landinum)
Ikki við: Andras Frederiksberg
(lærkrikin, restina av árinum)
Við aftur: Árni Frederiksberg
(eftir leikbann)
Ikki við: Tóki H. Johannsen
(úti restina av árinum)
Jóannes Hansen
M
eistaraheitið er málið
hjá øllum teimum, sum
spæla fótbólt. Umframt
heiður og æru til
felagið, stuðlarnar, viðhaldsfólkini
og spælararnar ber FM heitið í EFFO
deildini rættin við sær at luttaka í
europeisku meistarakappingini. Tað
gongur rætta vegin, men higartil hava
føroysku meistararnir ikki gjørt heilt
stórar skreytir í Europa.
Umframt ítróttarligu avbjóðingina
er FM heitið fíggjarlig gularót. Fyri FM
heitið í 2014 og aftur í 2015 fær B36 450
túsund evrur. Tá ið B36 liðformaðurin
Jákup á Borg annan leygardag fer at
taka ímóti FM steypinum í Fuglafirði,
fara tey í B36 at fegnast um 11. FM
heitið, sum felagið hevur vunnið. FM
heitið í fjør og aftur FM heitið í ár bera
størri peningaligar inntøkur við sær
enn nakað annað FM heitið.
Sambærti Virgar Hvidbro, aðal
skrivara í FSF, eru upphæddirnar fyri
FM heitini í fjør og aftur í ár 70 túsund
evrur størri, enn tær vóru framman
undan. Fyri FM heitið í fjør vann B36
umleið 3.375.000 krónur – ítøkiliga
upphæddin valdast virði á evruni í
donskum krónum. Og B36 vinnur
aftur í ár 3.375.000 krónur. Samantalda
FM upphæddin fyri hesi bæði árini er
harvið 6.750.000 krónur!
At taka lut í europeisku kappingini
ber útreiðslur við sær. Ivaleyst fáa
bæði venjarar og spælarar bonus fyri
at vinna FM heitið, men sjálvandi ligg
ur nógv eftir til felagið.
Kappast um 1,5 milliónir
NSÍ og Víkingur hava longu tryggjað
sær rætt at luttaka í europeisku kapp
ingini næsta summar. Fyri sigur í
steypafinaluni og heiðursmerkini í
landskappingini fáa tey 200.000 evrur.
Tað er 70.000 evrur meiri, enn UEFA
áður hevur latið. Tað vil siga, at feløgini
nú fáa 1.500.000 krónur.
Umframt meistaraupphæddina til
B36 og 1,5 milliónir til Víking og NSÍ, so
skal eitt annað felag leskast við hálvari
aðru millión frá UEFA. Peningurin fer
til tað felagið, sum endar á fjórða plássi
í landskappingini.
HB er er á fjórða plássi – tvey stig
og betri málmun frammanfyri KÍ. Um
tað verður HB ella KÍ, sum fer at vinna
stóru upphæddina, verður ivaleyst
avgjørt sunnudagin. Tá skulu bæði
feløgini royna seg á útivølli í Eysturoy.
Um tað skal eydnast KÍ at taka fjórða
plássið frá HB og harvið at flyta hálvu
aðru milliónina úr norðara húsinum í
Gundadali og til Klaksvíkar, so skal KÍ
vinna á útivølli ímóti NSÍ, og so skal
HB tapa í Sarpugerði ímóti Víkingi.
Í 27. umfari, sum verður annan
leygardag klokkan 14, eigur HB heima
vøll ímóti FC Suðuroy, og KÍ eigur
heimavøll ímóti EB/Streymi.
Tað er longu greitt, at EB/Streym
ur, sum sunnudagin fær vitjan av TB,
næsta kappingarár fer at spæla í næst
bestu deildini. Og tað kann væl vera,
at tað sunnudagin verður greitt, at
FC Suðuroy næsta kappingarár skal
spæla í næstbestu deildini. FC Suðuroy
eigur sunnudagin heimavøll ímóti ÍF.
Um FC Suðuroy framvegis skal hava
møguleika at varðveita plássið í bestu
deildini, so er fyrsta kravið, at úrtøkan
verður full ímóti ÍF. Annað kravið er, at
AB einki fær burturúr á útivølli ímóti
B36.
Annan leygardag eigur AB heima
vøll ímóti NSÍ.
Víkingar verja borg
Víkingur - HB Lars Müller
Sunnudagin klokkan 15.00
Tølini siga, at Víkingur verður favo
rittur, tá ið HB fer at vitja í Sarpugerði.
Víkingur hevur higartil verið trettan
ferðir á heimavølli, og úrtøkan er
níggju sigrar og fýra javnleikir við
samlaða málmuninum 42-15. Tað vil
siga, at higartil er tað ikki eydnast gest
unum at fara úr Sarpugerði við fullari
úrtøku.
HB hevur verið tólv ferðir á úti
vølli, og úrtøkan er fýra sigrar, fimm
javnleikir og trý tap við samlaða
málmuninum 13-13.
– Vit vita, at tað er neyðugt hjá
okkum at vinna allar dystirnar, um
vit skulu varðveita fjórða plássið, og tí
fara vit norður til Gøtu fyri at vinna
øll stigini. Tað verður neyvan avgjørt
fyrrenn annan leygardag. Í europe
iskum høpi og við fíggjarligum atliti
er tað hips um haps at vera nummar
tvey ella fýra, men tað er sera týdn
ingarmikið at vera í hvussu so er
nummar fýra, og tað gera vit alt fyri
at røkka, sigur HB liðformaðurin Fróði
Benjaminsen.
Eftir vónbrotið og 2-1 tapið við
Margáir fyri tveimum vikum síð
ani vann Víkingur sunnudagin á
heimavølli ímóti FC Suðuroy. Sigfríður
Clementsen var fegin um, at liðið
hjá honum við nógvum ungum og
óroyndum monnum megnaði sítt,
og nú bíðar somu monnum stór av
bjóðing:
– Um vit skulu vinna ímóti HB
sunnudagin, so skulu vit avrika meiri,
enn vit gjørdu ímóti FC Suðuroy. Vit
skulu stutt sagt finna eitt gear aftrat.
Vit eru ósigraðir á heimavølli higartil
í ár, og vit vóna, at tað eisini verður
soleiðis, tá ið síðsti heimadysturin í ár
verður av, sigur Sigfríður Clementsen.
Sunnudagin fer Sigfríður at siga
farvæl í Sarpugerði, tí í síðsta umfari
skal Víkingur spæla á útivølli ímóti TB.
Sjálvsálitinum bilar einki
NSÍ - KÍ Petur Reinert
Sunnudagin klokkan 15.00
Á heimavølli ímóti nýklaktu meist
arunum í B36 eydnaðist tað KÍ
sunnudagin at vinna 2-1. Í KÍ leguni
var fagnaðurin stórur um, at tað enn
einaferð eydnaðist at vinna á havnar
monnum í Klaksvík. Síðsti KÍ sigurin á
heimavølli ímóti B36 var í 2008.
Hóast KÍ síðani summarsteðgin
hevur vunnið á heimavølli ímóti
bæði HB og B36, so er kappingarárið
ikki bjargað. Tað kann vera, at tað fer
at kennast heilt gott, um tað eydnast
at vinna í Runavík og í síðsta umfari á
heimavølli ímóti EB/Streymi.
– Hóast vit fleiri ferðir fyrr í summ
ar ikki hava tikið av, tá ið møguleikin
at lyfta okkum fram á fjórða plássið
hevur verið har, so ber tað framvegis til
at kvalifisera okkum til altjóða fótbólt
næsta summar. Tað er ikki bara upp
til okkum sjálvar at gera av, men vit
eru tilvitaðir um, at tað snýr seg um
hart arbeiði, og at vit hava møguleika
at vinna í Runavík. So fæst at síggja,
hvussu tað fer at ganga hjá HB í Gøtu,
sigur KÍ málverjin Meinhardt Joensen.
Tølini siga, at tað er torført hjá
KÍ á útivølli. Klaksvíkingar hava bara
vunnið tveir av trettan útidystum.
Fimm ferðir hava teir tapt, og seks
ferðir hevur úrslitið verið javnleikur.
Samlaði málmunurin er 20-23.
NSÍ hevur bestu endastøðuna
síðani FM heitið í 2007 at stríðast fyri.
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
Víkingur
NSÍ
EB/Streymur
Fótbóltur Síðsta fótbóltssunnudagin í ár verður tað ivaleyst avgjørt, um
tað verður HB ella KÍ, sum fær stóra fíggjarliga íkastið frá UEFA, og um FC
Suðuroy framvegis skal hava møguleika at varðveita plássið í bestu deildini
Upptakt til Effodeildina
ítróttur
1,5 milliónir
standa
upp á spæl